hósdagur 26. mars 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
12
Korona
TEMA: Korona
Í tvær vikur hevur samfelagið
koyrt við lítlari ferð.
Koronavirusið herjar, og støðan
í dag hevur ávirkað so at siga
allar borgarar í landinum.
Vit gera øll okkara til, at vit
sleppa so snikkaleys sum til
ber úr hesi heilsukreppuni. Tá
samfelagið knappliga broytist á
so ógvusligan hátt við so nógvari
óvissu fyri bæði nútíð og framtíð,
kann tað ávirka menniskju
sálarliga. Serliga tey menniskju,
ið hava lyndi til at stúra og ynskja
gott tamarhald, greiðir Gurið
Simonsen, sálarfrøðingur, frá
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
– Summi megna væl broytingina,
og summi gerast ávirkað av
støðuni. Ein órationellur ótti
kann koma til sjóndar í slíkum
støðum, sigur Gurið Simonsen,
sálarfrøðingur.
– Summi menniskju hava tørv á
at vita alt og mugu millum annað
vita, júst hvussu tølini síggja út
nú, og nær hendan støðan fær
ein enda. Onnur megna at liva í
løtuni, hava ikki tørv á at vita alt
ella lurta eftir øllum. Tey ugga seg
sjálvi onkurvegna í slíkum støð
um. Tað er tann fyrri bókurin, ið
hevur lyndi til at stúra, sigur hon.
Eksistentiellur ótti
– Angist er ein eksistentiellur ótti,
sum er torførur at stýra. Tað snýr
seg um óvissuna um tað, sum vit
einki vald hava á, sigur hon og
samanber við óttan fyri at flúgva.
– Vit vita ikki, um flogfarið
dettur niður, hóast vandin er sera
lítil. Allur ótti er eksistentiellur,
og hetta er ikki øðrvísi, tí her eru
fleiri variablar, sum vit ikki fáa
stýrt, og tað skapar ótta, sigur hon.
Tá umstøðurnar eru normalar,
og vit gera okkara til at skapa eina
trygga tilveru, tá taka vit tað sum
eina sjálvfylgju, at vit møta til
arbeiðis, hava vinir og góða heilsu.
Ein slík kreppa vísir okkum tó, at
okkurt uttanífrá, ið vit ikki fáa
stýrt, kann gera at tingini broyt
ast, greiðir hon frá
– Vit liva øll onkursvegna við
hesum óttanum um, at lívið er
stutt, tingini kunnu broytast, og
vit hava tørv á kontroll. Í ger
andisdegnum eru vit so upptikin
av gerandistingum, at hesin óttin
fer í bakgrundina. Støðan, sum vit
eru í nú broytir gerandisdagin, og
Koronaangist:
NÝGGI VERULE
HJÁ SUMMUM
Vit liva øll
onkursvegna
við hesum óttan
um um, at lívið
er stutt, tingini
kunnu broytast,
og vit hava
tørv á kontroll.
Í gerandis
degnum eru vit
so upptikin av
gerandistingum,
at hesin óttin fer
í bakgrundina.
Støðan, sum vit
eru í nú broytir
gerandisdagin,
og nógv av tí,
sum fylti hann
er nú burtur.
Tað ger, at óttin
kemur til sjóndar