Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020 SOSIALURIN 35 29 Komandi partur Í hesum coronatíðum kann tað vera aktuelt at taka upp eina líknandi søgu, nevniliga um sponsku sjúkuna. Hollendsku skipini høvdu nokk av fólki, og høvdu ikki brúk fyri fleiri. So koyrdu tey hann við einum donskum skipi. Hetta var hann ikki so forliptur fyri. Um­ borð hjá teimum var ikki frítt fyri ólevnaði. Fyrstu ferð hann fekk feriu, fór hann heim til Føroyar og segði, at hann fór ikki avstað aftur fyrr enn hann visti, at hann slapp við einum hollendskum skipi. Bretar vóru javnan eftir hon­ um at gerast hermaður hjá teim­ um, men tað vildi hann ikki. Hann var jú farin sjálvboðin, so ongin kundu krevja hann til nakað. Hann fór tá at arbeiða í Lands­ handl­inum í Tinganesi. Hetta dámdi eisini mammu best. Eina ferð hildu vit, at hann vera við jólaskipinum, sum gekk burt­ur í Fugloyarfirði í 1941, og all­ ir menninir umborð umkom­ust, men so galið var tað tó ikki. Vit búðu í Havn, meðan kríggið var. Men eg var ofta í Norðradali og vitjaði gummu, Charlottu, sum var umrødd í frásagnunum hjá Jákupi á Sundi og Onnu á Váli. Hon var fantastisk. Hon arbeiddi alt. Hon mjólkaði, sópaði og hon arbeiddi altíð. Hon var ongantíð í friði. Hon mátti enntá virka sum jarðamóður, tá jarðarmóðirin ikki koma fram. Gumma gjørdist 94 ár. Tá ið hon visti, at hon skuldi doyggja, vildi hon senda boð eft­ ir presti og var hetta hennara sein­asta ynski. Hon er grivin í Kald­bak. Tá var framvegis ikki møgu­ligt koyra meira enn hálva leið­ina. Restin av teininum mátti gang­ast og kistan mátti berast. Eg var 14 ár, tá eg fór til nonn­ ur­nar at arbeiða, og har lærdi mann heilt fitt av enskum av eini nonnu, sum var frá Fleetwood. Eg lærdi eisini hvussu ein skuldi gera og ikki gera í Onglandi. Hetta kom væl við seinni. Eg arbeiddi eisini fisk eina tíð hjá Karl á Lag. Dagbókin hjá Sonnu Høvið til at geva hesa bók út er eitt blátt skrivihefti í A4 stødd við 78 tætt skrivaðum síðum við javnari skráskrift og skrivað á donskum. Hetta verður alt endurgivið júst, sum tað er skrivað, eisini við teimum villum, sum vóru. Tað er greitt, at tað hevur verið eitt sjokk hjá Sannu at koma úr Norðradali við tess dalum og fjøllum og so til Holland, har alt var slætt. Tað hevur eisini verið stórur munur á Hollandi og Norða­dal sum samfeløg. Tey búsettust í Delfzijl, sum hevur verið ein stórbýur sæð hjá ein­um føroyingi í mun til Norðra­ dal. Í Hollandi búðu tey hjá for­ eldr­unum hjá Louis. Her skulu endurgevast nøkur fá brot í dagbókini. Dagbókin byrjar 16. januar 1921, og hendan dagin skrivar Sanna: I Dag har vi frøst Vejr med Rim paa Træerne, vi har været ude at spasere. Jeg har været i mit mest triste Hjørne, vor hele Verden er graa “tiltrods for at Solen skinner ude i Horisonten”. Tað er greitt, at hendan dagin er Sanna í ringum skørum. Men um kvøldið er eitt sindur broytt: I Aften er jeg lit bedre tilpas, det synes som det elektriska lys bringer noget andet med sig, det ligesom beroliger Nerverne lit. Stakkel L.(ouis). Jeg tror han er arrig paa mig engang imellem. Ravmagnið hevur sjálvandi verið ein rættilig kollvelting hjá gentuni úr Norðradali. Tað sæst allan vegin í dag­bók­ ini, at Sanna ikki treivst. Tað hev­ ur ikki bøtt um, at fyrstu tíðina dugdi hon ikki málið. Eisini saknaði hon at fáa brøv úr Føroyum. Men tað tók eisini sína tíð, hvussu skjótt brøv kundu koma fram. Men tann 1. februar fekk hon heili fimm brøv, tað var dagur í viku. Men Sanna skrivaði eisini brøv sjálv. Hon hevði verið á Fólka­ háskúla hjá Rasmus Ramussen, á Háskúlanum og Símun av Skarði. Hetta hevur eisini merkt hana. Teimum báðum skrivar hon tann 26. februar 1921 eitt langt bræv, sum er skrivað á nokk so góðum føroyskum. Her greiðir hon frá ferðini til Holland og hvussu lívið var har. Eisini roknar hon við at koma aftur til Føroya árið eftir, t.v.s. í 1922. Í brævi 3. mars skilst, at Sanna er trúgvandi og vildi fegin gjørt meira fyri Gud. Hon var advent­ istur, og tað bleiv Louis eisini. Tann 1. apríl fer Louis til sjós. Tað var sjálvsagt ein saknur, men dagin eftir fær hon pakka úr Føroyum við brøvum, bløðum, skerpikjøt, spik og turran seið. Tað hevur verið dagur í viku. Tann 20. apríl frættir Sanna, at skipið, Louis var við, hevði havt samanstoyt við eitt týskt skip, men allir vóru bjargaðir. Tann 12 mai. Skrivar Sanna: “Nu er det 16 Dage siden jeg fik Brev fra min Mand! Ja, saaledes er Mændene. Da han havde været 3 Dage borte havde han skrevet 2 Kort og et Brev.....” Tann 8. september skrivar Sanna aftur eitt langt bræv til Sím­un av Skarði, har hon takkar fyri bræv, hon hevur fingið frá hon­um ,og hon greiðir áhugavert frá lívinum í Hollandi. Tað seinasta hon skrivar í Hollandi er 29. apríl 1922. Tað skilst, at nýføddi sonurin, Eiko, hevur trupulleikar við eksemi, og hetta er hart fyri tey bæði. Samstundis hevur maðurin verið til sjós í tveir mánaðir. Hetta hevur ikki gjørt tað lættari. Tað næsta Sanna skrivar er í Norðradali 3. februar 1929. Tá hava tey longu verið heima í nær­ um sjey ár, og høvdu fingið tvey børn afturat. Tað seinasta hon skrivar er í 1944. Hon greiðir frá um virksemið hjá Louis og hjá børnunum. Um Hannu skrivar hon: “Miki Saldátar­vrøvel (fjas) hevur hon havt. Hon er vaksin til eina heilt vakra gentu men tað kedeliga er, at Mandfólk altíð fjepast uppi í henni.” Máttu rýma undan týskarum Men hetta endaði við, at Jo­hanna varð gift við bretska her­mann­ inum Harry Wilson. Tey fluttu til Bretlands, men vóru javnan og vitjaðu aftur í Føroyum. Eg hitti tey eina ferð og fekk ein longri samrøðu við tey bæði her í hesi røð. Harry hevði verið í mongum leikum undir krígnum, men hann kom væl burtur úr tí. Tá ið Týskland legði á Franka­ ríki í apríl 1940 vóru meira enn 52.000 bretskir og franskir her­ menn, sum sluppu úr franska býn­um Saint Nazaire til Bret­ lands í døgunum 16.-18. juni 1940, bert tríggjar dagar, áðrenn týsk­ ar­ar tóku býin. Harry var ein teirra. Deildin hjá honum hevði eina langa ferð til gongu til Saint Nazaire, har hann og hansara felagar støðugt vóru álopnir av týska Luftwaffe. Teir máttu fara hvør sær og leita sær skjól sum frægast, tá ið hetta hendi. Hesi álop hildu eisini fram, tá ið teir vóru fergaðir út frá Saint Nazaire í smáum opnum bátum umborð á Duchess of York, hóast teir fingu nakað av loftvernd frá bretskum destroyarum, sum vóru har. Góð umboð fyri Føroyar Johanna doyði fyri nøkrum árum síðan. Men Harry doyði í fjør 100 ára gamal. Seinast vit hittust var i 2015, tá ið hann í Newcastle luttók í minningarhaldinum fyri føroyskar og danskar sjómenn, sum mistu lívið á sjónum undir krígnum. Sofus Poulsen, okkara umboðs­ maður í Aberdeen í mong ár, tók til hvussu góðir umboðsmenn Harry og sonurin, Louis, vóru fyri Føroyar, tá ið á stóð. Hetta eigur ikki at vera gloymt. Sanna doyði í 1947, 61 ára gom­ ul. Louis giftist aftur við hol­ lendskari kvinnu. Í 1955 doyði Louis knappliga, og hann gjørdist eisini bara 61 ár. Alt í alt er bókin um Sannu Apol og hennara ein hugtakandi ættar­søga og kvinnusøgu. Bókin er ógvuliga neyv við nógvum keldu­tilvísingum og er verd at lesa. ÍNorðradali fyrrapartin í 1920-unum. Standandi: Andrea, Louis við Eiko í fanginum, Josefina, kona Óla Reinert, Óli, og Andrias, pápin Sitandi: Sanna við dóttrini Johannu og Nordina, systir Sannu. Andrias gjørdi sína egnu grøv, tí hann ikki vildi jarðast undir Svínaryggi. Louis sigldi sum stýrimaður undir heimsbardaganum. Her er hann afturkomin í 1942