Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 SOSIALURIN 36 6 PERSÓNSØGA: Shahin Gaini FRANTS JENSEN – Eg kenni meg mest sum før­oy­ ing, sjálvt um eg eri uppvaksin við nógvum ymiskum menta­ num. Tað er á ein hátt ein gáva at hava fingið innlit í fleiri ment­ anir, sigur Shahin Gaini. Yvirlæknin á Lands­sjúkra­ húsinum hevur javnan verið at sæð á skíggjanum í seinastuni, tá ið hann hevur greitt frá støðuni viðvíkjandi koronasmittuni. Sum tann fakligi serfrøðingurin hevur hann givið okkum hyggjarum innlit í smittuna, tøl, grafar, sjúkutilgongd, og hann hevur lýst ymsar avleiðingar alt eftir, hvør strategi verður nýtt at basa koronasmittuni. Føddur í Teheran Tann nú 49 ára gamli læknin við tí útlendska navninum hevur eina fjølbroytta bakgrund, sum er rættiliga ólík tí, sum flestu før­oyingar eru vaksnir upp við. – Mamma mín er føroysk, og pápi mín er úr Iran. Eg eri føddur í Teheran og búði har í eini trý til fýra ár tilsamans. Pápi mín er verkfrøðingur, og tá ið hann fekk arbeiði í Norra, fluttu vit til Oslo, har vit búðu fleiri av mínum barna- og ungdómsárum. Eg havi eisini búð nøkur av barnaárunum í Havn, sigur Shahin Gaini. Mamman hansara er Lív Joensen, og abbin og omman eru Sigrið og Sigurð Joensen. Shahin er føddur í 1971 og minnist ikki so nógv til tíðina í Teheran. – Eg var so lítil tá. Hetta var áðrenn kollveltingina í 1979. Vit vóru ikki ein átrúnaðarlig familja. Eg dugi bara nøkur fá orð á farsiskum. Eg gekk í fronskum barnagarði og fronskum skúla í Teheran, so eg lærdi ikki málið, sigur hann. Shahin Gaini hevur sum vaksin verið aftur og vitjað í Iran, men hann hevur ikki nógv samband tann vegin nú. Pápi hansara býr í dag í Fraklandi, og har hevur hann verið og vitjað javnan. Oslo, Havn og Keypmannahavn Tá ið familjan flutti til Norra at búgva, helt hann á at ganga í fronskum skúla. – Mamma var studenta­skúla­ lærari, og tað franska fylti nokk so nógv, sigur hann. Nøkur av barnaárunum búði hann og familjan í Havn. – Eg upplivdi ikki nakað negativt við tí, at eg var hálv­ føroyingur. Men tað var óvanligt tá. Í dag er tað ikki so óvanligt, sigur hann. Flestu av ungdómsárunum, búði Shahin Gaini í Norra, har hann eisini gjørdist studentur. – Mær dámdi væl í Norra, og eg havi fleiri vinfólk har, sigur hann. Hann hevði áhuga at lesa til lækna, og tað leiddi hann til Danmarkar. – Tað var verri at sleppa inn at lesa læknafrøði í Norra. Eg søkti í Danmark og slapp inn har. Tá flutti eg til Keypmannahavnar, sigur Shahin Gaini. Næstu 20 árini búði hann fyri tað mesta í Danmark, áðrenn hann flutti til Føroya. Fekk áhuga fyri ígerðarsjúkum Tað var ikki beinanvegin greitt fyri Shahin Gaini, hvørja grein innan læknaøkið, hann skuldi velja. Eftir at hava lisið læknafrøði í eini trý ár umhugsaði hann ser­grein­ ar, har ígerðarsjúkur, blóð­ eitran, heilaígerðarsjúkur og immunverjan vóru í mið­ depilinum. – Onnur nýta fleiri ár aftaná læknalesnaðin at finna sína ser­grein. Men tá ið eg vitjaði Sct. Lukes – Roosevelt Medical Center sum læknalesandi í New York í 1995, har ígerðarsjúkur, HIV, AIDS, blóðeitran og annað var í miðdeplinum, fekk eg stóran íblástur at fara tann vegin. Teir læknar og granskarar, sum høvdu fyrilestrar innan økið, vóru spennandi at lurta eftir og góvu íblástur. Eftir tað avgjørdi eg, at eg skuldi fáa mær serútbúgving innan ígerð­ ar­sjúkur og blóðeitran, sigur Shahin Gaini. Nakað seinni vitjaði hann eina deild fyri ígerðarsjúkur á einum sjúkrahúsi í Oslo. Hetta gav honum enn meira blóð á tonna, og ljóskastarin hevur verið har síðani. – Høvuðsuppgávan var um, hvussu immunverjan virk­ ar, tá ið meningitis rakar. Eg hevði Jens Lundgren, ið tá var bara 36 ár, sum vegleiðara. Høvuðs­uppgávan gekk væl, og eg fekk 13. Jens Lundgren er ein sera dugnaligur granskari, sum nú er professari á Ríkis­ sjúkra­húsinum. Hann er seinni vorðin ein av heimsins kendastu granskarunum innan HIV og AIDS. Tað gav eisini stóran íblástur, sigur Shahin Gaini. Yvirlækni op phd Í 1998 fekk Shahin Gaini út­ búgving sum lækni. Hann arbeiddi sum lækni í Danmark í fleiri ár. Hann var eisini yvirlækni í Odense í nøkur ár. – Í 2011 flutti eg til Føroya. Eitt ár havi eg búð aftur í Danmark, men annars búgvi eg her í Før­oy­ um. Nú kenni eg meg mest sum føroying, sigur yvirlæknin. Shahin Gaini hevur lisið nógv afturat vanliga læknalestrinum. Í 2008 skrivaði hann phd um sjúkugreining og immunverju við blóðeitran, og í 2011 gjørdist hann serlækni í intern medisin, í infektiónsmedisin og í tropu­ medisin. Hann hevur eisini verið við í fleiri granskingarætlanum. Millum annað hevur hann gransk­að í lívshóttandi invasi­ v­um ígerðarsjúkum, neuro­í­ gerðarsjúkum (heila­ígerðar­ sjúkum), blóðeitran (sepsis), meningitis, immunologi og genetikk við ígerðarsjúkum, mikrobiologi við blóðeitran, biomarkørar við blóðeitran, diagnost­iskir markørar við blóðeitran og immunologi við blóðeitran. Umframt at vera yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er hann eisini í starvi á Uni­versi­tets­ sjúkrahúsinum í Odense og á Syddansk Universitet sum granskari og lektari. Hann hevur eisini skrivað eina røð av fakligum greinum, sum hava við ígerðarsjúkur og annað at gera. – Eg vitji regluliga mína gomlu deild á Odense Uni­ver­si­ tets­hospital og arbeiði regluliga í Bodø á Nordlandssykehuset fyri at halda mínar førleikar viðlíka, sigur Shahin Gaini. Trý systkin við phd- útbúgvingum Shahin er elstur av trimum systkj­um. Hini bæði, Firouz Gaini og Sigri M. Gaini búgva eisini í Føroyum. Um tað liggur nakað í genun­ um er ikki gott at siga, men væl liggur fyri bókliga hjá øllum trimum. Shahin og Firouz hava longu tikið phd, og Firouz starvast sum professari á Fróð­ skaparsetri Føroya, meðan systirin, Sigri, er í gongd við phd- lestur á Fróðskaparsetrinum og Ros­kilde Universitet. Shahin Gaini, serlækni og yvirlækni, vaks upp í Iran, Føroyum, Norra og Danmark. Sum ungur læknalesandi fekk hann áhuga fyri ígerðarsjúkum (infektiónssjúkum), og í dag er hann ein av serfrøðingunum, sum veit mest um covid-19, ikki bara í Føroyum eisini í øllum Norðurlondum KENNI MEG KENNI MEG MEST MEST SUM SUM FØROYING FØROYING – Eg upplivdi ikki nakað negativt við tí, at eg var hálvføroyingur. Men tað var óvanligt tá. Í dag er tað ikki so óvanligt