hósdagur 2. apríl 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
SOSIALURIN 36
8
FRANTS JENSEN
Serlæknin í ígerðarsjúkum
(infektiónssjúkum) á Lands
sjúkrahúsinum hevur úr at
gera í hesum døgum, nú hann
bæði virkar sum lækni, ráðgevi,
partur av tilbúgvingini og nógv
annað.
– Fleiri stara seg blind og
halda, at vit kunnu lata landið
upp aftur, bara tí at tað hevur
gingið hampiliga væl í Føroyum,
og at tað higartil hevur eydnast
at verja tey veiku og sjúku.
Men vit, sum hava skil fyri
smittuspjaðing, vita, at brádliga
kann tað koma ein ógvusligur
vøkstur í smittuna. Og um tað
hendir, kann smittan gera nógv
um seg, sigur Shahin Gaini.
Hann vísir á, at vandin er ikki
av.
– Tað fara eisini at koma meira
álvarsamir tilburðir av covid-19
í Føroyum. Vónandi vera tað tó
ikki nógvir tilburðir. Vit eru í
eini sera hættisligari støðu, og
sannlíkindi eru stór, at vit fara at
fáa álvarsama sjúk fólk okkara
millum. Smittan er ikki komin
inn á ellisheim ella sjúkrahús
enn, men vit skulu rokna við, at
hon fer at raka onkrastaðni har.
Og tað er vandamikið. Tá verður
støðan ikki so góð, sigur Shahin
Gaini.
Skúlar stongdir til eftir
summarfrítíðina
Hann sær fyri sær, at støðan við
at landið er stongt ella í hvussu
er partvíst stongt, kann gerast
drúgv.
– Nógv verður tosað um, at vit
mugu byrja at lata upp aftur. Eg
tosi út frá tí heilsufakliga, og
eg haldi, at vit skulu vera sera
varin. Tað kann gott vera, at
skúlar ikki skulu lata upp aftur
fyrr enn eftir summarfrítíðina,
og tað kann eisini vera, at
allur ítróttur skal vera uttan
áskoðarar restina av árinum,
sigur yvirlæknin.
Hann vísir á, at um ov nógv
verður latið upp, so kann
smittan koma sum ein brestur
og gera nógv um seg. Hann
heldur tí, at ístaðin eigur at vera
latið upp í smáum.
– Vit vita, at børn kunnu
vera ein stór smittukelda, tí at
tey eru í tøttum sambandi við
hvørt annað. So er eisini vandi
fyri, at tey kunnu bera smittuni
inn í tey ymisku heimini og út
í samfelagið. Tí skulu vit vera
varin. Kanska heldur lata upp
í smáum. Vit síggja eisini, at
nøkur onnur lond lata upp í
smáum, sigur Shahin Gaini.
Ráðgevur politiska
myndugleikanum
Yvirlæknin á Landssjúkra
húsinum er ein av teimum, ið
er í farsóttanevndini sum fak
ligur eygleiðari, sum fylgir við
og ráðgevur politiska myndug
leikanum, nú vit eru í hesi
serligu støðuni.
Í nevndini eru einir seks limir
og nakrir eygleiðarar, og tað er
fútin, ið er formaður.
– Vit hava nógvar fundir
og meta um støðuna dag fyri
dag. Eg fylgi við, hvat hendir
uttanlands, og eg samskifti við
nógvar aðrar læknar og onnur
í øllum Norðurlondum, ið eisini
arbeiða við ígerðarsjúkum og
covid-19, sigur Shahin Gaini.
Hann vísir á, at tey tó bara
hava eina ráðgevandi funktión,
og at tað eru politikararnir, ið
taka avgerðir hesum viðvíkjandi.
Ger brúk av netverki
– Seinastu tveir mánaðirnar
hevur tað ikki verið nógv annað
enn arbeiði og at sova. Eg havi
havt drúgvar arbeiðsdagar, og
tað hevur fylt alt. Síðstu tíðina
havi eg ikki havt tíð at havt sjúk
lingar, sigur Shahin Gaini.
Ígerðarsjúkur er hansara
serøki, og síðani koronasjúkan
tók seg upp í Kina í desember í
fjør, hevur hann fylgt væl við.
Hann nýtir ta fakligu vitan, ið
hann hevur, umframt at hann
roynir at fáa sær nýggja vitan.
– Eg havi eitt stórt fakligt net
verk, og eg geri brúk av tí. Vit
geva eisini víðari av tí vitan og
teimum royndum, sum vit hava
ognað okkum í Føroyum, sigur
hann.
Hann vísir millum annað á, at
hann hevur samskift nógv við
landslæknan í Grønlandi, Hen
rik Larsen, millum annað fyri at
hjálpa teimum, hvussu tey kun
nu avmarka smittuspjaðingina.
– Útlendskir læknar og
granskarar spyrja seg eisini
fyri, hvussu vit gera í Føroyum.
Okkara land er áhugavert
granskingarliga fyri at fáa meira
vitan um smittuna.
Stutt frá trupulleika
til loysn
Serlæknin í ígerðarsjúkum vísir
á, at tað eru ikki altíð so stór
vitan um tær ávísu ígerðarsjúk
urnar frammanundan, og tí má
granskast.
– Tað er nakað heilt annað at
vera hjartalækni ella giktalækni.
Har er ein stór vitan innan økið,
og til ber at sláa upp í læru
bókum. Øðrvísi er við teimum
ávísu ígerðarsjúkunum. Tað er
einki skrivað um koronasjúkuna,
áðrenn hon tók seg upp í Kina
í desember í fjør. Tí má tað
kannast nærri fyri at fáa holla
vitan. Tað er stutt frá trupulleika
til loysn, og ofta mugu skjótar
avgerðir takast. Men hetta er
eisini spennandi í sjálvum sær,
sigur hann.
Hann vísir á, at fakliga
vitanin, hann og onnur hava
um mótstøðuførar bakteriur
og aðrar virussjúkur, er ein góð
barlast, men at meira má gransk
ast.
Smittutalið lágt
– Okkara strategi við at steingja
landið, at gera nógvar kann
ingar og at avbyrgja tey sjúku
umframt onnur, ið hava verið
í sambandi við onkran sjúkan,
hevur eydnast væl higartil.
Smittutalið hevur seinastu dag
arnar verið umleið 1,3 prosent, so
vit eru bara 0,3 frá eitt-talinum.
Tá ið vit raka eitt, doyr smittan
út. Tí er tað sera umráðandi, at
vit ikki lata samfelagið upp ov
tíðliga, sigur Shahin Gaini.
At tað gongur væl nú, er ikki
nøkur trygd fyri, at tað eisini
gongur væl í framtíðini.
– Vónandi verður heilivágur
ella koppseting skjótt funnin, ið
kann hjálpa móti covid-19. Men
so leingi, vit ikki hava hann,
mugu vit vera varin, sigur hann.
Tvær
granskingarverkætlanir
Í løtuni verður arbeitt við tveim
um føroyskum granskingar
ætlanum innan covid-19.
– Tað er ein spennandi tíð, og
vit eru mitt í maskinrúminum.
Eg vil tí mæla phd-lesandi til at
granska innan hetta økið. Tað
eru fleiri verkætlanir, har til ber
at granska, sigur hann.
– Sjálvt um vit eru heims
meistarar í mun til fólkatalið at
gera nógvar covid-19 kanningar
í Føroyum, so kunnu tað tó vera
myrkatøl. Tað vil siga, at fólk
hava havt sjúkuna, uttan at tey
vita av tí. Pál Weihe fer nú undir
eina granskingarætlan, har 1.500
føroyingar verða kannaðir, um
teir hava andingarevni fyri
korona. Granskingin skal mill
um annað staðfesta, um tað eru
myrkatøl í Føroyum, sigur hann.
Kannast skal eisini, um tað
eru ymisk sløg av covid-19.
– Vit fyrireika eina gransking,
har vit skulu kanna, um tað eru
fleiri sløg av koronavirus. Tað
eru ábendingar um tað, til dømis
eitt slag, ið spjaðir seg skjótt frá
persón til persón og eitt annað,
ið ikki spjaðir seg skjótt. Nú
vilja vit granska tað nærri. Eg
havi ta klinisku ábyrgdina av
hesi verkætlanini, sigur Shahin
Gaini.
Kt-hjálp
Hann vísir eisini á, at gott hevði
verið hjá øðrum fakbólkum at
funnið loysnir til ymiskt, ið hev
ur við korona at gera, til dømis
kt-fyritøkur.
– Í Suðurkorea og í Kina eru
fleiri kt-fyritøkur sera frammar
laga, og tær hava til dømis
gjørt tað munandi lættari og
skjótari at finna fram til fólk, ið
møguliga eru smittað, og tí skulu
í sóttarhald. Skrásett er, hvar
telefonin hevur verið, og um
tú til dømis hevur sitið í einum
bussi ella toki, so kann vera, at
myndugleikarnir ringa til tín og
biðja teg fara í sóttarhaldi, tí at
kt-skipanin hevur funnið fram
til, at tú ert ein av persónunum,
ið ein smittaður hevur verið tætt
hjá. Tískil kann telefonin nýtast
sum smittuspori, sigur Shahin
Gaini.
Tvær milliónir doyggja
í USA, um landið
ikki steingir
Serlæknin vísir á, at tað er
ymiskt, hvussu lond gera, og
hvat eydnast fyri at avmarka
smittuspjaðingina.
– Vit síggja, at í Italia og
Spania hevur smittan gjørt sera
nógv um seg, og nógv fólk eru
deyð. Men eisini í okkara granna
londum er støðan álvarsom. Í
Oslo eru fleiri hundrað korona
sjúklingar á sjúkrahúsi, og
heilsuverkið hevur trupult við
at klára tað, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at støðan í
USA er rættiliga ógvuslig.
– Nógv fólk eru deyð í USA
av korona, og um Donald
Trump, forseti, ikki hevði sett
ógvuslig átøk í verk nú við at
lata landið aftur í fýra vikur,
so hava amerikanskir smittu
serfrøðingar roknað út, at
umleið 2,2 milliónir fólk høvdu
doyð av sjúkuni í USA. Nú kunnu
vit vænta, at talið fer at vera
millum 100 og 200.000 fólk, sigur
Shahin Gaini.
Heilsustarvsfólk skulu
ansa sera væl eftir
Yvirlæknin veit eisini, at til ber
ikki at at halda á at hava eitt
land afturlatið.
– Einaferð mugu vit lata upp
aftur. Vit mugu bara ikki gera tað
alt í einum, men í stigum. Serliga
tey, ið arbeiða innan heilsuøkið
og eldraøkið mugu ansa sær væl
fyri at verja okkara veikastu,
elstu og sjúkastu borgarar, sum
ikki tola at fáa covid-19 sjúku,
sigur Shahin Gaini.
Ellisheim ella sjúkrahús
fara eisini at verða rakt
– At tað hevur eydnast væl við okkara strategi í Føroyum higartil at
avmarka smittuspjaðingina, kann vera falskur tryggleiki. Tað er sera stórt
sannlíkindi fyri, at smittan eisini fer at koma inn á okkurt ellisheim ella á
sjúkrahús, og tá verður støðan ein onnur, sigur Shahin Gaini, yvirlækni
PERSÓNSØGA: Shahin Gaini
Smittan er ikki komin
inn á ellisheim ella
sjúkrahús enn, men
vit skulu rokna við,
at hon fer at raka
onkrastaðni har. Og
tað er vandamikið. Tá
verður støðan ikki so
góð