Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 25 loyvi mær tó at koma við nøkr­um hugleiðingum um Lands­sjúkr­a­hús­ ið [Dronning Alexandrines hosp­ i­tal], sum varð tikið í nýtslu í 1924. Stórar íløgur eru framdar í okk­ara sjúkrahúsverki, fíggjað úr lands­kassanum og ríkiskassanum helvt um helvt: Landssjúkrahúsið í 1960/1980, Klaksvíkar sjúkrahús í 1960 og í 1980’unum og Suðuroyar sjúkr­ahús í 1953 og í 1990’unum. Nakað av partinum hjá lands­ kass­a­num varð fíggjað við lang­ freis­t­aðum lánum úr ríkis­kass­a­ num. Barakkin við J. C. Svabosgøtu í Havn varð sett upp sum fyri­bils­ hjálp til sjúkrahúsverkið, tá ið Bróst­sjúkr­a­húsið í Hoydølum varð nið­ur­lagt. Í 2000 varð Landssjúkrahúsið fyri aðru ferð bygt út við bygging í 8 hædd­um, sum má haldast at vera fyrsta stig í eini komandi stór-út­ bygg­ing av Landssjúkrahúsinum. Tessvegna loyvi eg mær at halda, at byggingin av hesum H-húsi er annað stig í út- og um­bygg­ing av sjúkrahúsverkinum í Før­oy­um, sum byrjaði í 1960’unum og vardi inn í 1980’ini. Ein slík út­bygg­ing krevur [1] arkitektar og bygg­i­frøð­ ing­ar á høgum stigi, [2] planlegging og løg­tings­fígging yvir nógv ár, [3] øki til alt Landssjúkrahúsið við rúms­átt­um parkeringsøkjum til ak­før og tyrlur og [4] etc., etc. Í dag duga flest øll at síggja, at út­bygg­ingin av sjúkrahúsverkinum í Havn, sum byrjaði fyri 60–70 ár­um síðani við: statssjúkrahúsi, rein­s­ aríði, køki sambundið við Lands­ sjúkr­a­hús­ið við tunli undir jørð, há­hús­um v.m. – at henda útbygging átti at verið løgd úti í Havnardali. Og so er tað hasin áleypandi skor­stei­n­urin – eitt ræðandi eyð­ kenni, sum sæst langt suður í hav. Hesar útbyggingarnar av Lands­ sjúkr­a­húsinum v.m. í 1960 og í 2000 áttu ong­antíð at verið kroystar mill­um skipasmiðju, bátaneyst, olju­tangar og ídnaðarvirki. Einki hevði verið meira sjálvs­ agt enn, at stórur partur av Havn­a­ rdali, sum er ókeypis útleigaður av Hav­nar kommunu til fyrrverandi bý­raðs­limir og annað gott fólk – altso, tað hevði verið sjálvsagt, at nógv av Havnardali varð lagd­ ur út til sjúkrahúsverkið í okk­ara høvuðsstaði. Har er stór vatn­ goymsla, framkomið jarðarbrúk og st­ór landøki. Sum kunnugt hevur Tórshavnar bý­ráð leigað nógv av Havnardali út til býráðslimir og annað gott fólk. Hesir leigusáttmálarnir áttu sjálv­ andi at verið sagdir upp í 1960. Í hesum sambandi kann eg upp­lýsa, at ein slíkur leigusáttmáli í Havn­ ar­dali frá 1935 varð sagdur upp skriv­liga í 1962: ”Tygum eru sostatt leys­ur av sáttmálanum uttan aðra áv­ar­ing.” Torvhúsið á umrødda øki keypti Havnar kommuna fyri 500 krón­ur. Nu er det for sent min ven… Átti løgtingið kanska at sett eina §19-nevnd fyri at sleppa undan fleiri skeivleikum og mistøkum við­ víkj­and sjúkrahúsbygging? Seinastu metingar um bygging av hes­um nýggja H-sjúkrahúsi eru hes­ar: Avgrevsturin byrjaði 23. februar 2015. Ætlað liðugt 23. februar 2021. Løgtingsjáttan 2009-2019 er 652,6 milli­ónir, tá er burturbeining av tí gomlu barakkini viðroknað. Her kevjast ætlandi eins nógv­ar milliónir aftrat teimum, sum løg­ ting­ið longu hevur játtað, áðrenn ann­að byggistigið er liðugt ætlandi um eini 5 ella 6 ár.” Tann eftirlønti lektarin legði brill­ur­nar frá sær og bað øll reisa seg og drekka eina skál fyri skyn­ semi og varsemi og trúsemi og tol­ semi í øllum almennum við­ur­skift­ um. Við harðari rødd segði hann há­floygt: ”Vanligt vit og skil leingi livi: Skál!” Við borðið var nú sannur veitsl­ u­hýr­ur. At enda varð sungið frá borði. Nú skal dansast Prát og skemt og sangur. Um mid­nátt byrjaði orkestrið Kúvingar, fyrr­verandi Goggan, at spæla ”gam­ mel­dags dans.” Ókeypis barr. Í einum króki teskaðu rektarin á Setr­inum ­og tjóðarkitekturin og borg­meistarin um okkurt við­víkj­ andi saltsiloini á Rundingi. Fleiri royndu at lurta. Eisini ein elligamal havn­ar­mað­ur, sum taldist millum tey in­n­bodnu. Hann mintist væl, hvussu Rundingur hvarv í blá­ dýpinum fyri trýssinstjúgu ár­um síðani. Tað hendi, tá ið ein høv­ uð­kamb­ur í býráðnum gjørdi av, at ein brim­gar­ð­ur skuldi gerast frá einum stabba á Rundingi, har sum havið var so djúpt, at tangbátar sluppu av við oljuna til oljutangarnar har. Tá ið alt grótið á Rundingi varð sprongt burtur til ífyllu har framvið, var neyðugt at gevast, tí grótið hvarv, so hvørt sum sprongt varð og tveitt í havið. Tað sást ikki aftur í tí djúpa havinum. Tá varð tann søguligi Rundingur broyttur til eitt ljótt grótbrot, men navnið Runding megnaðu teir ikki at spreingja burtur, segði tann gamli maðurin mest sum við seg sjálvan. ”In vino veritas” segði ein hálvgamal lektari, sum eisini royndi at lurta. Hann mintist eisini, at Havnarnevndin hjá Tórshavnar býráð klandraðist um hetta burturkastið av øllum grótinum. Frá kjaki á einum nevndarfundi hoyrdist út í túnið: ”Nú sigi eg sum Sokrates segði á sinni: Eisini tú sonur mín, Brutus.” ”Tað var ikki Sokrates,” segði ein orðakringur nevndarlimur. ”Sama hvat, so var tað kanska ein annar romari.” So fór ein eftirløntur lærari til barrina. Løtu seinni inklineraði hann fyri einari damu. Tango Jalousi. ”I love dancing” konverseraði hann á enskum. Hon var úr Póllandi. Serlækni í psykiatri. Beint komin til Føroya við VIP-flogfarinum at starvast sum serlækni á tí nýggja universitetssjúkrahúsinum í ein mánað. Tosaði og skilti væl enskt. At hon eisini dugdi væl at dansa, fekk hon at vita frá dansikavalerinum, sum takkaði fyri dansin og bukkaði diskret við høgru hond á hennara høgru bringu: ”I love dancing,” tók hann uppaftur. Helt varliga um hana og fylgdi henni upp á pláss. Jú, hann dugdi at inklinera, dansa og konversera. Hevði lært polskan mazurka og wienervals og foxtrot hjá Ninu hjá Niels í Heiðinum. Segði hann. Nakað seinri segði ein av teimum forvitnu kókikonunum í køkinum, at hon hevði sæð tey bæði fara hond i hond inn í elevatorin, sum steðgaði á triðju hædd. Tá var nógv teskað í køkinum. Mín sann um ikki hasin elligamli fór yvir at barrini, fekk sær ein lítlan og so upp á gólvið og inklineraði til ein svingom. Droymandi Spanish Eyes. Ikki sørt eygnafjarður: Gamla Goggan og ástarleikur og bládýpi og grót hvørt um annað mól í hansara høvdi. Sum frá leið kom rættiligt krút í Kúvingarnar. Dansurin fekk eina øsandi broyting. Uttan mun til aldur fóru fólk upp á gólv í dansin, sum við skiftandi rytmum og kenslum tók burtur stættarmun og aldursmun. Øll vóru eins. Øll gjørdust ”ung.” Politikarar, embætisfólk, professarar, skúlafólk og onnur, sum næstan ongantíð høvdu dansað, hvaðan minni víst eymar kenslur, gjørdust ovfarakát og kenslurík. Landsstýrislimir og løgtingslimir, uttan mun til kyn og politiskan lit, komu í ein annan heim. Fyrrverandi landsstýrismaðurin við standmyndini ein sannur adonis. Damuna hjá sær tveitti hann, sum var hon ein onnur sylfida. Eina løtu vóru tey einsamøll á gólvinum. Tey áttu dansin. Ein Tarantella, ein føroyskur tarantella. Øll hini, sum ikki dansaðu, ruggaðu sitandi og standandi. Tarantelludansurin endaði við, at parið varð borið í gullstóli við lógvabresti. Og so legði orkestrið sál í boogie woogie og rock and roll og jitterbug. Høghælaðir skógvar sløddust á gólvinum. Skjúrt úr vaðmali vórðu tveitt í krókar. Men tá ið orkestrið líðandi gav In the Mood allan armin við toppskorandi rytmu, gjørdist trongligt á dansigólvinum. Hetta lagið hjá Glenn Miller var ikki uttan orsøk toppskorari í bardagaárunum í 1940-1945. Hann var føddur í 1904, og sum hermaður hvarv hann í flúgvara í 1944. Tá ið orkestrið loksins spældi good-night-dansin Wish me luck as you wave me goodbye, og ljósið so líðandi slóknaði til hálvmyrkur, gjørdust tey ”gomlu” yngri. Dansurin broytti karakter. Dansilagið gjørdist eymt og sentimentalt. Eitt nú var rektarin á Setrinum at sammeta við Fred Astair, tá ið hann á sinni dansaði við Ginger Rogers. Á røðarapallinum dansaðu harðkókaðar løgtingskvinnur eymt við tár í eygum. Í øllum hesum kensluborna stetlaði hasin elligamli við einari løgtingsdamu, sum dugdi at jitterbuga. Nøkur hálvgomul høvdu sligið ring í einum króki og dansaðu Den toppede høne. Tey gomlu eru ikki bara nøkur ung, sum eru vorðin gomul. Tey eru satt at siga eisini eitt sindur sjáldsom, og fongur kann vera í teimum. Tey hava goymslu av farnum, livandi lívi. Satt er tað, tey eru broytt likamliga og hava kanska annað gongulag. Fyri tað skulu tey, eins og tey ungu, hava skemt og undirhald, fara út at vitja og fáa vitjan. Tey skulu brúka aldurdómin. Tey skulu dansa og flenna. Um fýratíðina gavst orkestrið, men føroyskur dansur gekk so lystiliga á aðru hædd inni hjá teimum trimum oljuknarkunum, sum fyrrverandi landssyrismaðurin so óheppið kallaði teir. Skonkt varð í ringinum. Hetta sampakkaði ikki við tað, sum borgmeistarin segði úti á pallinum í parkini. Men einki nýtt er í tí, at munur er á bodnum og óbodnum. Náttin gekk, og tey flestu vóru farin til hús, men enn royndu nøkur fá at fara upp á gólv í veitsluhøllini saman við nøkrum av fremmandu gestunum: Ole Morskes kone den arrige gast. Hvad hun, hvad hun? Hun gav sin mand både skam og last. ...framhald