hósdagur 26. mars 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
18
Áðrenn korona-trupulleikin tók
seg upp, og alt samfelagið fór
í hernað móti smittuspjaðing,
var vanligt, at nøkur av teimum
avvarðandi kundu vera inni hjá tí
sjúka og doyggjandi í senn. Men,
eisini her eru avmarkingar í dag.
- Tað hevur eisini verið vanligt at
havt andakt inni á stovuni saman
við tí liggjandi og nærmastu
avvarðandi. Men, tað ber ikki
til, soleiðis sum støðan er nú.
Tískil er vanliga sorgargongdin
upp undir endan púrasta broytt,
sigur sjúkrahúspresturin,
Sverri Steinhólm
VILMUND JACOBSEN
S
verri Steinhólm, sókn
arprestur í Suðurstreym
oyar eystara Prestagjaldi,
er eisini sjúkrahús-og
fongsulsprestur. Tá hann søkti
og varð settur í hetta starv hin 1.
desember í 1995, vóru uppgávurnar
sum ávikavist sjúkrahúsprestur
og fongsulsprestur partur av
starvslýsingini.
Kirkjuligu uppgávurnar hjá
honum eru í fyrsta lagi í Havnar
kirkju og Nólsoyar kirkju.
Nú Føroyar og meginparturin
av heiminum roynir at byrgja upp
fyri smittuspjaðing í samband
við herviligu korona-farsóttina,
er Fólkakirkjan eisini ein aktivur
viðleikari.
Eingin kirkjugongd er kring
landið, og konfirmatiónir eru út
settar til heystar, eins og roynt
verður at fáa fólk at útseta barna
dóp og vígslur í tann mun, tað let
ur seg gera.
Jarðarferðir eru avmarkaðar
til tey allar nærmastu avvarðandi,
og í onkrum føri eru jarðarferðir
vorðnar stroymdar á netinum.
Í tíðum sum hesum, har roynt
verður av øllum alvi at halda cor
ona-smittuni burtur frá teimum
veiku, sjúku og gomlu, er ikki
minni umráðandi, at starvsfólki
innan heilsuverk og sjúkrarøkt
verða vard so væl, sum yvirhøvur
tilber.
Treytin fyri, at heilsuverk og
eldrarøkt kunnu røkja sínar al
neyðugu uppgávur og vera um
tey, sum tørva mest, er, at hvør
ansar sær - og at øll ansa eftir
hvørjum øðrum.
Tekur øll atlit
Uppgávan hjá sjúkrahúsprestin
um er at vitja tey sjúku, gomlu
og doyggjandi, men hvussu kann
arbeiði skipast, nú alt samfelagið
roynir at verja seg ímóti korona-
farsóttini?
- Mítt starv liggur undir Fólka
kirkjuni, og eg lurti eftir tí, sum
bispur sigur. Allir prestar eru
avmarkaðir í løtuni. Í mínum
arbeiði sum sjúkrahúsprestur
royni eg sum best at seta saman
ynskini hjá kirkjuni og sjúkra
húsverkinum. Hjá mær er tað
sjálvsagt ein fyrimunur, at eg
havi røkt hesa uppgávu á sjúkra
húsinum gjøgnum so mong ár.
Tískil skulu atlit altíð takast til
tann smittuvanda sum er á einum
sjúkrahúsi. Eingin hevur verið út
fyri júst hesum, sum nú hendir,
áður, og vit mugu øll vera nærløgd
og brúka vit og skil. Eingin kann
ganga runt, sum best ber til.
Sverri Steinhólm vísir á, at
hósdagar hevur hann altíð tvær
gudstænastur á Landssjúkrahús
inum, og ofta hevur hann eisini
gudstænastu sunnudag.
- Nú standi eg einsamallur á
hóskandi staði í gongini og brúki
hátalarasett, soleiðis at gudstæn
astan hoyrist inn í stovurnar, har
tey sjúku eru. Eg havi brúkt hátal
arasett í fleiri ár.
Við gudstænastuna sigur prest
ur nøkur orð, og nú eingin organ
istur er, syngur hann sjálvur fyri.
Vegna smittuvanda verða ongar
sálmabøkur býttar út.
Sóknarpresturin sigur, at hann
sjálvandi tekur øll hugsandi atlit,
nú støðan er, sum hon er, men líka
so avgjørdur er hann um, at hann
altíð er tøkur, tá boð eru av sjúkra
húsinum eftir honum.
Partur av hópinum
Umframt regluligu gudstæn
asturnar, sum Sverri Steinhólm,
hevur á Landssjúkrahúsinum,
fer hann eisini út, tá hann verður
tilkallaður.
- Hetta er ein háttur at avmarka
smittuvandan. Tess fleiri fólk, tú
umgongst, jú størri verður smittu
vandin, og hetta er galdandi fyri
okkum øll, eisini starvsfólkini. Í
dag havi eg verið á tveimum vitj
anum, har onnur vitjanin var ein
sjúklingur, og í hinum førinum
heilsaði eg upp á starvsfólk.
Sóknarpresturin leggur dent
á, at hann í sínum arbeiði á
Landssjúkrahúsinum er partur
av starvsfólkahópinum, og hann
rennur tískil ikki runt á sjúkra
húsinum sum ein smittuberi.
- Tað er reinur logikkur, tá tú
starvast á sjúkrahúsi, at reinføri
er so gott, sum tað yvirhøvur
kann vera, og hetta havi eg altíð
lagt stóran dent á. Eg fari ikki
inn á sjúkrastovurnar uttan ávís
ing frá starvsfólkunum, men eg
spyrji javnan, serliga á B6, har eis
TEMA: Korona
Sjúkrahúspresturin t
- men er altíð tøkur tá
Eingin hevur
verið út fyri júst
hesum, sum nú
hendir, áður,
og vit mugu øll
vera nærløgd
og brúka vit og
skil. Eingin kann
ganga runt, sum
best ber til…