hósdagur 26. mars 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
10
Vit vistu um embætið, men
ikki um mannin. Nú kenna vit
øll danska mannin, sum stýrir
stríðnum móti korona í Føroyum
ÁRNI GREGERSEN
F
yri einum mánaði síðani
vóru tað ógvuliga fáir før
oyingar sum vistu, hvør
Lars Fodgaard Møller er.
Nú er hann fastur gestur inni í
stovuni hjá okkum so at siga hvørt
kvøld, tá ið vit hyggja at Degi og
Viku.
Danski embætismaðurin í
Føroyum, sum røkir eitt av teim
um fáu størvunum, sum fram
vegis hoyrir undir donsku mynd
ugleikarnar – nevniliga embætið
sum landslækni, er so at siga vorð
in húsfólk.
Lars Fodgaard Møller tók starvið
í endnum av 2017, men lands
læknaembætið er eitt starv, sum
vit ikki altíð geva okkum far um
– burtursæð frá, tá ið okkurt ser
ligt er á vási.
Tað var júst tað sum hendi, tá
ið korona-smittan tók seg upp í
Evropa.
Fyrst hoyrdu vit um hana í
Italia, men móti endanum av
februar kom smittan til Danmark
ar og fekk fastatøkur har og tá ið
vit komu inn í hendan mánaðin,
høvdu vit tey fyrstu smittaðu í
Føroyum.
Tað var tá vit fyrstu ferð av
álvara lærdu danska embætis
mannin og læknan at kenna.
Ikki hvør sum helst
Lars Fodgaard Møller er útbúgvin
lækni frá 1982. Í 1998 skrivaði
hann eina doktararitgerð um at
fyribygjaja hjartaæðrasjúkum.
Seinastu 16 árini, áðrenn
hann tók við sum landslækni
í Føroyum, arbeiddi hann fyri
altjóða heilsustovnin, WHO. Í
fleiri umførum var hann leiðari
fyri teimum programmum, sum
altjóða stovnurin arbeiddi við.
Tá ið hann bleiv 62 ára gamal
fór hann frá við eftirløn, tí soleiðis
var skipanin har, men hann var
ungur og ov væl fyri at leggja ar
beiðsárarnar inn.
- Eg sá, at starvið, sum embætis
lækni í Føroyum var lýst leyst og
tað sá ógvuliga spennandi út, so
eg søkti og fekk tað, sigur Lars
Fodgaard Møller, sum nú er 64
ára gamal.
Landslæknaembætið hoyrir
undir danska heilsustýrið og er
beinleiðis undir stýrinum fyri
sjúklingatrygd.
Landslæknin ráðgevur danska
statinum, landsstýrinum og
kommununalum myndugleikum
í læknaligum, heilsufrøðiligum,
umhvørvisligum og sosialmedis
inskum viðurskiftum.
Landslæknin hevur vegna
danska heilsustýrið eftirlit við tí
heilsufakliga virksemi, ið lóggild
heilsustarvsfólk (læknar, sjúkra
systrar, fysioterapeutar o.o.)
útinna í Føroyum.
Landslæknin veitir stuðul til
rættar- og løgreglumyndugleikar
í rættarlæknaligum og líknandi
málum. Harumframt ger lands
læknin árliga heilsulýsingar, sum
einamest eru grundaða á hag
frøðiligar fráboðanir til lands
læknaembætið.
- Eg má siga, at eg var ómetaliga
væl móttikin, tá ið eg kom til Før
oyar. Mær dámar arbeiðið stak
væl og tað hóslkar væl til mín, tí
eg havi tvær skrivstovur – eina í
Havn og eina í Keypmannahavn,
sigur hann.
Hann leggur dent á, at tað fak
liga hevur nógv at siga, at hann
stundum kann arbeiða á skriv
stovuni í Keypmannahavn, saman
við øðrum, sum fáast við umleið
tað sama, sum føroyski lands
læknin ger.
Lars Fodgaard Møller er giftur,
eigur trý børn og trý abbabørn.
Korona
Landslæknin var á skrivstovuni
í Havn, tá ið vit fingu smittuna
hendan vegin.
- Eg visti, at að var sannlíkt,
at hon fór at koma til Føroyar.
Eg hevði sjalvandi fylgt við, hvat
hendi í Evropa og eisini, tá ið fyrsti
smittaði danin var funnin. Tí kom
hetta ikki heilt óvart á, sigur Lars
Fodgaard Møller.
Fyrstu tveir smittaðu føroying
arnir fingu landslæknan og rest
ina av heilsuverkinum at reagera.
- Tiltøk vóru sett í verk og
politiski mynduglein fylgdi til
mælunum frá heilsumyndugleik
unum og epideminevndini. Sum
eg dugi at síggja tað, so var hetta
rætti mátin at gera tað uppá við
strongu tiltøkunum og nógvu
kanningunum, sigur landslæknin.
Hann vísir serliga á, at nógvu
kanningarnar í Føroyum er ein
háttur, sum onnur lond nú eisini
nýta. Hetta er tað, sum WHO mæl
ir til.
- Higartil er støðan hjá okkum
munandi betri enn tað, sum eg
stúrdi fyri at byrja við, sigur Lars
Fodgaard Møller.
Tvinnar smittur
Lars Fodgaard Møller er vorðin
rættuliga kendur millum teirra,
sum stríðast móti korona-smitt
uni.
Serliga hansara eygleiðingar av,
at korona helt smittar uppá tveir
mátar. Annar er meira ágangandi,
meðan hin er minni áleypandi.
- Ja, hetta eru eygleiðingar, sum
eg gjørdi, men tað eru eisini onnur,
sum hava lagt tað sama ti merkis.
Onnur smittar skjótari, meðan
FREMMANDI
MAÐURIN BLEIV
FASTUR GESTUR
HJÁ OKKUM
-Tey, sum taka
avgerðina,
mugu hava
tunguna mitt
í munninum.
Taka vit eina
skeiva avgerð,
so kann tað
gera, at tey
átøk vit higartil
hava gjørt, eru
burturspilt”