Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 16 – Nú vit ikki kunnu savnast í kirkjuni til gudstænastu, so upplivi eg tað soleiðis, at í hesi truplu støðuni kann eisini nakað gott koma burturúr. Kirkjan flytur seg frá prædikustólinum út til gerandisdagin hjá fólki, sigur Ann Dahl Hansen, sóknarprestur við dómkirkjuna í Havn FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO Í 14 dagar hevur Ann Dahl Hansen sitið í sjálvbodnum sóttarhaldi. Tað var dóttirin, sum gongur í 6. flokki, sum hevði verið í Danmark. Tá ið hon kom heimaftur, fór hon í sóttarhald, sum áheitanin frá myndugleikunum tilráddi. Mamm­an og systurin gjørdu tað sama, meðan maðurin flutti út í eina tíð. – Vit hava tað gott, og eingin av okkum er sjúkur, sigur hon. Alt fleiri vilja tosa við prest Tíðin undan páskum er ofta ein strævin tíð hjá prestum, har nógv er at gera bæði í sambandi við kon­ fir­matión, føstugudstænastur, páska­gudstænastur umframt vígslur og dópar. – Tað var sera nógv á skránni, og eg skuldi hava fleiri vígslur og dópar, men tað er alt útsett til seinni, sigur hon. Men prestur hevur tó ikki sitið heima og hildið frí. – Tað eru nógv fleiri fólk nú í mun til áður, ið hava vent sær til mín at fáa eitt prát. Tað er umvegis telefon ella netið. Eg havi havt rætti­liga nógvar samrøður, og tað eru eisini fleiri, ið hava spurt, um eg kann biðja fyri teimum. Hetta fyllir sera nógv fyri tíðina, sigur Ann Dahl Hansen. Tað er ymiskt, ið samrøðurnar eru um, men prestur vísir á, at tað eru nógv, sum stúra, nú korona­ smitt­an herjar. – Tað eru fleiri, sum eru stúrin og óttafull, og sum hava tørv á, at onkur leggur oyra til tað, sum bylgist í teirra hjarta. Støðan við korona ávirkar fólk sera nógv, sigur hon. Fólk ynskja svar Hon vísir á, at fólk seta spurningar, og tey vilja eisini hava svar. Til dømis, hví Gud loyvir hesum at henda. – Vit vilja ofta hava stýr á øllum og ynskja okkum svar. Men vit fáa ikki svar upp á alt, og Gud hevur ikki lovað okkum at sleppa undan tí ringa, sigur hon. Hon vísir á, at tað, sum kirkjan og prestarnir kunnu gera, er at leggja oyra til tað, sum fólk koma við. – Eg havi varhuga av, at fólk ger­ast meira eyðmjúk í hesum døgum, nú tey mugu viðganga, at tey kunnu ikki stýra øllum sjálvi. Men tá ið fólk eru trýst, er gott at vita, at vegurin uppeftir er opin, sig­ur hon. TEMA: Korona Prestur í sóttarhaldi: Kirkjan flytur seg frá prædikustólinum út í gerandisdagin Tað eru fleiri, sum eru stúrin og ótta­full, og sum hava tørv á, at onkur legg­ur oyra til tað, sum bylgist í teirra hjarta. Støðan við korona ávirkar fólk sera nógv