Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 22 Eftir korona-kreppuna koma ferðafólkini aftur - Nú vit ikki sleppa at ferðast, virðismeta vit upp aftur meira tað frælsi, ið vit mest sum hava tikið fyri givið. Kanska fara vit at gerast meira tilvitað um tað, sum er týdningarmikið í lívinum, heldur formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag, Heini Tausen, sum onga løtu ivast í, at ferðafólkini fara at koma aftur til Føroya, tá viðurskiftini koma í rættlag VILMUND JACOBSEN A lt samfelagið er ávirkað av korona- støð­uni, og enn duga vit ikki at síggja lang­ tíð­ar­ávirkanina av øllum tí, sum hes­ar broytingar koma at hava við sær. Ferðavinnan í Føroyum hevur veruliga fingið eitt skot fyri bógvin, nú eingi útlendsk ferðafólk vitja landið, og føroyingar í stóran mun halda seg heima. - Í Sandoyar sýslu ávirkar hetta sjálvandi eisini, og teir lok­ alu veitararnir, ið hava gjørt seg út til eitt summar við ferða­vinnu­ tilboðum, eitt nú útferðum, til­ tøk­um og summ­ar­húsa­útleigan, merkja hetta í sera stór­an mun. Tað sigur Heini Tausen, sum er nýggjur formaður í Sandoyar sýslu Ferðalag. Hann væntar, at ferða­vinnan í summarhálvuni í ár verður slakari enn undanfarin ár, tó at torført er at spáa um kom­ andi tíðina. - Í løtuni arbeiðir Visit Sandoy ser­liga við at taka sær av limum, gest­um og teimum lokalu veitar­ un­um. Sjálvt um tað sær svart út, mugu vit trúgva upp á eina ljósa ferðavinnuframtíð, heldur for­ mað­urin fyri. Heini Tausen vísir á, at um tað er nakað, sum er jaligt við kor­ona- kreppuni, so er tað, at vit menn­ iskju kanska fara at gerast meira tilvitað um tað, sum er týdn­ing­ar­ mikið í lívinum. - Tá tú ikki sleppur at ferðast, virðis­metir tú upp aftur meira tað frælsi, ið vit mest sum hava tikið fyri givið, leggur hann aftrat. Vilja til Føroya Formaðurin í Sandoyar sýslu Ferða­lag leggur dent á, at tá spjað­ingin av korona-virusinum mink­ar - ella heilt er burtur - og landa­mørkini lata upp aftur, eiga vit í Føroyum at verða so klár sum gjør­ligt at taka ímóti ferða­fólk­ un­um, ið væntandi koma higar og vilja njóta okkara fant­ast­iska land og náttúru. - Beint nú mugu vit gera alt vit kunnu fyri, at ferðavinnan í Sand­ oyar sýslu ikki verður rakt harðari enn neyðugt. Heini Tausen vísir á, at tað finn­ ast hópin av fólki í heiminum, ið gjarna vilja koma til Føroyar - og eisini til Sandoyar sýslu - at vitja. - Tá ræður um hjá okkum at møta eftirspurninginum og kunna bjóða eitt fjøltáttað úrval av aktivitetum, upplivingum og gist­ingarmøguleikum. Tað er mín met­ing, at einki er so vist sum, at ferða­fólkini koma aftur. Hevur nøkur boð Nýggi formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag hevur eisini nøkur boð upp á, hvat gerast kann fyri ferða­vinnuna í hesu truplu kor­ ona-tíðum. • Brúkið tíðina, nú tit eru heima, til at gera gesta­ kamarið liðugt og fá tað lagt út á Airbnb. Tá kunnu vit hava eitt breið­ari gistingarútboð til ferða­ fólkini. • Brúkið tíðina úti í náttúruni, takið vakrar, øðrvísi myndir og deili tær við okkum á Visit Sandoy, soleiðis at vit eru klár, tá ferðavinnan aftur fer at blóma í sýsluni. • Gerið brúk av lokalu til­boð­ unum so nógv, tit kunnu. Arbeiðið heima og brúkið tíðina saman við teimum, ið hava týdning fyri teg - tá hjálpir tú samstundis ferðavinnuni. • Vend tær til Visit Sandoy við tínum ferðavinnuhugskoti, hjálp okkum at hjálpa tær. Kanska títt hugskot júst er tað tilboð, sum ferðavinnan í Sandoyar sýslu hevur bíðað eftir. Heini Tausen heldur, at ferða­ vinnan í Føroyum hevur eina av­ bjóðandi tíð fyri framman. - Men, eg eri sannførdur um, at ferðavinnan kemur ígjøgnum hesa truplu tíð og kemur at standa sterkari enn nakrantíð, tá viðurskiftini, sum beint nú eru fastløst, koma í rættlag aftur, sig­ ur Heini Tausen, formaður í Sand­ oy­ar sýslu Ferðalag. - Vit mugu verða klár, tá ferðavinnan aftur fer at blóma í sýsluni, sigur formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag - Ferðavinnan hevur eina avbjóðandi tíð fyri framman, sigur Heini Tausen