hósdagur 26. mars 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
26
Kjak
Bjarga Svínoynni við
minni enn 2 km tunnli
Bjarni Jacobsen
Nógv er tosað og skrivað um lend
ingarviðurskiftini í Svínoy, at tað er
vandamikið í vánaligum líkindum og
brimi.
Sum 87 ára gamal, føddur og upp
vaksin í Svínoy og búð ein part av
mínum búnum lívi í oynni, og havi
havt vinnuligt virksemi á staðnum,
vil eg so staðiliga heita á viðkomandi
myndugleikar um at gera ein tunnil
Yvir í Havn. Svínoyarvík og Eiði eru
brimpláss og verða ongantíð nakað
annað.
Yviri í Havn er einasta kyrrupláss
á øllum ættum. Svínoyingar høvdu
eitt neyst við einum áttamannafari
standandi sum teir nýttu tá brim var
aðrastaðni á oynni. Fyri at ganga Yvir í
Havnina skal ein ganga ígjøgnum eina
bratta líð, góðar 2,3 km long.
Mítt uppskot er, í beinari linju frá
vegnum norður um Eiði, at borða ein
umleið tveir km tunnil, og gera tveir
pirar um Havnina. So er altíð komandi
til Svínoyar í sløttum sjógvi. Longdin
úr Svínoy til Hvannasund verður tá
tann sama sum úr Nólsoy til Tórshavn.
Við hesum tunnlinum binda vit
Svínoynna saman við øllum Føroyum
og gera oynna til eitt paradís fyri
ferðafólk at koma til. Hartil kemur
hann at skapa nýggjar møguleikar
fyri vinnulívi og trivna.
Hevði pápi havt Corona,
so fekk hann hjálp…
Irdi Mittelstein
Ein desperat dóttir
Í nógv ár hevur pápi mín havt prost
atakrabba, men seinastu vikurnar eru
krabbin ordiliga farin at gera um seg.
Leygardagin í næstsíðstu viku var
heilt galið, tá gjørdist pínan so øgi
lig, at eg umgangandi mátti fáa fat
ur á lækna, sum kundi geva honum
morfin. Bæði læknavaktin og komm
unulæknin gjørdu skjótt av, og innan
fyri 60 minuttir, hevði eg morfin til
hansara.
Vit skiltu ikki, hví pínan brádliga
var vorðin so ógvuslig, men tað fingu
vit so at vita frá kommunulæknanum
á Sandi, sum sá at myndirnar frá
beinagrindsskanningini í februar vóru
komnar. Krabbin hevði spjatt seg upp í
akslarnar. Vit fóru øll í sjokk, tí eingin
hevði sett seg í samband við okkum!
Mánadagin ringdi eg á LS, og bað um
at tosa við skrivaran hjá urologinum
og við pallitativa toymið, men tað
var vónleyst at sleppa ígjøgnum, tí
øll vóru so upptikin av Corona, so eg
sendi ein teldupost… Sama gjørdi eg
aftur týsdagin – heldur einki svar….
So ringdi eg mikudagin – eingin hjálp
at heinta. Leggjast skal afturat her, at
longu mánadagin setti eg meg í sam
band við kommunulæknan á oynni,
sum í stundini setti pápan í pínuvið
gerð.
Hósdagin á middegi var eg so desp
erat, at eg setti meg í samband við ein
løgtingsmann. Hesin sendi boðini víð
ari til viðkomandi landsstýrismann,
sum hevði ringt út á LS fyri at kanna
málið.
5 minuttir aftaná, hevði eg eina
damu frá LS í horninum! Eg haldi, at
tað er heilt ótrúligt, at fyri at fáa tey
at vakna, so skal vera neyðugt at fáa
landsstýrismannin at ringja fyri seg.
Hesa vikuna havi eg so aftur roynt
at fingið fatur á urologinum, fyri
at vita, um tað er møguligt at fram
skunda telefontíðina hjá pápa, sum
eigur at vera 1. apríl.
Eg fekk fatur á skrivaranum, sum
sendi hesum lækna ein teldupost,
og hann skuldi síðani ringja aftur
til mín. Sum er, so er pápi mín ikki í
nakrari medecinskari viðgerð, og tí
eri eg bangin fyri, at hetta kann vera
ein orsøk til, at vit kunnu missa hann
langt fyri tíð.
Vit skriva mikukvøld, eingin hevur
ringt, eingin svarar tá eg ringi og ongin
hevur svarað upp á teldupostin, sum
eg sendi í morgun. Tó so, í kvøld lá eitt
bræv í postkassanum hjá pápa. Í hes
um brævi stóð: ….tygara tíð er flutt til
24. apríl…
Pápi mín situr við deyðanum í fang
inum, men tað fáa læknarnir einki
gjørt við, tí hann hevur ikki sama pri
oritet sum Corona!
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
ENDA LIGUR
SKIFTI
FUNDUR
Í búnum eftir Jóanes Gulakk
Sofus Hansen, føddur 12.
januar 1947 og deyður 16.
oktober 2018 (sks. nr.
349/2018), verður hildin
endaligur skiftifundur
fríggjadagin tann 24. apríl
2020, kl. 10.15 á skrivstovuni
hjá skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, 100
Tórshavn, til roynd av
krøvum og staðfesting av
uppskoti til roknskap.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 23. mars 2020
PROKLAMA
- RÆTTING
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Anni Eilen Kati Hanny
Thomsen, Sjógøta 254, 800
Tvøroyri, fødd tann 16. juni
1948, deyð tann 25. oktober
2019, og eftirsitandi
hjúnarfelaga Pade Christian
Juul Thomsen, f. 31. mai
1947, verða við hesum biðin
um innan tann 21. august
2020 at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
Lucas Debesar gøta 8, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
390/2019, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 25. mars 2020.
Tel. 35 36 37 / 299 000
solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo
Kistur í Suðuroy: Eilif Dimon tel. 26 66 15
Vit hjálpa
við øllum í
sambandi við
jarðarferðina
Lív Clementsen
Sosialurin 341800