hósdagur 26. mars 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
13
nógv av tí, sum fylti hann er nú
burtur. Tað ger, at óttin kemur til
sjóndar, sigur sálarfrøðingurin.
Tað er ikki neyðturviliga nega
tivt, at vit onkuntíð fáa staðfest, at
vit ikki fáa stýrt øllum. Tað kann
gera, at vit liva meir í tráð við tey
sonnu virðini, vit hava, næstu
ferð okkurt keðiligt og óvæntað
hendir. Og at vit, tá hendan heilsu
kreppan er av, fara at kenna gleði
og takksemi fyri tað, sum vit hava
í gerandisdegnum. Tí vit tá hava
sannað, hvussu knappliga alt
kann broytast.
– Ístaðin fyri at stúra um, at
vit ikki vita, hvat fer at henda, so
er umráðandi at nýta høvi til at
husga um, at tað eru broytingar,
sum gera lívið innihaldsríkt júst
nú , sigur Gurið Simonsen.
Natúrligur ótti
Menniskjaheilin vil undir øllum
umstøðum gera sítt til at halda
okkum trygg, og tí leita vit eftir
vandum í umhvørvinum kring
okkum, og soleiðis er eisini tá vit
hugsa um framtíðina. Óvissa støð
an í samfelagnum ger eisini, at vit
kunnu kenna okkum ótrygg, tí vit
kenna ikki vandarnir, ið kunnu
liggja fyri framman.
– Tey flestu av okkum eru væl
fyri kropsliga og sálarliga, men
tað elvir kortini til strongd og
stúran hjá summum, tá tey ikki
vita, hvussu lívið fer at síggja
út komandi tíðina, tí framtíðar
ætlanirnar knappliga kunnu ger
ast óviðkomandi, sigur hon.
Hendan støðan ger, at vit vegna
óvissuna um, hvørjar avleiðingar
nar verða og hvussu leingi tað fer
at standa við ikki vita, hvat fer at
henda. Og tað kann gerast meir
stressandi, tá vit ikki vita, hvat
fer at henda, enn tá vit vita, at
eitthvørt ræðuligt fer at henda.
Tí tá okkurt ringt er ávegis, so
fáa vit fyrireika okkum og lagt
eina ætlan. Í hesi støðuni ber tað
ikki til, greiðir hon frá.
– Persónliga havi eg upplivað,
at fólk tykjast forvirrað heldur
enn sorgarfull, nú hendan heilsu
kreppan herjar. Tey vita ikki,
hvussu samfelagið fer at síggja
út og fáa ikki lagt til rættis.
Natúrliga vil heilin leggja fram
tíðarætlanir. Tá menniskju eru
í ótryggum støðum, so kann tað
tí gerast hugaligt hjá heilanum at
hugsa, at hetta fer at fáa ein ræðu
ligan enda.
– Tá fáa vit hug til at hamstra
og broyta ting í lívinum, so vit
eru fyrireikað, skuldi tað ringasta
hent. Men tað kann eisini vera, at
alt fer at spæla væl av, og at sam
felagið um eina tíð koyrir norm
alt aftur. Tað kann vera gott at
ímynda sær tað eisni og hyggja
rationelt upp á tingini og útlitini,
sum í løtuni eru góð, sigur Gurið
Simonsen.
Tá vit uppliva eina ógvusliga
broyting, sum hesa, so heldur
heilin eisini, at broytingin er nýggj
og spennandi – men tað stendur
bert við í stutta stund, tí heilin
venur seg eisini við nýggjar um
støður.
– Tað er vanligt, at vit nýta
alla orkuna, sum vit hava til at
berjast við nýggjar vandar, men
tað blívur ikki við at vera áhuga
vert fyri heilan, at vit ikki sleppa
at vera saman við øðrum menn
iskjum ella, at onkur hevur fingið
koronasmittu. Tað verður minni
og minni áhugavert, sum tíðin
gongur, sigur hon
– Tað er ótrúligt, hvussu skjótt
fólk venja seg við, at hetta nú er
okkara nýggja tilvera, leggur hon
aftrat.
Fá bilbugt við óttanum
Vilt tú av við hendan óttan um
samfelagsstøðuna, nú korona
smittan herjar, so er besta vápnið
at ímynda tær tað ringasta, sum
kann henda og onkursvegna fáa
frið ið ta støðuna.
– Tað ringasta, sum kann henda
er óivað, at tú fært koronavirus.
Men hvat hevði so hent, og hvat
hevði tú so gjørt, spyr sálar
frøðingurin.
– Ert tú ikki í vandabólki, so
hevði tú óivað blivið sjúk ella sjúk
ur í nakrar dagar, og tað er tað. Tey
flestu koma snikkaleys burturúr
hesum, og gerast vit sjúk, so koma
vit burturúr tí eftir sjúkraleguna,
leggur hon aftrat.
Er ein av eini ella aðrari orsøk
tó í vandabólki, so er størri grund
fyri at stúra fyri at fáa smittuna,
men tey allar flestu eru ikki í
tí bólkinum og kunnu tí hugsa
rationelt.
– Tað ber til at kanna, um ein
sjálvur gongur við katastofutank
um, sigur hon.
Slíkar hugsanir ber til at basa,
og gera vit síðani alt tað, sum
myndugleikarnir hava álagt okk
um í tilmælunum um sosiala frá
støðu, sóttarhald og líknandi, so
fáa vit ikki gjørt meir fyri at verja
okkum sjálvi og onnur.
– Vit hava ikki fult tamarhald á
støðuni, men vit kunnu fylgja veg
leiðingunum. Gera vit tað, so gera
vit í veruleikanum alt tað, sum vit
eru ment, sigur hon.
– Meir kann man ongantíð gera.
Meir kann eingin gera, leggur hon
aftrat.
Góð kunning umráðandi
– Føroyingar hava staðið sameint
ir, og tað hava vit dugað væl hesar
dagarnar. Tað veitir tryggleika fyri
okkum øll. Landsins myndugleikar
hava eisini gjørt nógv fyri, at vit
ikki skulu hugsa, at tað ringasta
fer at henda. Vit hava fingið nógva
kunning og upplýsing, sum ger, at
vit merkja, at vit hava tamarhald
á støðuni, sigur hon.
Nú hevur samfelagið verið
niðri í ferð í tvær vikur. Gurið Sim
onasen greiðir frá, at hon fyrstu
vikuna merkti, at fólk tóku tilmæl
ini frá myndugleikunum í ógvu
liga stórum álvara, og at fólk eisini
onkursvegna ikki vóru heilt vís í,
hvørji tilmælini nágreiniliga vóru,
og tí hættaðu tey sær als einki.
– Nú er hetta ein nýggj støða,
so tað er torført at koma til nakra
niðurstøðu enn, men eg hevði væl
færri samrøður í síðstu viku, tá eg
bert tosaði við eini seks klientar.
Talið liggur vanliga millum 25 og
30. Hesa seinni vikuna hevur ger
andisdagurin aftur verið normal
ur, sigur hon.
– Eg havi upplivað, at vit sum
samfelag eisini hava skulað stillað
bremsurnar og funnið útav, hvørji
tilmælini eru. Fleiri hava verið
í iva í, um tey bara skulu vera
heima, um tey kunnu loyva sær
ein gongutúr í frískari luft, um
tey kunnu keypa inn, tá tey ikki
eru í sóttarhaldi og so framvegis.
EIKIN
Ístaðin fyri at
stúra um, at vit
ikki vita, hvat
fer at henda, so
er umráðandi at
nýta høvi til at
husga um, at tað
eru broytingar,
sum gera lívið
innihaldsríkt
júst nú
Tað kann eisini
vera, at alt
fer at spæla
væl av, og at
samfelagið um
eina tíð koyrir
normalt aftur.
Tað kann vera
gott at ímynda
sær tað eisni og
hyggja rationelt
upp á tingini og
útlitini, sum í
løtuni eru góð
Framhald á síðu 14