Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 8 Sleppa ikki at drepa grind aftur fyrr enn vandin er av Sýslumenninir kring landið eru samdir um, at so leingi koronasmittan herjar, skal eingin grind skal haldast til ÁKI BERTHOLDSEN T að skal eingin grind haldast til kring landið fyrr enn vandin fyri kor­onasmittuni er av. Tað eru teir tríggir sýslu­menn­ inir kring landið, samdir um. Tað eru tríggir sýslumenn í Før­oyum, Karl Johansen er sýslu­ maður í Norðoyggjum og í Eyst­ uroy, Jaspur Vang er sýslu­mað­ur í Suðuroy og Finnbogi Midjord er sýslumaður í Streymoy, í Vágum og í Sandoy, har grindapláss eru. Og teir eru allir tríggir samdir um, at eisini í sambandi við grinda­ dráp skulu tilmælini frá myndug­ leikunum haldast. Tilmælini eru, at fólk skulu halda seg heima sum mest, og fara vit út, skulu vit vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum. Og annars skulu vit ikki savnast í bólki sum eru størri enn tíggju fólk – í mesta lagi. Skuldu vit loyvt grindarakstri undir hesum umstøðunum, høvdu vit lagt upp til at brotið hesi bæði tilmælini, tí vit høvdu ikki kunna tryggja, at tað eru meiri enn tveir metrar ímillum fólk, og vit høvdu heldur ikki kunnað forða fyri, at fólk savnast í størri bólkum enn 10 fólk í mesta lagi, sigur Jaspur Vang. Karl Johansen sigur, at tað er sjálvsagt, at tilmælini frá mynd­ ug­leikunum verða hildin, eisini á hesum øki. Og so leingi hesi til­ mælini standa við, stendur bannið ímóti at halda grind til, eisini við, sigur hann. Hann leggur afturat, at sýslu­ menninir fara at halda tilmælini hjá smyndugleikunum, sama hvønn veg tey ganga. Hetta man vera fyrstu ferð í Føroya søgu, at grindahvalur hev­ur verið fullkomiliga friðaður í Før­oyum, men tað er hann so nú – og tað verður hann til tiltøkini ímóti korona verða tikin av aftur. Grindamenn eri samdir Hetta er eitt støða, sum grinda­ menn taka undir við. Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at teir í nevndini í felagnum hava umrøtt støðuna og teir eru samd­ir um, at so leingi vandi fyri korona­ smittu stendur við, er tað ikki rætt at grind verður hildin til. –  Vit mæla til at vit altíð fylgja tilmælunum frá myndug­ leik­unum, eisini í sambandi við grindadráp. Og tað merkir, at Grinda­ manna­felagið mælir frá, at vit drepa grind, støðan er nú, sigur hann. Hann heldur, at grindadráp, og grindabýti kunnu vera stórar smittukeldur, tí nógv fólk eru saman á smátum økjum. – Tí haldi eg, at vit eiga at virða tilmælini hjá myndugleikunum, leggur hann afturat. Hann sigur, at í sambandi við grind, er støðan eisini tann, at tá kemur fólk saman nógva staðni frá. – Nógv fólk halda í somu línu og grindamenn turka sær ofta um andlitið, og tað mann nytta lítið at brúka spritt í eini grind, leggur hann afturat. – So samanum tikið er álv­ars­ ligur vandi fyri smittu­spjaðing í eini grind og fyribils eiga vit tískil at lata vera við tí, sum um­ støð­urnar eru, sigur for­maðurin í grinda­manna­felagnum. Hasum taki eg undir við – Eg taki undir við avgerðini um, at eingin grind skal haldast til, sum støðan er nú. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum umsitur grindamálum. Hann vísir á, at vit hava rætt til grind, men í lógini hava myndug­leikarnir kortini nakrar heimildir til at nokta fyri, at grind verður tikin til. Dømi eru um, at myndug­ leikarnir hava brúkt heimildina at nokta fyri at grind verður hildin til tá ið er veðrið er ringt. Tá hava sýslumenn, av trygd­ ar­ávum, sýtt fyri at grindin verðu­r hildin til. Men nú er ein annar vandi á ferð, og tað er vandin fyri at korona­mittan skal breiða seg. Í hesum sambandi hava myndug­leikarnir mælt til, at vit ikki savnast í bólki og at vit halda okkum minst tveir metrar frá hvørjum øðrum. –  Tá ið sýslumenninir so hava gjørt av, at undir ver­ andi umstøðum skal grind ikki haldast til, gera teir ikki annað enn at fylgja teimum til­mælunum, myndugleikarnir sjálv­ir hava sett í verk, og tað kann eg ikki hava nakað ímóti, sigur Jacob Vestergaard. Hann minnir á, at vit hava ring minni um nettupp tað, at fólk eru smittað av herviligari sjúku í eini grind. Tiltiknasta dømið um tað er grindin, sum var í Gøtu í des­ ember í 1935, sum síðani er kallað Meslingagrindin, tí grindamenn høvdu meslingar og tað smittaði frá sær við teirri avleiðing, at fleiri fólk fngu meslingar, og fleiri av teimum doyðu. Grinda­menn fáa ikki hildið aðalfund N ú leygardagin var ætl­anin, at aðal­ fund­ur skuldi vera í Grinda­manna­fel­ agn­um. Men sum alt annað í Før­ oyum í hesum døgum, er eisini hann útsettir, til vandin fyri koronasmittuni av av, og lívið aftur er komið í eina trygga legu. Sostatt er enn óvist, nær fund­urin verður, men tað verð­ur ikki fyrr enn myndug­ leik­arnir aftur halda, at tað er ráði­ligt at fólk savnast í størri bólkum. Grindamenn plaga altíð hava aðalfund í Norður­landa­ hús­inum, men hesa ferð er ætl­anin at hava fundin á hvala­ støðini við Áir. Ólavur Sjúrðarberg, for­mað­ ur í Grinda­manna­felagn­um, sigur, at tey gjørdu eitt und­ antak í ár, tí tey høvdu fingið høvi til at fáa fólk av Søvn­um Landsins at greiða grinda­ monnum frá um hvalastøðina, og at vísa teimum runt. Tað skal eingin grind haldast til í Føroyum, fyrr enn vandin fyri koronasmittuni er av – nær tað so verður, siga teir tríggir sýslumenninir kring landið Tað mann nytta lítið at brúka spritt í eini grind Grinda­manna­ felagið mælir frá, at vit drepa grind