hósdagur 2. apríl 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
SOSIALURIN 36
4
ÁKI BERTHOLDSEN
N
ú verður farið undir
arbeiðið at gera
nýggjan bátahyl í
Hvalba.
Hetta er eitt mál, bygdaráðið
hevur arbeitt við í fleiri ár, men
tann 19. september vóru fyri
reikingarnar komnar so langt,
at sáttmáli varð skrivaður um
at gera bátahylin.
Bátahylurin
verður
á
strekkinum ímillum núverandi
bátahyl á Bíargarði og havnar
lagið á Hamranesi, og Janus
Thomsen, borgarstjóri, sigur,
at nú verður farið undir sjálvt
arbeiðið.
Ímillum
bátahylin
og
havnarlagið skal eitt grótkast
upp á góðar 200 metrar, gerast
og úteftir skulu einir 40 metrar
fyllast út, og innan fyri har
verður so nýggi bátahylurin.
Borgarstjórin sigur, at har er
rættiliga gott pláss í nýggja báta
hylinum, so hann fer at nøkta
tørvin langt fram í tíðina.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at
gera pláss til einar 40 bátar, men
er brúk fyri tí, kann pláss gerast
fyri nógvum bátum afturat.
Fyribils er sperring løgd
framvið landi fyri at tryggja, at
spreingileidningar ikki fara um
allan fjørðin og í næstum verður
so farið undir at gera sjálvan
brimgarðin til bátahylin.
Tað er Articon, sum skal gera
bátahylin. Teir gera eisini nýggja
Hvalbiartunnilin og nakað av
gróti haðani skal eisini brúkast
til nýggjan bátahylin.
Liðugur til næsta vetur
Nýggi bátahylurin kostar 3,5
milliónir krónur og hann verður
liðugur til næsta vetur.
Umstøðurnar hjá bátaeigar
um í sóknini eru ikki tær bestu,
tí tað er ov ókyrt hjá bátum at
liggja, bæði í hylinum í Nesi og í
bátahylinum á bíargarði.
– Vit hava ongan hyl í Hvalba,
har bátar kunnu liggja trygt um
veturin, segði Janus Thomsen
við okkum herfyri.
Í sambandi við hendan
bátahylin hevur danska ráð
gevarafyritøkan, DHI, gjørt
aldusimuleringar á fjørðinum
fyri at tryggja, at bátahylurin
verður kyrrur.
Hinvegin vísa simuleringar
eisini, at núverandi bátahylur
á Bíargarði fæst ikki kyrrur,
sama hvat verður gjørt við hann,
hevur borgarstjórin eisini for
talt okkum.
Í Nesi er eisini ein bátahylur,
men har eru ikki nógv pláss, nú
Bakkafrost er farið undir virk
semi har. Annars vísa kanningar
eisini, skal hann fáast tryggur,
verður neyðugt at seta portur
í hann, og tað er ein dýr søga,
segði borgarstjórin eisini.
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að gongur upp á stás at
gera nýggja Hvalbiar
tunnlin.
Tað
staðfestur
Jóannes Jensen, verkfrøðingur
hjá Landsverki.
Í hesum døgum er nógv
arbeiðið, og nógvar verkætlanir
nógv ávirkaðar av korona, men
tað er arbeiðið upp á nýggja
Hvalbiartunnilin ikki.
Fyrsta skotið til nýggja
tunnilin varð latið av 27. juni í
fjør, men tað var ikki fyrr enn
tíðliga í heyst, at arbeiðið byrjaði
av álvara.
Jóannes Jensen, sum umsitur
arbeiðið á Landsverki, sigur, at
higartil eru 1.700 metrar boraðir
av nýggja Hvalbiartunlinum.
Tilsamans er tunnilin 2.500
metrar, so nú eru meiri enn tveir
triðingar boraðir.
Tað fyrstu tíðina var fjallið
vánaligt, men hesa síðstu tíðina
hevur tað verið gott at arbeitt í,
sigur Jóannes Jensen.
Hann sigur, at tað sæst aftur í
arbeiðnum, tí hesa síðstu tíðuna
hevur tað gingið heilt væl og so
statt vórðu heilir 79 metrar bor
aðir í seinastu viku.
Tað hevur ligið í kortunum,
at arbeiðið at bora tunnilin skal
vera liðugt í summar, og so skal
hann takast í nýtslui fyrsta árs
fjórðingi næsta ár.
Og Jóannes Jensen sigur, at
hendur einki heilt óvæntað, fer
tann tíðarætlanin at halda.
– Heldur hendan gongdin
fram, verða vit liðug at bora fyri
ólavsøku og endamálið er, at 10.
februar næsta ár skal hann vera
klárur at taka í brúk.
Sostatt verður tunnilin liðug
ur minst eitt ár fyrr enn upp
runaliga ætlað, tí tá ið lógin um
Hvalbiartunnilin varð samtykt,
var boðað frá, at hann skuldi
verða liðugur í 2022.
Bora verður úr Hvalba og
suður eftir, men bæði í Trongis
vági, og í Hvalba verður arbeitt
upp á at gera vegirnir til og
frá tunlinum, samstundis sum
borað verður.
Trongisvágsmegin skulu
1.400 metrar av vegi gerast og
hvalbiarmegin skulu 2.400 metr
ar av vegi gerast.
Tilsamans hevur Løgtingið
játtað 272 milliónir til arbeiðið.
Núverandi Hvalbiartunnil
varð tikin í brúk í 1963, og sostatt
er hann fyrsti tunnil í landinum.
Eru sloppin undan korona
Jóannes Jensen sigur, at higartil
hevur korona farsóttin ikki
ávirkað arbeiðið.
Tey hava ikki havt sjúku á
arbeiðsplássinum, men Arti
con, sum ger arbeiðið, hevur
eisini tikið stig til at forða fyri
smittuspjaðing.
Í hesum sambandi er arbeiðs
plássið býtt sundur, so at fólk
hava sum minst samband við
hvønn annan.
Tað eru norðmenn sum bora
sjálvan tunnilin. Talan er um
trý sjakk av norðmonnum, har
tvey eru til arbeiðis í senn og eitt
hevur feriu.
Jóannes Jensen sigur, at
norðmenninir eru mest sum í
sóttarhaldi tá ið teir eru her við
tað, at teir húsast og arbeiða fyri
seg sjálvar.
GONGUR UPP Á STÁS AT
GERA HVALBIARTUNNILIN
Nú er dagurin eisini ásettur fyri,
nær hann verður tikin í brúk
Nýggi Hvalbiartunnilin liggur munandi lægri enn núverandi tunnilin. Myndin
er tikin av Kolavegnum, sum er vegurin til núverandi tunnil, niður yvir dalin
og vegin til nýggja tunnilin, har kjafturin sæst aftast í myndini
Fara nú at gera bátahyl í Hvalba
Í fyrstu syftu
verður pláss
fyri 40 bátum
Tað verður gott pláss, og góðar umstøður, í nýggja bátahylinum
í Hvalba, sum verður liðugur til næsta vetur