Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 Nær munnu ó­van­ ligar tíðir hava sett djúp spor eftir seg í Før­oyum? 3. partur Heri Mohr Framhald úr fríggjadagsblaðnum: Tjóðarkitekturin fekk sær aftur í vín­glasið og bað øll reisa seg og drekka eina felagsskál. So kom maturin á borðið. Eitt sind­ur kólnaður. Ein nýklaktur cand. philur reisti seg og bað um orðið, hóast tað varð kunn­gjørt, at orðið var ikki frítt. Eftir øllum at døma visti hann ikki, at tað er ósiður at tosa við mati í munni. Hann segði annars, at hann hevði ver­ið burturstaddur fleiri ár, nú hann var liðugur við hægri út­ búgv­ing, og varð bilsin, at næstan allir før­oy­ingar eru vorðnir há­ ment­að­ir við tjóðuniversiteti, tjóð­ palli, tjóð­ar­kitekturi og nú eis­ini tjóð­hos­p­i­tali. Fyri nøkrum ár­um síðani kom tjóðsnapsur við før­ oysk­ari upp­skrift úr føroyskum vatni. Á eti­kettini rósandi orð um R. C. Eff­er­søe, sum var nógv skriv­ andi fráhaldsmaður. Og tað gong­ur støðugt framá. Fyri aðru ferð hava vit nú Tjóðbanka Føroya. Jú, sann­ iliga, her er tjóðfrælsi við fram­ komn­um tjóð­lívi og tjóðfrøði og tjóð­l­ívs­frøði. Á einari fyrrverandi Skála­trøð og fyrrverandi Lítluvík, sum hvurvu fyri nógvum árum síðani, er nú ein 100 ára gamal Ø­strøm-handil sprottin í gomlum hami. Tað var annars har, at tey ø­strøm­sku hildu tað kenda hesta­ ballið, tá ið ryssan Theodora folaði, og fylið skuldi doypast Arabella í cham­pagnu. Cand. philurin var samdur við tjóð­ar­kitektin og borgmeistaran, at mið­býu­rin er mentanarliga stein­ deyð­ur, og at Mylnugøta tessvegna má broyt­ast til eina gróttrappu. Báðir hava teir sæð ta 300 ára gomlu sponsku trappuna í Rom. Har eru, eins og í Føroyum, fólk og ferða­fólk í hópatali. Effersøe kann flytast út á Deb­ es­ar­trøð, og Tinghúsvøllurin, sum í mong hevur verið til ónýtis, verður broytt­ur til ein gosbrunn. Kanska tann pissandi standmyndin í spari­ kass­a­num kann koma til sín rætt í gos­brunn­inum eins og í Rom. Í ferðamannahøpi fer alt økið har at eita PIAZZA di VAGLI. Av tí at Ferð­a­mannastovan brandar Før­ oyar, er tað loyvt at brúka bannaða Z'ið. Sjálvandi kann trappan eisini brúk­ast til ”weekend on the steps” hjá van­ligum fólki at hvíla seg á og rinda møð­ina við einum køldum glasi. So vendi hann sær gest­i­k­ul­er­ andi til ferð­a­mann­a­stovustjóran: ”Tit gera eitt stórt og rósvert kunn­ ing­a­rarbeiði um okkum, sum búgva í Føroyum. Tit eru næstan pro­ fess­i­onell. Men tit áttu at upplýst fremm­and­afólki meira um, hvussu væl lisin vit eru. Eitt nú, at vit við les­ing og skriving í teldufrøði kunnu javn­metast við fólk í øðrum fram­komn­um londum.” Um ein mánað fær røðarin ætl­ andi M. A. Jacobsens virðisløn og eina eitt-ára starvsløn. Mentamálaráðharrin reisti seg og kunn­gjørdi, at hann, nú føroyskt uni­vers­i­tetshospital var veruleiki, og Setr­ið samstundis hevur fingið lækn­a­frøðiligt fakultet, fór at til­ nevna tveir læknar og formannin í gransk­i­ngarráðnum sum doktarar í med­i­cini og professarar. Tey trý komu so fram á pallin, og lands­stýrismaðurin lat tey í pro­ fess­a­ra­møttul, sum klæddi teimum væl. Tey fingu handað setanarbræv sum dr. med. á Setrinum. Lógva­ brest­ur­in var drúgvur. Og so sang Setu­r­s­kórið: Tag dit glas, min ven, Drik din piges skål…… Mentamálaráðharrin setti seg og gloymdi at kunngera, hvør ið hevði skriv­að kantatuna og gjørt lagið. Nú var maturin kaldur og illa et­andi. Sum kvøldið leið, vórðu nakrar stutt­ar talur hildnar. Ein lektari bað um orðið. Hann vísti á, at nú okkara heilsuverk varð bygt út sum ongantíð áður, áttu okkara politikarar at gjørt seg kunn­ugar við tað, sum Sigert í Kirkj­u­bø – eisini kallaður Sigert l. – skriv­aði í 1925. Hann skrivaði mill­um annað: ”Í Føroyum hava teir bygt hospitøl og heilsuhølir fyri krops­liga sjúk fólk, og kirkjur og bøn­hús fyri andaliga sjúk fólk. Hes­ ar byggingar gerast óneyðugar, um reist verður ein vakurleikahøll ella heils­u­høll, sum hevur til endamáls at fyr­i­byrgja øllum sjúkum, bæði krop­s­ligum og andaligum. Alla­ staðni á bygd, har kirkjur eru, skal byggj­ast vakurleikahøll.” Sigert l. skrivaði eisini…”hvussu høll­in skal skipast, eitt nú við gólvi til før­oys­k­an dans og mangt annað slóð­brót­andi. Vakurleikahøllin skal um­girð­ast av urtagarði við træ­løgd­ um gólvi til føroyskan dans, trø­ um, blómum, leikvøllum og ann­ að vakurt.” Lektarin var av teirri áskoðan, at løgtingið og Setrið í felag áttu at sett eina skjóttvirkandi nevnd fyri at vita, hvussu hesi slóðbrótandi orð Sigerts kundu gerast veruleiki. Lektarin endaði røðuna við eini á­h­eitan til landsstýrismannin við heils­u­málum um at kanna, hvussu dreym­ar Sigerts l. kunnu fremjast. Mælti til, at Sjúkrahúsverk Føroya fekk al­menna heitið Vakurleikahøll Før­oya, og navnið á parkini, sum vón­andi verður liðug um nøkur ár, fær beinanvegin navnið Gróðr­ar­ lund Føroya. Lógvabrestur frá teimum, sum hoyrdu tað, ið lektarin segði. Onnur sungu og prátaðu. Rættiliga nógvur royk­ur osaði úti í skúrinum. Ein óboðin maður kom inn í veitsl­u­høllina, har eini 12 ymisk em­bæt­is­fólk sótu um borðið. Hann østi seg um tað fløkjasligu navna­ broyting, sum er framd viðvíkjandi goml­um stovnsheitum og em­bæt­ is­heit­um her í Havn. Næstan øll havn­ar­fólk eru gjørd fremmand í okk­ara lítla býi, segði hann og vendi sær uppøstur við veiggjandi hond­um beinleiðis til borðið, har hann stóð: ”Fleiri av tykkum, ið sita um hetta borðið, eru als ikki til. Hetta kann annars minna okkum um bú­stað­arbroytingar, sum vórðu framd­ar í Suð­uronglandi í 1940 til tess at vill­leiða eina týska innrás í Stóra­bretlandi, sum var væntað. Ella um rottufangaran í Hamel, sum lokk­aði rotturnar út í ánna Weser. Kanska hevur Churshill gamli hugs­að um rotturnar í Weser ánni, tá ið hann gav boð um at broyta stað­a­rnøvn og standmyndanøvn í sín­um kæra London. Og so hesin nýggi almenni Klagu­stovnurin við tveimum adr­ essum og 6 konufólka-cand. jur­um, sum hevur kunngjørt, at máls­við­ gerðartíðin er umleið 5 mán­aðar. Tað er tíverri tann bági við hes­ um, at løgfrøðilig klagumál krevja vanliga góða og drúgva við­gerð. Kanska í áravís. Tað er tess­vegna ikki óhugsandi, at slík mál kunnu enda í kirkjugarðinum og skift­i­ rættinum hjá arvingum at klandr­ ast um.” Tann óbodni fór upp á ein stól at standa. Veiggjaði við ørm­u­num og rópti um mutur í Tinga­nesi og løgtinginum. Um nat­i­o­n­al­istiska indoktrinering á Setri­num og í barnaskúlanum. Um nep­o­tismu í almennum størvum og ann­að mangt úr somu skuffu. Hann østi seg upp og var als ikki skemt­ing­a­ r­samur. Sum Terje Vigen: Stundom gnist­red hans øjne stygt … Ein lektari var kvikur. Hann fór út í tún­ið, har eitt salatfat, tveir pylsu­vognar og tveir politistar vóru. Báðir politistarnir tveittu pylsur og papp­ír frá sær, tá ið teir fingu at vita, at ein óður, óboðin maður ó­r­ógvaði borðhaldið. Teir gjørdu skjótt av: fóru inn í veitsluhøllina, løgdu mannin í handjørn, út og inn í sal­at­fatið og í kasjottuna. Frágreiðingin um tann føroyska leyp­in tyktist ikki at hava áhuga. Ein eftirløntur lektari bað um orð­ið. Fyrst er at siga, at hesin eme­ ritus hevði hálva øld á baki sum lektari á studentaskúlanum. Hann var virdur millum manna. Hes­ in emeritus bað um orðið: ”Eg má siga tað, at eg frøist um tað góða samstarvið, sum hevur tik­ið seg upp millum ríkiskassan og Setr­ið. Sum kunnugt hevur gransk­ing­ ar­grunnurin í mong ár ikki rátt yvir aðrari fígging enn teirri, ið løgtingið hevur játtað til um­s­it­ing av skrivstovuútreiðslum gruns­ins. Nú hevur fólkatingið giv­ið loyvi til, at tær mongu mill­i­ón­ir­nar í blokkinum, sum eru oyr­a­merktar til sjúkrakassar, kunnu brúkast til løgtingsins gransk­ing­ar­grunn. Hetta letur seg gera, tí sjúkr­a­ kassarnir í Føroyum eru nið­ur­ lagdi­r. Ríkiskassans árliga játtan og tann uppspardi peningurin í grunn­ inum hevur fólkatingið flutt til grans­k­ingargrunnin. Gentleman´s agree­ment! Meira av slíkum. Men vit mugu ikki gloyma: Lige for lige når ven­ skab skal holdes. Nú hetta nýggja sjúkrahúsið er lítið meira enn hálvliðugt, loyvi eg mær at minna á, hvussu syndarliga nýggi Skúladepilin í Marknagili fløkt­ist í eina fíggjarliga gølu, sum end­aði í Fútarættinum. Fyri 6 árum síðani gjørdi lands­ stýr­is­maðurin við skúlamálum av at byggja ein Meginskúla við Markn­agil vestan fyri Havnina. Frá fyrsta degi var klandur um, hvussu stór­ur skúlin skuldi vera, hvussu hann skuldi eita, og um hvussu nógv hann skuldi kosta. Sum frá leið endaði byggingin av hesum størsta skúlaprojekti í Føroyum í mann­mink­andi ruðuleika. Eingin tyki­st at vita, um skúlabyggingin er liðug ella hvat skúlin hevur kostað, hó­ast hann er vígdur og handaður skúl­a­vald­inum at taka í nýtslu. Fyri kort­um varð takkonstruktiónin und­ir tí stóra kuplinum spent føst av nýggjum, um hon ikki skuldi enda á gólvinum, har stórt tal av fólki heldur til. Nóg mikið um skúlan.” Gamli lektarin steðgaði á, hugs­ aði seg eitt sindur um og fekk sær ein vatnsopa. Hann helt fram: ”Eg Um at missa fótafestið