Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 27 100.000 ferðafólk um árið Bæði flogførini, sum nú flúgva til og úr Føroyum, rokna við, at ferðafólkatalið fer at vaksa. Upp í 100.000 ferða­fólk. Lasse Klein sigur, at flog­feløgini rokna við at selja í miðal 60% av ferð­a­ seðl­u­num. Hann heldur, at um At­lantic Airways selur 40% av teimum plássunum, teir hava, fer hetta at geva fel­ag­num eitt yvirskot ár­ liga upp á millum 10 og 12 mill­i­ónir. Avleiðingar fyri Flog­fel­ ag Føroyar Skrivingin um tað, Lars Lars­en, stjóri í Flogfelag Før­oyar, skal hava sagt ella ikki hava sagt um fíggj­ar­ ligu møguleikarnar hjá At­ lant­ic Airways hevur fingið av­leið­ingar fyri Flogfelag Før­oy­ar. Landsstýrið er longu far­ið undir at fyrireika at seta á stovn sølu­skri­v­stov­ ur fyri Atlantic Airways á Tvør­oyri, á Totum og í Klaks­vík. Tað verð­ur Strand­ferðsl­ an, sum hev­ur IA­TA-um­ boð, sumskal selja ferð­a­ seðl­ar fyri flogfelagið. Lasse Klein, lands­stýr­is­ mað­ur, sigur, at teir mugu hava eitt søluumboð, sum kann mæla við teirra flog­ fel­ag, at selja ferðaseðlar fyri teir. Hetta merikir tó ikki,at ferða­seðl­a­sølan verður tik­ in frá Flog­fel­ag Før­oya, men hon kemur uttan iva at minka, tí fleiri fara at selja ferð­a­seðlar. Lasse Klein upplýsir eisi­ni, at allir almennir stovn­ar í Føroyum hava fing­ið boð um, at teir skulu keypa ferðaseðlar frá At­ lan­tic Airways, tá teir skulu ferð­ast a landinum við flog­fari. Nýggja flogarið umhvørvisvinarligt Afturhvarv úr SOSIALINUM 1988 Sosialurin 29. mars 1­988: Flogfarið hjá Atlantic Airways er serliga vælkomið í Kastrup, tí tað er so umhvørvisvinarligt E g ivist ikki í , at serliga grann­ar okkara eru fegn­ir um hetta nýggja flog­farið, segði flogvallar ov­astin í Kastrup, Knud Hein­e­ sen, tá At­lantic Airways fyri fyrstu ferð om í Kastrup fyrra­ part­in í gjár. Atlantic Airways er fyrsta flog­felag, sum brúkar BA 146 flog­før í rutuflúgving ti og úr Kas­t­rup og er hetta flogfelag numm­ar 105, sum flýgur í og úr hesi floghavn. Flúgva við alifiski Á tíðindafundinum í sabandi við mót­tøk­u­na í Gate 41 í Kastrup í gjár av­dúk­aðu oddamenninir í nýggja flogfelagnum, at teir hava stór­ar ætlanir um at flúgva við ali­fski úr Føroyum beinleiðis til stóru marknaðirnar í Mið­ev­ ropa. Útrokningar og kanningar verða nú gjørdar í samband við hetta og hesar eru so umfatandi, at tær eisini umfata at seta eitt farmaflogfar burturav í hesa flúgving. Á móttøkuni i Gate 41 vóru m. o. donsk pressufólk, men eingin av teimum trimum donsku ráðharrunum, sum vóru bodnir – Poul Schlüther, Uffe Elleman Jensen ella Frode Nør Christensen – høvdu stundir at koma. Føroyska útsetaorkestrið, Flytifuglar, spældur føroysk fólkaløg og Atli Dam, Lasse Klein, Ingolf Nielsen og Knud Heinesen hildu røðu. Góð ferð Fyrsta ferðin hjá Atlantic Airways til Kastrup gekk sera væl, Flogfarið, sum einki navn hevur fingið enn, lætti úr Vágum kl 8.44 føroyska tíð og eftir at hava flogið í tveir tímar og tíggju minuttir, lendi tað i Kastrup. Vit vóru knappliga 80 ferðafólk. Heri Mortensen, stjóri í Atlantic, heilsar upp á Hans Hansen, flogskipara Hans Hansen, fyrsti flogskiparin og Bergtóra Nielsen, flogterna