hósdagur 26. mars 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
23
Immunverjan er avgerandi
fyri niðurberjing av korona
- Ein sterk immunverja kann leypa so ógvusliga
á, at hon ger av við bæði á frískar og lívsneyðugar
partar av likaminum. Við lungnabruna javnviga
immunverja og lungu á einari knívsegg. Fer
immunverjan ov ógvusliga í gongd, kann tað
enda við, at hon oyðileggur lunguni, sigur
Anna Spurkland, professari í immunologi
VILMUND JACOBSEN
N
økur av teimum kor
ona-smittaðu fáa bert
lættari sjúkueyðkenni,
meðan onnur kunnu
fáa tørv á andahjálp við anding
artóli. Korona-virus rakar fólk
ógvuliga ymiskt.
Sambært almennum heilsu
myndugleikum fáa umleið 80
prosent av teimum, sum gerast
fongd av covid-19, milda sjúku.
Flestu, sum lótu lív, høvdu framm
anundan vánaliga heilsu.
Men, korona rakar ikki bara
eldri og sjúk. Eisini ung og frísk
fólk kunnu gerast álvarsliga sjúk
og kunnu fáa tørv á andahjálp.
Nýtt og ókent
Anna Spurkland, sum er professari
í órinsfrøði ella immunologi við
Universitetið í Oslo, hevur skrivað
bókina ”Immun”, og hon sigur, at
covid-19 í høvuðsheitum kann elva
til álvarsliga sjúku hjá eldri fólki
og hjá fólki, sum frammanundan
hava aðrar sjúkur.
Hon leggur dent á, at tað er
nógv, sum heimurin í løtuni ikki
veit um covid-19, tá hetta er eitt
lutfalsliga nýtt virus.
- Vit hava bara kent hetta vir
usið í tríggjar mánaðir. So, tað er
ógvuliga nógv, vit enn ikki kunnu
siga um covid-19, sigur profess
arin.
Sambært almennum heilsu
myndugleikunum eru fólk við eitt
nú diabetes, kroniskum lungna
sjúkum, krabbameini, hjarta- og
æðrasjúkum og høgum blóðtrýsti
í størri vanda fyri at gerast álvars
liga sjúk.
Mett verður, at fólk, sum eru 65
ár og eldri, eisini eru í størri vanda.
Ymisk immunverja
Tað finst í løtuni eingin heilivágur
ella effektiv viðgerð móti korona-
smittu. Tí er immunverjan rætti
liga avgerandi fyri niðurberjing av
sjúkuni.
Sambært professaranum, Onnu
Spurkland, kann immunverjan hjá
menniskjum býtast í tveir partar:
Tann eini parturin er viðfødda
immunverjan - og hin parturin er
tillagaða immunverjan. Tillagaða
immunverjan mennist gjøgnum
alt lívið og serliga, tá fólk eru ung.
- Stutt kann sigast, at ein nýføð
ingur, sum verður føddur í henda
heim, hevur eina uppgávu - at
gerast immunur. Immunverjan
hjá tí nýfødda er skrúvað soleiðis
saman, at hon tekur sær av einari
ígerð fyri og aðrari eftir, sigur
Anna Spurkland.
Professarin vísir á, at hetta
eisini er ein orsøkin til, at mong
børn, sum eru vorðin smittað
við korona-virus, hava havt eina
milda sjúkugongd.
- Foreldur gerast ofta nógv
verri fyri av somu sjúku, sum eitt
barn treyðugt veit av, at tað hevur,
sigur hon.
Tiltaksgoymslur
Anna Spurkland sigur, at flestu
ung hava eina immunverju, sum
skjótt kann savna seg og leypa á
nýggj virus, men evnini til um
legging gerast verri, sum árini
ganga, og fólk eldast.
- Immunverjan hjá eldri fólki
hevur lært seg at niðurberja eitt
virus fyri og annað eftir gjøgnum
eitt langt lív. Men, tá so eitt
spildurnýtt virus kemur, hevur
immunverjan ikki longur somu
tiltaksgoymslur eftir til at leypa
á virusið nóg skjótt.
Professarin sigur, at hetta er
ein av høvuðsorsøkunum til, at
fleiri eldri kunnu gerast álvarsliga
sjúk av covid-19.
Gløgg immunverja
Sambært Onnu Spurkland kann
ein sterk og aktiv immunverja,
sum savnar seg skjótt, eisini føra
til eina álvarsama sjúkugongd.
- Eg fái ofta spurningin, hvussu
fólk fáa eina sterka immunverju.
Tá plagi eg at siga, at tað, sum er
avgerandi, er, at tú hevur eina
gløgga immunverju. Ein gløgg
immunverja dugir at skilja ímillum
tær frísku og sjúku kyknurnar.
Professarin greiðir frá, at ein
sterk immunverja í nøkrum fáum
førum kann leypa so ógvusliga á
sjúkuna, at immunverjan ger av
við bæði frískar og lívsneyðugar
partar av likaminum. Slík støða
kann í ringasta føri gerast lívs
hættislig.
- Við lungnabruna javnviga
immunverja og lungu á einari
knívsegg. Fer immunverjan ov
ógvusliga í gongd, kann tað enda
við, at hon oyðileggur lunguni,
sigur Anna Spurkland.
Arvalig frábrigdi
Menniskju hava ymisk arvalig
frábrigdi.
- Tað, at fólk kunnu gerast
álvarsliga sjúk, kann snúgva seg
um reina tilvild. Tey, sum yvir
liva eftir álvarsliga sjúku, kunnu
vera heppin og hava røttu saman
setingina av arvaeginleikum.
Professarin heldur eisini, at tað
kann hava týdning, hvussu ógvus
liga fólk gerast fongd við eitt nú
covid-19.
- Vit hava sæð dømir um spill
frísk heilsustarvsfólk, sum eru
vorðin álvarsliga sjúk, tí tey fingu
so nógv av virusinum í seg, leggur
hon aftrat.
Útbúgving og inntøka
Norski granskarin, Svenn-Erik
Mamelund, sum starvast hjá
OsloMet, heldur, at vandin fyri
smittu og álvarsomum sjúkum
partvís eisini kann hanga sam
an við sosialu støðuni hjá fólki.
Hann hevur granskað í alheims
farsóttum í meira enn 25 ár og
starvast nú við einari verkætlan,
rópt Panrisk, sum skal lýsa,
hvussu útbúgving og onnur sosi
al viðurskifti kunnu ávirka sjúku
og í ringasta føri deyða, tá far
sóttir gera um seg. Tað vísir seg
nevniliga, sigur hann, at fólk við
høgum útbúgvingum og góðum
inntøkum ikki í sama mun gerast
smittað og menna sjúkueyðkenni,
sum fólk, ið liva undir verri korum.
Svenn-Erik Mamelund vísir á,
at samanhangurin ivaleyst er, at
fólk, sum hava ein lægri status,
kunnu gerast skjótari strongd í
sínum arbeiðs-og familjulívi, og
tað er náttúrligt, at hetta ávirkar
immunverjuna og soleiðis eisini
mótstøðuføri móti sjúkum.
Covid-19
Tað var hin 31. desember í 2019, at
Heimsheilsustovnurin, WHO, fyri
fyrstu ferð fekk frágreiðingar um
ein lungnabruna - ”við ókendum
uppruna” - í Wuhan í Kina.
Hin 11. februar í 2020 fekk
sjúkan almenna navnið covid-19.
Virusið, SARS-CoV-2, hoyrir til
eina størri virusfamilju, kend sum
koronavirus. SARS og MERS eru
dømir um onnur sløg av korona-
virus.
Royndirnar higartil hava víst, at
umleið 15 prosent av teimum, sum
gerast fongd við covid-19, kunnu
gerast álvarsliga sjúk, harav nøkur
teirra enda á sjúkrahúsi.
Arbeitt verður kring allan heim
við at menna ein heilivág móti
covid-19, men væntandi er, at
hetta fer at taka tíð.
Kelda: NRK
HEILSA
- Tað avgerandi er, at tú hevur eina gløgga immunverju,
sum dugir at skilja ímillum tær frísku og sjúku kyknurnar,
sigur Anna Spurkland, professari í immunologi