Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 11 hin smittar spakuligari, sigur Lars Fod­gaard Møller. Sjálvt um tað gongur væl, so ivast landslæknin ikki í, at tað fer at taka langa tíð at basa smittuni. Hvussu leingi torir hann tó ikki at siga. - Vit vita heldur ikki nóg mikið um sjúkuna enn. Vit vit ikki um hon ger skaða frameftir og vit vita ov lítið um eftirsjúkur enn. Slíkar sjúkur kunnu ofta ávirka heilsuna langt fram í tíðina, sigur hann. Samfelagið við lítlari ferð Landslæknin tekur fult undir við teimum tiltøkum, sum eru sett í verk, og sum hava sett ferðina í samfelagnum heilt niður. Tað ger smittuvandan minni og kann í sóiðsta enda bjarga mannalívum. -Men sjálvandi koma vit hartil – eg veit ikki nær – at vit mugu umhugsa at seta ferðina uppaftur. Nær tað skal gerast, veit eg ikki heilt, men tað er heldur ikki mín avgerð.Mítt arbeiðið er at royna at bjarga mannalívum, meðani onnur taka sær av teimum bú­ skap­arligu avbjóðingunum í sam­ felagn­um, sigur hann. Hann heldur, at tað fer at bera til at lata samfelagið uppaftur, men ræður til at tað verður gjørt varis­liga. - Tey, sum taka avgerðina, mugu hava tunguna mitt í munn­ in­um. Taka vit eina skeiva avgerð, so kann tað gera, at tey átøk vit hig­ar­til hava gjørt, eru burturspilt, sig­ur hann. Alment kjak Nú nakað er fráliðið síðani til­tøk­ ini vóru sett í verk, hevur alment kjak tikið seg upp – eisini á sosialu miðl­unum. Har verður kjakast um, um før­ oy­ingar hava valt røttu loysnina – um okkurt annað eigur at verða gjørt og ymiskar teoriir verða lagd­ar fram. - Eg haldi tað er fínt, at fólk kjak­ast um hetta. Kanska kemur okk­urt fram, sum vit ikki hava hugsað um. Tíbetur er tað tó so, at higartil hava vit ikki sæð nakað, sum vit ikki hava hugsað um sjálvi, sigur Lars Fodgaard Møller, lands­lækni. -Higartil er støðan hjá okkum munandi betri enn tað, sum eg stúrdi fyri at byrja við