hósdagur 26. mars 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 35
28
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
T
að er hugaligt, at tað er
komin enn ein kvinnu
søga út í bók, hesa ferð
um Sonnu Apol. Tað er
langommudóttirin, Katrin Didr
iksen Apol, sum hevur skipað fyri
útgávuni.
Tað hevur ikki verið nógv av
kvinnufrásøgnum í Føroyum.
Í innganginum verður sagt, at
vit vita bara um tvær kvinnur,
sum hava latið úr honum endur
minningar frá eldri tíðum. Tær
eru Caroline Heinesen, mamma
William, og Gudrun Zachariassen,
kona Jógvan.
Her er í hvussu er ein ævisøga
gloymd, og hetta er tann hjá
Onnu Evensen, dóttir tann fyrsta
Lützen í Føroyum. Hon var fødd í
1841, og eftir hana liggja ótrúliga
áhugaverdar endurminningar frá
seinnu helvt av 19. øld sum barn
og ung í Havn, og sum presta- og
próstakona á Viðareiði, í Hvalba
og á Nesi.
Henda frásøgnin kann lesast á
heimasíðuni:
www.olijacobsen.com
Andrias vildi ikki jarðast
undir Svínaryggi
Í hesi greinarøð er nokkso fitt
skrivað um Apolfólkini og um
teirra lív í Norðradali. Hetta er
millum annað gjørt við samrøð
um við Jákup Reinert á Sundi,
Hannu og Harry Wilson og Onnu
á Váli, sum øll høvdu røtur til
Norðradals og samband til Apol
ættina.
Ein serligur persónur í Norðra
dali var Andrias, pápi Sannu.
Hann er kendur fyri, at hann
vildi jarðast í haganum omanfyri
Norðradal, og hann hevði enntá
grivið sína egnu grøv.
Orsøkin var, at hann vildi
undir ongum umstøðum gravast
í gamla kirkjugarði í Havn. Hetta
hevði hann sína orsøk fyri.
Umleið í 1890 hevði hann fingið
sum pliktarbeiði at grava kistur
upp úr gravum og at koyra lík
leivdirnar í eina felagsgrøv. Hetta
hevur helst verið í samband við
breiðkan av vegnum við kirkju
garðin. Men Andrias øtaðist um
hetta brotið á gravarfriðin, og
hann setti í seg, at hann skuldi
ikki jarðast í ein kirkjugarð, har
slíkt kundi henda. Hann varð í
staðin jarðaður í Kaldbak, har
eingin vandi er á ferð. Víst hevur
kirkjugarðurin í Kaldbak verið
við at fyllast, men nú er nýggjur
kirkjugarður komin, so Andrias
skal nokk sleppa at liggja í friði.
Illveðrið sum skapti
Apol í Føroyum
Apol er eitt rættiligt kent navn í
Føroyum. Men tað er kanska ikki
so kent, at hetta var einum illveðri
og vánaligum havnaumstøðum í
Havn fyri at takka.
Í 1919 kemur eitt hollendskt
skip við eini saltlast á redina
í Havn. Nakrir av manningini
fara við einum báti í land. Ein av
teimum var stýrimaðurin, Louis
Apol. Men tá ið teir ætlaði sær at
rógva umborð aftur, brast hann á
við landsynningi, og teir sluppu
ongan veg. Her mátti søkjast
lívd, har hon fanst Louis dugdi
eitt sindur av donskum og kundi
spyrja seg fyri. Hann varð vístur
inn á Reinerts Kafé. Hetta hús er
nú ein partur av Frelsunarherin
um, har Tilhaldið var fyrr.
Her hitti Louis Sannu, dóttir
Andrias í Norðadali, sum arbeiddi
hjá brøðrum sínum Jens og Gust
av Reinert, sum róku kafeina.
Louis fór avstað aftur í fyrsta
umfarið. Okkurt er hent teirra
millum, og hann lovar at koma
aftur. Tí trúði Sanna nú ikki rætti
liga! Hon var sjey ár eldri enn
hann og var mestsum ein gomul
genta, og hann var ein ungur flott
ur maður.
Men hvussu var og ikki. Ein
dag kemur Louis aftur, og tey
giftast í 1920. Tey fluttu fyrst til
Hollands, har Eiko var føddur.
Men Sanna treivst ikki í slætt
lendinum í Hollandi, og tey fluttu
aftur til Føroyar. Fyrst búðu tey í
Havn. Síðan flutti tey til Norðra
dals.
Tey fingu trý børn, Eiko,
Honnu og Jákup.
Eiko greiddi frá, hvussu væl
honum dámdi at koma til Sund
at vitja mammubeiggjan, Gustav.
Hann var nakað javngamal við
Gimma og Jakku, synir Gustav.
Tað var stórur munur á um
støðunum í Norðradali og Sundi.
Á Sundi slapst á flot, tí tað var
kyrrupláss, meðan tað sjáldan var
atleggjandi í Norðradali.
Ein sonur Sonnu var Jákup.
Hann arbeiddi í mong ár á Veð
urstøðini í Havn, men hann
doyði longu í 1986. Kona hansara,
Poula, er enn á lívi. Hon er eisini
eitt skilafólk. Beiggi hennara var
Petur Skeel, sum í mong ár var
veðurmaður á Sosialinum.
Fjølbroyttur maður
Louis var ein fjølbroyttur maður.
Fyrstu árini sigldi hann sum kapt
eynur úti í heimi, men hevði eisini
virksemi av ymiskum slag.
Herfyri høvdu vit eina áhuga
verda frásøgn um føroyingar, sum
vóru á stórhvalaveiðu í Suður
íshavinim aftaná kríggið. Tað
var Louis sum var umboðsmaður
í Føroyum.
Eftirkomarar hjá Sannu og
Louis hava eisini gjørt seg gald
andi í Føroyum á ymiskum økjum
sum við byggivirksemi, politikki
og telving. Ein langabbadóttir
hevur júst verið varafólk á Fólka
tingi sum yngsti føroyingur í hes
um sessi.
Hanna Apol greiddi
frá um pápan:
Pápi fór sjálvboðin til Bretlands
undir krígnum. Hann var inn
kallaður av hollendsku stjórnina
at koma til Onglands og roknaði
sjálvsagt við at fara við eitt
hollendskt skip.
Hann var leingi har. Eg havi
brøv frá honum, sum hann sendi
mammu.
Fyri kortum kom út áhugaverda
bókin Fjallafólk á flatlendi,
sum er eitt gott ískoyti til
okkara kvinnusøgu
SIÐSØGA
NÝGGJ KVINNUSØGA:
SANNA Í NORÐRADALI FEKK HOLLENDSKAN
MANN TAKKAÐ EINUM ILLVEÐRI
Sanna Apol, sum søgan snýr seg um
Trý systkin hjá Sannu í hoyna í Norðrdali í 1920-unum. Óli Reinert, kendur sum sálmaskald, við
hundinum. Andrea er mitt í myndini og Nordina uttast høgrumegin. Uttast vinstrumegin er
mamma teirra, Johanna. Helst hevur Sanna tikið myndina. Hon var ein dugnaligur fotografur.