hósdagur 26. mars 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
17
Møta fólki í
gerandisdegnum
Hon vísir á, at kirkjan er noydd at
vera aðrastaðni, tá ið fólkið ikki
kemur í kirkjuna.
– Vit eiga at vera meira úti í
samfelagnum, møta, stuðla og
eggja fólki, har vit kunnu. Fara frá
prædikustólunum og vera í ger
andisdegnum hjá fólki. Vit kunnu
millum annað lurta og biðja fyri
fólki, sigur hon.
Hon vísir á, at tað er bæði av
bjóðandi og gevandi av vera prest
ur í hesum døgum.
– Vit koma tætt upp á fólk,
og eisini tey, ið eru í neyð. Tað er
tørvur á, at onkur er í støðuni sam
an við teimum. Sjálvt um tað kann
vera trupult, so eru tað eisini ríkar
løtur, sigur prestur.
Prestar eru kreativir
Sjálv hevur hon skrivað ymisk
lívgandi orð á sín facebookvanga,
meðan aðrir prestar á annan hátt
eru kreativir og taka tøknina í
nýtslu.
– Tað eru nakrir prestar, millum
annað Ovi Brim, Bergur Debes
Joensen og Derhard Jógvansson,
ið gera stutt videobrot og leggja
út á netið, har teir hava stuttar
andaktir, upplívgandi orð, bøn
ella annað, sum teir luta við sítt
kirkjulið og Føroya fólk, sigur hon.
Um hon sjálv fer at gera okkurt
kreativt í framtíðini, má tíðin vísa.
– Tað er maðurin, ið er tann
tekniski, og um eg skal gera okkurt
video ella okkurt annað, so má eg
fáa hjálp frá honum, sigur hon.
Kirkjan sjónligari
á netinum
Nú fólk ikki kunnu savnast til
gudstænastu, gleðist hon um,
at gudstænastur verða sendar í
Kringvarpinum sunnumorgnar,
umframt at fleiri eisini stroyma
gudstænastur á netinum.
– Ein avtala er fingið í lag við
Kringvarpið um at senda guds
tænastur úr Dómkirkjuni kom
andi tíðina. Tað er gott, at fólk
kortini sleppa til gudstænastu
heima við hús, sigur hon.
Ann Dahl Hansen skal sjálv
prædika 2. páskadag.
Hon gleðist eisini um, at Christ
ianskirkjan leggur andaktir út, og
at onnur stroyma gudstænastur
og møti á netinum.
Hóast Ann Dahl Hansen slepp
ur úr sóttarhaldinum í dag, so
verður tað tó avmarkað, hvussu
nógv hon verður at síggja úti á
Havnargøtum í framtíðini.
– Eg havi astma, og tí eri eg í
einum vandabólki og má tí vera
eyka varin, nú korona herjar. Men
eg komi tó eftir øllum at døma at
hava nokk at gera kortini, sigur
hon.
Ann Dahl Hansen,
sóknarprestur í
Suðurstreymoyar
eystara prestagjaldi
Eg skuldi hava fleiri
vígslur og dópar,
men tað er alt útsett
til seinni
Vit fáa ikki svar
upp á alt, og Gud
hevur ikki lovað
okkum at sleppa
undan tí ringa