hósdagur 26. mars 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
7
dagar seinni fingu tey ein teldu
post, har tað stóð, at tey ikki skuldu
flyta seg av matrikklinum.
– Eg eri tilflytari í Klaksvík, og
eg havi tí ikki so stórt netverk.
Tíbetur havi eg familju, grannar
og vinir, sum hava verið jalig og
keypt inn fyri meg. Vit hava eisini
fingið døgurða, sum tey hava sett í
garasjuna, sigur Anna Kari Bjarta
líð.
– Hendan tíðin hevur kenst
einslig, hóast telefonin ringir
javnan, og eg havi samskift á
Messenger. Áðrenn vit vórðu sett
í sóttarhald, avmarkaðu vit tíðina
frammanfyri skíggjan, men nú er
tað blussað upp aftur, leggur hon
aftrat.
Eisini heldur hon, at tað ger
støðuna strævnari, tá ein alla tíð
ina hoyrir um koronasmittuna í
miðlunum.
– Summar dagar havi eg av
markað meg sjálva og bert tendrað
sjónvarpið og hugt at Degi og
Viku, tí tað kann skjótt gerast ov
nógv, sigur hon sannførd.
Hóast kunning, undirhald,
samskifti og samvera yvir netið
kann gerast í so nógv í hesum
døgum, so heldur Anna Kari tó, at
tað hevur eisini verið gott, at til
dømis samkomur og kirkjur hava
stroymað tiltøk og sunnudags
skúla á netinum.
– Tað hevur verið deiligt at
verið í sunnudagsskúla í Ebenezer
sunnudag, hóast vit ikki sleppa út,
leggur hon aftrat.
Kvalitetstíð saman
Hesir dagarnir í isolatión hava eis
ini havt okkurt positivt við sær
fyri Annu Kari og trý ára gomlu
Anniku, sum ikki hevur havt so
nógva tíð saman við mammu
síni, síðani lítli beiggin varð borin
í heim fyri hálvum øðrum ári
síðani.
– Nú hava vit havt góða tíð
saman. Vit spæla dukkur, mála og
spæla modelleðurvoks. Tá veðrið
hevur verið til vildar, hava vit
verið uttanfyri og tikið breyð við.
Eisini havi eg brúkt stundirnar
til at seta meg niður og hugsa í
friði. Tað fær man ikki stundir til
í vanliga gerandisresinum, tá man
altíð er á, sigur hon umhugsin.
Anna Kari gleðir seg, til hon
verður frísk og aftur sleppur út
av húsinum og at síggja børnini
og familjuna aftur.
– Eg fari tó ikki til arbeiðis aftur
við tað sama, tí stovnarnir eru
stongdir, og maðurin er til skips,
men eg gleði meg, til vit kunnu
fara út ein gongutúr. Við frástøðu
sjálvsagt, sigur hon.
Korona og børnini
Tað kann vera torført hjá børnum
at skilja, hví stovnar nú eru lukk
aðir og gerandisdagurin so nógv
broyttur. Anna Kari Bjartalíð hev
ur tó ikki valt at tosa so nógv um
koronasmittuna við trý ára gomlu
dóttur sína.
– Eg havi valt ikki at tosa um
sjúku við hana men bert greitt frá,
at júst nú mugu øll vera heima. Eg
havi forklárað henni, at vit skulu
vera einsamallar heima í eina
tíð, meðan stórasysturin og lítli
beiggin eru farin til Havnar til
mostur, men at vit øll skjótt vera
saman aftur. Tað dámar henni
væl, og hon gongur og sigur, at vit
báðar eru bestu vinir, sigur Anna
Kari Bjartaliga skemtiliga.
Tá landslæknin ringdi við boð
unum um, at eg hevði fingið kor
onasmittuna, sá hon tó, at eg var
kedd, og hon kom og klemmaði
meg. Tá matti eg siga henni, at
mamma er sjúk, men Annika er
ikki sjúk. Tí má mamma vera inni,
men Annika kann gott fara út at
spæla, sigur Anna Kari Bjartalíð.
PERSÓNSSØGA
AÐFEST
A Í
HALDI
Anna Kari Bjartalíð fekk
staðfest koronasmittuna
dagin fyri, at tvær vikur langa
sóttarhaldi skuldi vera av.
– Tað er umráðandi, at vit virða
sóttarhaldið og ikki halda, at vit líka
kunnu fara út ella til handils, tá børnini
eru løgst, tí vit ikki kenna okkum sjúk.
Hevði eg havt gjørt tað, so hevði eg
óivað smittað onkran uttan at vera
varug við tað, sigur hon
Eg valdi sjálv, at hini bæði børnini
skuldu fara til Havnar. Eg hevði valið,
og eg føli, at tað var eitt gott val, hóast
tað er torført, at tey ikki eru hjá mær
So skjótt kann alt broytast, og vit
kunnu øll knappliga gerast sjúk av
koronasmittuni. Áðrenn man hevur
vent sær, so er man faktiskt positivur
Anna Kari og trý ára gamla dóttur
hennara Annika taka eina "selfie", tí
umstøðurnar ikki loyva nøkrum øðrum