Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 14 TEMA: Korona Tað kann skapa ótta, sigur hon frá. Samstundis er umráðandi at minnast til, at menniskju, ið stríð­ist við ótta, angist, tunglyndi, sosiala angist og annað hava tørv á at fara út, greiðir hon frá. – Tað er tí ikki gott, um tey ikki vita, hvat tey kunnu, sigur sál­ar­ frøðingurin – Eg havi eisini tosað við fólk, sum kenna skammarkenslu, tí boð­ini og tilmælini hava verið upp til tulking. Hittast tey til dømis við einum vinfólki, so hava tey følt, at fólk hyggja, og tey kenna, at tey gera okkurt skeivt, sigur hon og leggur aftrat, at tað er umráðandi, at vit hava í huga, at umstøðurnar hjá okkum øllum eru ymiskar. – Summi hava kjarnufamilju heima, sum tey kunnu vera saman við, ímeðan onnur ikki hava gott forhold til familjuna ella búgva einsa­møll. Tey mugu hava onkra trygga sosiala samveru. Áðrenn vit geva øðrum skuldarkenslu, eiga vit at minnast til, at teirra um­støðurnar ikki neyðturviliga eru sum okkara. Innihaldsríkan gerandisdag Gurið Simonsen greiðir frá, at fyri tey flestu er tað gott at skapa innihald í gerandisdegnum, hóast hann er broyttur. – Nógv ganga fyri einki og vita ikki, hvat tey skulu takast við. Tey kunnu ikki vera sosial og tað skap­ ar strongd, og tey ið hava ótta eru meir útsett, tá tey gerast strongd, sigur hon. Hon greiðir frá, at í Føroyum eru mong, ið stríðast við sosiala ang­ist, og tá kann ein slík støða, sum vit eru í nú, gerast sera avbjóð­andi. Sálarfrøðiliga verður mælt til, at ein sum stríðist við sosiala angist tekur persónliga avbjóð­andi praktisk stig til sosiala sam­veru við kønari hjálp frá ser­ frøð­ingi. – Viðgerin er at koma meir út, at vera saman við fólki og at bjóða sær sjálvum av í sosilaum støðum. Tað ber sjálvsagt ikki til nú, og tí er eisini torført at hjálpa teimum, ið stríðast við sosiala angist nú handl­ar eru lukkaðir og tiltøk av­ lýst, sigur hon. Hon leggur tó aftrat, at arbeiði við slíkari angist er tyngjandi, og tí tykist tað positivt hjá teimum líðandi at vera heima og sleppa undan sosialu avbjóðingini. Gurið Simonsen greiðir frá, at støðan, sum vit nú eru í, er so nýggj, at torført er at koma við eini niðurstøðu um, hvussu hon ávirk­ar okkum sálarliga, men hon heldur, at hóast summi gerast meir stúrin, so kann støðan eisini hava positiva ávirkan. Tað er í høvuðsheitum positivt, at vit kenna okkum sameint, tí hetta rakar okkum øll og allan heimin. Tað verður kunnað og sam­skift frá myndugleikunum og á sosialu miðlunum. Eisini er nógv samfelagshjálp at heinta. Tá er man saman sum mannaætt, hóast øll sita heima hvør í sínum lag. – Fyri menniskju, sum eru inn­hugsin og ikki orka so væl at vera saman við øðrum kann hetta eisini vera ein positiv tíð. Tað kann vísa seg, at fólk gerast minni strongd og hugsa minni um trýstið, ið liggur á okkum í ger­andis­degnum. Tað eru mong, sum nú endiliga kunnu vera í friði eina løtu, tí nú er tað álagt okkum av myndugleikunum, sigur Gurið Simonsen. Tað er ótrúligt, hvussu skjótt fólk venja seg við, at hetta nú er okkara nýggja tilvera Nógv ganga fyri einki og vita ikki, hvat tey skulu takast við. Tey kunnu ikki vera sosial og tað skapar strongd, og tey ið hava ótta eru meir útsett, tá tey gerast strongd