Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 20 TEMA: Korona Búskaparligu avleiðingarnar av koronavirus eru nú av álvara farnar at gera um seg, og góðu búskaparútlitini frá 2019 eru vend til tað, ið mest av øllum líkist einari bráðari afturgongd STEINAR PATURSSON Í farna mánaði, tá korona­ krepp­an var upp á tað hægsta í Kina, steðgaði kin­ es­iski búskapurin so at siga upp, virðis­brævamarknaðurin er í løt­uni í fríum falli, og japanski bú­skap­urin, sum er triðstørsti bú­skap­urin í heiminum, hevur stór­ar av­bjóðingar, nú avgjørt er, at olymp­isku leikirnir í Tokyo í summ­ar verða avlýstir. Flogferðslan er fyri harðari aft­ urgongd, og koronakreppan hevur kravt sín fyrsta húsagang, eftir at Flybe fyrr í mánaðinum steðgaði sínum virksemi. IATA, ið er heims­ stovn­urin fyri loftflutning, metir, at kor­onakreppan fer at kosta flog­vinnuni 29 milliardir doll­ arar. Aðrir stovnar eru enn meira svart­skygdir. CAPA, ið er konsul­ ent­stovnur fyri flogferðslu, metir, at uttan uppíblanding og hjálpar­ pakk­ar frá tí almenna, eru flestu flog­feløg farin á húsagang um mán­aðarskiftið mei-juni, um ver­ andi støða heldur fram. BTÙ forsagnirnar broytast OECD, sum er stovnurin fyri fíggj­ arligari menning og samstarvi, boð­aði í oktober mánaða frá, at búskaparvøksturin fyri 2020 fór at vera um 2,9 prosent. Tá kor­ ona­virusið gjørdist ein global av­ bjóðing, heldur enn ein kinesisk, broytti OECD forsagnirnar til ein búskaparvøkstur á 2,4 prosent. Stovnurin legði kortini aftrat, at gjørdist koronavirus ein longd kreppa, kundi væntast, at tann vøksturin varð skorin niður í helvt, bert 1,5%. Nú vil aðalskrivarin í OECD, Angel Gurría, vera við, at støðan er meira álvarsom enn so, og at vón­irnar um 1,5% búskap­ar­vøkst­ ur eru farnar at líkjast dreymum. Við BBC segði Gurria í vikuni, at koronakreppan var meira álv­ ar­som fyri heimsbúskapin enn yv­irgangsálopini 11. september í 2001 og búskaparkreppan í 2008 vóru, og at tað fer ikki at bera til hjá tjóðarbúskapunum at koma fyri seg í bræði. – Orsøkin er, at vit vita ikki, hvussu nógv tað fer at krevja at bøta um arbeiðsloysið, tí vit vita ikki, hvussu nógv fólk fara at vera arbeiðsleys. Vit vita heldur ikki, hvussu nógv tað fer at krevja at bøta um støðuna hjá teimum fleiri hundraðtúsund smáu og mið­al­ stóru fyritøkunum, sum longu merkja sviðan, segði Angel Gurría við BBC. Sambært Gurría vildu fleiri G20 leiðarar [Group of 20, stjórn­ ar­leiðarar fyri 19 lond umframt ES, red.] vera við, at koronasmittan fór at føra við sær eina bráða, men stutta, kreppu, og at búskapurin fór at koma seg umgangandi, so­ leiðis at búskaparliga kurvan fór at síggja út sum eitt "V". Hetta er kortini ynskishugsan, sigur Gurría, sum vil vera við, at kurvan verður meira lík einum "U" við einum langum botni. Tað týdningarmesta er at fyribyrgja, at búskapargongdin líkist einum "L", heldur Gurría, sum eisini ger greitt, at so skal handlast um­gang­ andi. Stjórnir fyrireika hjálparpakkar Ógvusligu avleiðingarnar fyri vinnu­lívið hava ført við sær, at stjórnir eru farnar undir at fyri­ reika hjálparpakkar til ídnað, vinnu­lív og løntakarar. Danska stjórnin arbeiðir við ein­um hjálparpakka, ið bæði skal koma vinnulívinum til góðar, um­framt at løntakarar skulu fáa endurgoldið mista inntøku. Somu­leiðis hevur landsstýrið sam­tykt ein hjálparpakka, sum um­framt at veita fyritøkum ein skoða í MVG gjaldinum eisini gev­ur løntakarum atgongd til ALS grunn­in umvegis arbeiðsgevaran fyri mista inntøku - antin fyri at fara niður í arbeiðstíð ella fyri at verða fyribils send til hús. Koronakreppan er nú eisini farin at spjaða ótta millum løn­tak­ arar í Stórabretlandi, og bretski fíggj­armálaráðharrin, Rishi Sun­ ak, hevur boðað frá, at stjórnin ar­beiðir við einum uppskoti, sum skal tryggja, at løntakarar fáa endurgoldið 80 prosent av lønar­missinum við einum lofti á 2500 pund. Kravið frá stjórnini til arbeiðs­gevaran er, at starvsfólkini ikki verða uppsøgd, men einans send til hús fyribils. Fýra høvuðstáttir í fyribyrgingini Ein týðandi partur av hjálpar­ pakk­unum - í øllum førum um okk­ara leiðir - hevur verið at tryggja gjaldførið og keypsorkuna hjá vanligu løntakarafjøldini. Hetta er eisini eitt av tilmælunum hjá OECD, sum í høvuðsheitum mæl­ir til fýra ítøkilig punkt í til­ gongdini til at basa koronavirus. Pen­ingafloymurin til løntakaran, her­undir eisini sjálvstøðug vinnu­ rekandi, skal ikki steðga; vinnu­ fyri­tøkur skulu fáa skatta- og av­ gjaldsskoða; atkomulig og betri útgerð til læknar og onnur heilsu­ starvs­fólk, sum fáast við korona­ fyri­byrging, umframt ókeypis kor­ ona­kanningar. Samanlagt skal arbeiðið at basa koronavirus vera á stødd ella størri enn Marshall hjálpin, heldur Angel Gurría. Marshal hjálpin var evropeiski endurbyggingarpakkin hjá USA eftir annan heimsbardaga, sum eisini grundlegði OECD. Exit strategi Meðan diskursurin síðani jan­uar fyri tað mesta hevur verið um, hvussu bilbukt fæst við korona­ virusið, og hvussu vit "knekka kurvina", so eru fleiri, ið nú eru farin at sóknast eftir exit-strat­egi­ VÆNTA STÓR AFTURGONGD HEIMSBÚSKA Orsøkin er, at vit vita ikki, hvussu nógv tað fer at krevja at bøta um arbeiðsloysið, tí vit vita ikki, hvussu nógv fólk fara at vera arbeiðsleys