hósdagur 26. mars 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
15
Nýbygningur
undirskrivaður
í sóttarhaldi
Anfinn Olsen, reiðari á
Framherja, hevði verið í Norra og
fundast um nýbygningin. Stutt
eftir at hann var heimkomin,
varð hann uppringdur av
landslæknanum, at hann mátti
í sóttarhald, tí hann hevði sitið
tætt við ein smittaðan persón í
flogfarinum. Nýbygningurin varð
tí undirskrivaður í sóttarhaldi
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
A
nfinn Olsen í Fuglafirði
kom heim hóskvøld, og
tað var í flúgvaranum
millum Danmark og
Føroyar, at hann hevur sitið tætt
við ein persón, ið var smittaður.
Eftir at tað varð ringt til hansara,
og hann varð biðin um at fara
í sóttarhald, hevur hann verið
heima.
– Tað var bara eg, sum var utt
anlands og skuldi í sóttarhald.
Men nú eri eg, konan og tvíbura
døturnar øll í sóttarhaldi heima
hjá okkum, sigur Anfinn Olsen.
Bæði Anfinn, konan og børnini
hava tað gott.
– Eg eri fleiri ferðir uppringdur
av sjúkrahúsinum ella av lands
læknanum, har tey spyrja, hvussu
eg havi tað. Men vit hava tað gott,
sigur Anfinn Olsen.
Hann sigur, at tey hava verið
inni allatíðina.
– Eg spurdi meg tó fyri, um tað
var í lagi, at eg kundi ganga túrar
úti, og tað fekk eg at vita, at tað
var í lagi. Men eg havi ikki verið
millum fólk, sigur hann.
Sáttmáli undirskrivaður
í sóttarhaldi
Anfinn Olsen hevði verið í Norra og
fundast um bygging av nýggjum
skipi. Týskvøldið í hesi vikuni varð
sáttmálin undirskrivaður.
– Vit gjørdu tað umvegis netið,
har vit sendu pappírini okkara
millum. Upprunapappírini verða
send við posti, sigur Anfinn Olsen.
Framherji hevur í longri tíð
kanna møguleikan at fáa nýtt
skip fyri Akraberg, og nú er avgerð
tikin og sáttmáli undirskrivaður.
Sjálvt um koronasmittan herjar
um heimin og eisini ávirkar fiski
vinnuna, so hevur tað ikki fingið
reiðaran í Fuglafirði at umhugsa
støðuna av nýggjum.
– Vit hava kanna hetta við
skipabygging í drúgva tíð. Korona
smittan fer óivað at vara í nakrar
mánaðir, men einaferð fer tað at
vera liðugt, og tá mugu vit koma
víðari, sigur Anfinn Olsen.
Ein nýmótans Akraberg um tvey ár
Týskvøldið undirskrivaði
Akraberg FD10, sum er eitt felag
hjá Framherja, sáttmála um
at byggja nýggjan Akraberg í
Brattvågen í Norra. Talan er
um eitt sera nýmótans skip
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Trolarin verður liðugur 30. juni
2022, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Nýggi trolarin, sum kemur í
flotan fyri verandi Akraberg og
sum skal yvirtaka kvoturnar frá
honum, verður 84 metrar langur
og knappar 17 metrar breiður.
Kostnaðurin verður góðar
500 milliónir norskar krónur.
Norska krónna er veik í løtuni,
so 500 milliónir norskar eru 317
milliónir danskar.
Trolarin verður 84 metrar
langur og 17 metrar breiður. Ver
andi Akraberg, ið er frá 1994, er
góðar 78 metrar langur og 14
metrar breiður.
Nýmótans skip
Nýggja skipið fer at lasta 955
tons á platti. Tað er nakað meira
enn verandi skip, sum lastar 910
tons.
Nýggja skipið skal kunna
gera súrløgu umborð. Allur frá
skurðurin verður sostatt tikin og
seldur til Havsbrún at brúka til
alifóður.
– Verandi Akraberg klárar at
hava um 400 tons av súrløgu,
meðan nýggja skipið fer at klára
at hava 550 tons. Tað merkir, at
vit nú fara at klára at taka alt
heimaftur við, og einki verður
blakað út aftur, sigur Anfinn
Olsen.
Verandi Akraberg hevur havt
skipanina við súrløgu í fimm ár.
Nýggi Akraberg fer eisini at
hava ein tanga umborð, har liv
andi fiskur kann svimja.
– Hetta er gott, um skipið ger
stór hál. Vanliga kann fiskurin
strongjast, men um hann sleppur
at svimja í tanganum, so verður
strongdin ikki so stór, og vit
vænta at fáa betri góðsku, sigur
Anfinn Olsen.
Framleiða streym
Nýggi Akraberg verður meira
nýmótans á fleiri økjum. Hann
skal kunna fiska við trimum
trolum, meðan verandi klárar
við tveimum.
Spølini vera elektrisk, og tey
skulu eisini framleiða streym.
– Tá ið trolið verur skotið
avstað, savnar tað orkuna inn í
eitt battarí. Á hendan hátt fara
vit at spara orku. Skipið verður
tí væntandi eisini friðarligari, tá
ið tað fer at liggja við kai, sigur
Anfinn Olsen.
Oljunýtslan verður minni,
væntandi millum 12 og 14 prosent
minni.
Nógv orka løgd í
Skrokkurin á nýggja skipinum
verður bygdur í Rumenia, síðani
sleipaður til Norra, har hann
verður gjørdur liðugur.
Nýggi trolarin skal fiska botn
fisk og rækjur.
Rækjuverksmiðja er eisini
umborð á verandi Akrabergi,
men tann nýggja verður meir
nýmótans, har til ber at skilja
og kóka og sostatt hækka virði
umborð.
– Vit rokna við, at vit kunnu
økja virði á sama fiskiskapi
við umleið 15 prosentum, sigur
Anfinn Olsen.
Akraberg er í løtuni á rækju
veiðu í russiskum sjógvi.
– Vit hava lagt nógva orku í
hetta at fáa eitt nýmótans skip.
Nú gleða vit okkum til skipið
kemur, sigur reiðarin.
Anfinn Olsen, reiðari á Framherja
Mynd: Álvur Haraldsen