Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 19 ini pallitiva deildin er, um tað er onkur, tey halda, eg skuldi farið inn til. Sverri Steinhólm vísir á, at hann ongantíð er farin leypandi inn á sjúkrastovurnar, men at hann altíð hevur vent sær til starvs­fólkini á deildunum fyrst. - Er tað onkur nýggjur, sum er á deildini, sigi eg, hvør eg eri, og so fái eg at vita, um eg skal fara at vitja - ella, um eg ikki skal fara. Tað hendir eisini, at onkur sjúklingur ligg­ur avbyrgdur - ella isoleraður, tí viðkomandi er fongdur við bakt­ erium, og tá hugsi eg ikki ser­stakt um korona-virus, men sum heild. Í slík­um føri er gjarna skelti á hurð­ ini, har viðkomandi sjúk­ling­ur liggur, sigur hann. Hin doyggjandi Sum sjúkrahúsprestur gjøgnum so mong ár hevur Sverri Steinhólm vitjað mong, sum hava ligið til tað seinasta. - Í hesum sambandi er alt broytt, nú tað ikki ber til í sama mun hjá avvarðandi at vera um síni kæru til ta seinasta. Eg veit ikki neyvt, hvørjar reglur sjúkrahúsverkið hevur, nú roynt verður av øllum alvi at byrgja upp fyri korona-smittu, men tað er greitt, at her er stór broyting. Hann vísir á, at fyri korona- trupul­leikan var vanligt, at nøk­ur av teimum avvarðandi kundu vera inni hjá tí sjúka og doyggjandi í senn. Men, eisini her eru avmarkingar í dag. - Tað hevur verið vanligt at havt andakt inni á stovuni saman við tí liggjandi og teimum nærmastu avvarðandi. Men, tað ber ikki til, soleiðis sum støðan er nú. Tískil er vanliga sorgargongdin upp undir endan púrasta broytt, soleiðis at tað kanska bara er konan, sum er inni, um maðurin liggur til tað seinasta, meðan børnini ikki kunnu vera inni hjá pápanum sam­stundis. Sterkar løtur Sverri Steinhólm vísir á, at løtur, tá bara hjúnini eru saman í slíkari støðu, og annar hjúnafelagin er farandi, kunnu gerast ógvuliga sterkar kensluliga. - Í øðrum føri, soleiðis sum tað hevur verið, og fleiri kanska vóru samlaði um hin farandi, kundi stemningurin onkuntíð kennast eitt sindur løgin. Hin doyggjandi lá bara har, og familjan var kanska í iva, um hin doyggjandi fekk nakað við av tí, ið sagt varð. Sjúkrahúspresturin vísir á, at familjan í summum førum roynir at siga tingini við hin liggjandi so varisliga sum gjørligt. Tey vilja kanska verja hin doyggjandi og siga tískil ikki júst sum er. Men, tað er nú einaferð soleiðis, at tann, sum liggur, hevur ikki brúk fyri verju. Familjan vil helst ikki, at hin doyggjandi skal vita veruleikan, tó at tey hava havt prát við læknan, sum hevur greitt teimum frá álv­ ars­ligu støðuni. - Sum sjúkrahúsprestur á slík­ um vitjanum, har fólk liggja til tað seinasta, gangi eg altíð út frá, at fólk eru klár. Vit eiga at virða eitt menniskja - líka til tað ikki eks­ist­ er­ar meira í tí jarðiska. Øll eiga fult menn­iskjavirði, so leingi tey eru á lívi, leggur hann aftrat. Hoyrnin er passiv Sverri Steinhólm sigur, at hann altíð á sínum vitjanum á sjúkra­ hús­inum gongur út frá, at ein per­ són­ur er klárur. - Eg snakki altíð við persónin, sum um viðkomandi er klárur. Hoyrn­in er passiv, og eg havi sjálv­ur sum sjúkur upplivað, at eg hoyrdi tað, sum onnur ikki hildu, at eg hoyrdi. Í slíkum støðum eiga vit ongantíð at siga nakað, vit ikki vildu havt sagt, um vit vistu, at hin doyggjandi hoyrdi. Sjúkrahúspresturin vísir á, at tað ongantíð er skilagott undir slík­um umstøðum at snakka ella teska um tann farandi. - Eg snakki altíð beinleiðis við hin liggjandi, og eg nevni navnið á viðkomandi, sum um hann er klárur. Viðhvørt geri eg tað eitt sindur bevíst fyri eisini at stilla sinnið hjá øðrum, sum eru í rúm­ in­um. Eg tosi á ein virðiligan hátt við hin doyggjandi, og eg seti orð á tað, sum hendir. Ofta merki eg, at hetta lættir um hjá tí, sum liggur - og eisini hjá teimum, sum eru í rúminum, sigur Sverri Steinhólm. Prestur á madrassu Tað hoyrir við upp í korona-um­ røð­una, at sjúkrahúsprestur sein­ astu tíðina hevur sovið á einari madr­assu á einari skrivstovu. - Í næst síðstu viku komu kona mín og børn saman við ommu-og abba­børnum úr Danmark, har 28 ára gamli sonur okkara býr. Sverri Steinhólm vísir á, at tey øll - fimm í tali - eru í sóttarhaldi í presta­garðinum í Sandágerði, með­an hann sjálvur seinastu 10 dag­arnar hevur sovið á ein­ari skúm­madrassu á einari skriv­ stovu. - Eg havi verið í túninum hjá familjuni í Sandagerði, men eg havi hildið meg í góðari frástøðu, so­leiðis at eingin hugsandi smittu­ vandi er av hesi orsøk. Hesar dag­ ar­nar havi eg havt stundir til at hugsavna meg og hugsa um mín gerning, og eg havi eisini runnið mær nakrar túrar, sigur sjúkra­ hús­presturin í samrøðu við Sosial­ in. tekur øll atlit á boð eru Sum sjúkrahús­ prestur gangi eg altíð út frá, at fólk eru klár. Vit eiga at virða eitt menniskja - líka til tað ikki eksisterar meira í tí jarðiska… Sverri Steinhólm sigur, at hann tekur øll hugsandi atlit til smittuvanda, nú støðan er, sum hon er, men líka so avgjørdur er hann um, at hann altíð er tøkur, tá boð eru av sjúkrahúsinum eftir honum