hósdagur 26. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
6
PERSÓNSSØGA
Møðgurnar Anna Kari Bjartalíð
og trý ára gamla Annika Bjartalíð
hava seinastu tvær vikurnar
verið í sóttarhaldi, tí Annika
hevði verið í tøttum sambandi
við smittaðan persón. Dagin
fyri at sóttarhaldið skuldi vera
av, varð Anna Kari staðfest
positiv við koronasmittuni,
og tí varð sóttarhaldið longt
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í
smáar tvær vikur hevur
Anna Kari Bjartalíð verið í
sóttarhaldi saman í trý ára
gomlu dóttur síni Anniku.
Saman eiga Anna Kari og mað
ur hennara Carsey Bjartalíð 11 ára
gomlu Elisabeth, trý ára gomlu
Anniku og Kára, ið er hálvt annað
ára gamal. Carsey, ið siglur úti,
var ikki heima, tá eitt starvsfólk
á stovninum, har Annika gongur,
fekk staðfest koronasmittuna.
Hetta hevði við sær, at familjan
skuldi í sóttarhald, tí Annika hevði
havt samband við starvsfólkið.
– Fríggjadagin 13. mars fingu vit
kunning frá stovninum um, at eitt
starvsfólk var staðfest positivt.
Síðani ringdi løgreglan seinna
partin og segði, at dóttir okkara
hevði verið í tøttum sambandi við
starvsfólkið á stovninum, sum var
smittað. Vit fingu tá álagt at fara
í sóttarhald og fingu at vita, at vit
kundu avgera, um vit øll fóru sam
an, ella um vit býttu okkum upp,
sigur Anna Kari Bjartalíð um dag
in, tá tilveran broyttist í føroyska
samfelagnum.
Hon avgjørdi, at hon fór í sótt
arhald saman við dóttur síni, og
hini bæði børnini fóru til Havnar
at vera hjá systur Annu Kari. Ein
av orsøkunum til, at hon tók hesa
avgerðina var, at foreldur Annu
Kari, ið búgva í Danmark, vóru
komin til Føroya at vera saman
við Annu Kari og veita eina hjálp
andi hond, meðan maðurin var
burtur. Mamma Annu Kari er
hjartasjúklingur, og hon er tí í
vandabólki. Anna Kari vildi tí ikki
útseta hana fyri nakran smittu
vanda heima hjá sær, og foreldrini
vildu fegin hjálpa dóttur síni og
samstundis vera saman við barna
børnunum.
Anna Kari Bjartalíð fekk upp
runaliga at vita, at tey skuldu í
sóttarhald í 10 dagar frá týsdegn
um 10. mars at rokna, men seinni
fingu tey boð um, at tvey onnur
starvsfólk, sum dótturin hevði
havt samband við á stovninum og
sum høvdu verið til arbeiðis miku-
og hósdag, eisini vóru smittað. Tí
varð sóttarhaldið longt í tveir dag
ar aftrat.
– Tað var torført hjá mær at
svølgja, at eg fyri tað fyrsta skuldi
einsamøll í sóttarhald saman við
dóttur míni og síðani fáa at vita,
at eg fekk tveir eyka dagar omaná,
sigur hon.
Fingu sjúkueyðkenni
– Vit fóru í sóttarhald fríggjadag,
og tá vikuskiftið var av, fekk Ann
ika sjúkueyðkenni og gramdi seg
um pínu í hálsinum. Eg byrjaði eis
ini at merkja eitt sindur sjálv. Vit
vórðu báðar potaðar tá, men úrs
litini vóru negativ, og tey boðini
fingu vit mikudagin 18. mars, sigur
Anna Kari frá um tíðina í langa
sóttarhaldinum.
Hon fekk tá at vita, at ein kann
bera smittuna í 12 dagar, hóast hon
ikki brýtur út, men tú smittar í 48
tímar, áðrenn tú verður sjúkur.
Síðsta vikuskifti varð Anna
Kari illa fyri. Hon helt tó, at tað
bert var eitt forkølilsi, tí hon jú
hevði verið testað negativ. Hon
valdi tó kortini at siga læknanum
frá, sum helt, at hon skuldi testast
aftur. Anna Kari varð testað aftur
mánadagin, og mikudagin fekk
hon svarið.
Landslæknin ringdi
– Eg bíðaði eftir, at telefonin
skuldi ringja. Tá eg sá, at tað var
eitt danskt nummar, so visti eg, at
tað var landslæknin, og at eg var
positiv. Og so varð, sigur Anna
Kari Bjartalíð.
Anna Kari Bjartalíð er ómetaliga
glað um, at hon valdi at seta seg í
samband við kommunulæknan
aftur, og at hon síðani varð testað
fyri aðru ferð.
– Annars hevði eg fingið alla
familjuna úr Havn norð til Klaks
víkar hósdagin. Hóast mítt størsta
ynski júst nú er at síggja hini bæði
børnini og restina av familjuni, so
er hetta ómetaliga gott, sigur hon.
– Í telefonin segði landslæknin
eisni, at tað var gott, vit ikki hava
borið smittuna víðari, tí vit hava
ikki havt samband við onnur. Eg
fekk at vita, at mítt sóttarhald nú
er longt til 48 tímar eftir, at sjúku
eyðkennini eru burtur. Annika
kann tó fara út nú, og eg skal bara
minnast til at vaska henni hend
urnar og spritta tær, sigur Anna
Kari Bjartalíð.
Koronasmittan hevur havt við
sær, at Anna Kari er illa fyri. Hon
lýsir tað sum eitt ringt forkølilsi.
– Eg havi ilt í høvdinum, og nøs
in kennist tipt, hóast hon ikki er
tað. Eg havi ikki sovið so væl held
ur, sigur hon frá.
– So skjótt kann alt broytast,
og vit kunnu øll knappliga gerast
sjúk av koronasmittuni. Áðrenn
man hevur vent sær, so er man
faktiskt positivur, sigur hon um
hugsin.
Strævið at vera avbyrgd
Anna Kari Bjartalíð heldur, at tað
strævnasta hesar tvær vikurnar
hevur verið, at hon hevur skulað
innstillað seg upp á at aktivera
eitt trý ára gamalt barn allan
dagin. Og so saknar hon hini bæði
børnini ómetaliga nógv.
– Eg valdi sjálv, at hini bæði
skuldu fara til Havnar. Eg hevði
valið, og eg føli, at tað var eitt
gott val, hóast tað er torført, at
tey ikki eru hjá mær. Eg dugi ikki
at ímynda mær, hvussu tað hevði
verið, hevði eg eisini havt eitt
hálvt annað ára gamalt barn inni
í so langa tíð, sigur hon.
Fyrstu boðini um sóttarhaldið
ljóðaðu, at tey kundu fara onkran
biltúr ella túrar í hagan ella fjør
una, har eingin annar var. Fýra
Dubult sóttarhald:
Anna Kari varð staðfest
positiv við koronasmittuni, og
sóttarhaldið saman við dótturini
varð longt tveir dagar eftir, at
samrøðan varð gjørd við Sosialin. Nú
sleppur Anna Kari úr sóttarhaldi, tá
hon hevur verið uttan sjúkueyðkenni
í 48 tímar. Trý ára gamla Annika er
tó staðfest frísk, og landslæknin
hevur tí givið henni loyvi til
at fara úr sóttarhaldi
FEKK STA
KORONA
SÓTTARH
Eg havi valt ikki at tosa um sjúku við
hana men bert greitt frá, at júst nú
mugu øll vera heima. Eg havi forklárað
henni, at vit skulu vera einsamallar
heima í eina tíð, meðan stórasysturin og lítlibeiggin
eru farin til Havnar til mostur, men at vit øll skjótt
vera saman aftur
Eg bíðaði eftir, at telefonin skuldi
ringja. Tá eg sá, at tað var eitt danskt
nummar, so visti eg, at tað var lands
læknin, og at eg var positiv. Og so varð