hósdagur 26. mars 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
21
um frá stjórnunum runt í heim
inum.
Lítið er at hoyra um, nær fólk
kunnu vænta sær ein vanligan
gerandisdag aftur, og stjórnarleið
arar í Evropa tykjast ikki at hava
svar uppá, hvussu leingi verandi
tiltøk skulu halda áfram.
Hinumegin Atlantshav hevur
Donald Trump, forseti, kortini
gjørt sær aðrar ætlanir, og í vikuni
boðaði hann frá, at búskapurin í
USA letur upp aftur á páskum
við fullari ferð. Koronakreppan
kostar amerikanska búskapinum
dýrt, segði Trump, og haraftrat
eru páskir ein ov týdningarmikil
tíð, at amerikanarar kunnu sita
innilæstir, heldur hann. Ætlanir
nar hava, sum vera man, verið fyri
sterkum atfinningum.
– Tú kanst oyðileggja eitt land
á hendan hátt við at steingja tað,
har tað fer frá at vera heimsins
mest múgvandi land, segði Donald
Trump.
Tað eru kortini ikki øll, ið eru
eins avgjørd, at almenna rúmið
skal haldast avbyrgt í fleiri mán
aðir.
Paul M. Romer, búskaparfrøð
ingur og vinnari av heiðursløn
Nobel's í búskaparfrøði, og Alan
M. Garber, búskaparfrøðingur,
skriva í New York Times, at
framferðarhátturin hjá stjórn
unum higartil kunnu hava van
lukkuligar langtíðar avleiðingar.
Teir vísa á, at hóast hjálparátøk, so
sum lántrygd og peningainnskot
til løntakarar og fyritøkur, kunnu
forða fyri húsagangi, so er hetta
ikki nokk til at fáa framleiðsluna
upp á sama støði, sum hon var, áðr
enn sosial frástøða setti ferðina á
framleiðslu og tænastum niður.
Eisini vísa teir báðir Romer og
Garber á, at undir búskaparkrepp
uni í 30'num var arbeiðsloysið í
USA um 25 prosent, tá kreppan
herjaði upp á tað versta, og at
ávaringarlampurnar eru farnar
at lýsa, nú Steve Mnuchin, fíggj
armálaráðharrin í USA, boðar frá,
at amerikanska arbeiðsloysið fer
møguliga at koma upp á 20 pro
sent orsakað av koronavirus.
Romer og Garber vilja vera
við, at tað er alneyðugt at fáa fólk
aftur til arbeiðis sum skjótast.
Fyri at røkka hesum málinum er
neyðugt, myndugleikarnir rað
festa covid-19 kanningar, soleiðis
at almenningurin kann kannast
bæði skjótt og regluliga. Enda
málið er, siga Romer og Garber, at
tey, sum ikki eru smittað, kunnu
fara til arbeiðis sum vant.
Harumframt er neyðugt við
atkomiligari og góðari fyribyrg
ingarútgerð, sum fólk duga og
kenna seg trygg við at nýta. Inn
an fýra mánaðir eru liðnir, skal
útgerðin vera tøk fyri 75 prosent
av arbeiðismegini, mæla Romer og
Garber til.
– Um vit halda áfram við strat
egiini at halda smittuni niðri við
tilvildarliga sosialari frástøðu í 12
til 18 mánaðir, fara tey flestu okk
ara at vera á lívi. Men so verður
tað búskapurin, sum er deyður,
siga Paul M. Romer og Alan M.
Garber í New York Times.
RA
D Í
APINUM
Men so verður
tað búskapurin,
sum er deyður
Tú kanst
oyðileggja eitt
land á hendan
hátt