hósdagur 2. apríl 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
SOSIALURIN 36
9
ÁRNI GREGERSEN
Í
dag verður kunngjørt ná
greiniliga, hvat liggur í
koronapakka 2.
Andstøðan hevur hesa
vikuna tingast við samgonguna
um ein hjálparpakka afturat til
vinnuna í Føroyum, men tað tók
sjálvandi sína tíð at semjast um
smálutirnar.
Tí
var
pakkin
ikki
almannakunngjørdur í gjár og
tí er heldur ongin tíingfundur
í dag.
Í skrivandi stund bendir alt
á, at tingið verður kallað inn at
viðgera lógaruppskotini í morg
in.
Innihald
Samráðingarpartarnir og lands
stýrið hava hildið kortini tætt
at kroppinum, meðan samráð
ingarnar eru farnar fram. Tað er
tó greitt, at koronapakki 2 fyrst
og fremst er ætlaður smærru
fyritøkunum.
Uppfylla
fyritøkurnar
ymiskar treytir, so kunnu tær
fáa upp til 80.000 krónur um
mánaðin at gjalda húsaleigu,
rentur og avdráttir og aðrar fast
ar útreiðslur við.
Við upphæddini fylgja treytir,
millum annað um ikki at taka
vinningsbýti út og annað.
Sambært smærru fyritøkun
um, so hjálpir hesin pakkin væl,
treytað av, at koronakreppan
ikki heldur fram alt ov leingi
afturat.
Ein onnur hjálp er til fyri
tøkur, sum keypa nógv inn úr
útlandinum og skulu gjalda
tollkreditt fyri at fáa vørurnar
út skjótt.
Tollkreditturin
verður
longdur tríggjar mánaðir. Hetta
hjálpir sjálvandi, men fleiri av
fyritøkunum halda, at hetta
heldur átti at vera seks mánaðir
– fyrst og fremst tí fyritøkurnar
vænta, at tað fer at taka langa
tíð til tær aftur fara ar fáa
inntøkurnar upp.
Millum annað hevur stjórin
í Skálkur-samtgakinum sagt,
at teirra tollkredittur svingar
millum eina og 1,4 milljónir um
mánaðin.
Frammanundan er MVG-
gjaldið, sum annars fellur
til gjaldingar 10.mai, útsett
til hálvan november. Tað er
fyri at bøta um gjaldføri hjá
fyritøkunum her og nú.
Tey gloymdu
Ein lítil partur av teimum
lønmóttakrum, sum eru á
arbeiðsmarknaðinum, eru yvir
67 ár.
Tann fyrri koronapakkin gav
onki til teirra, sjálvt um tey vóru
send heim, tí skipanin, sum var
sett í verk herfyri, umfataði bert
fólk millum 16 og 67 ár.
Í nýggja pakkanum eru hesi
tikin við. Tað vil siga, at tey sum
eru farin um pensjónsaldur
kortini fáa úr ALS-skipanini.
Grundgevingin
fyri
at
tey ikki fingu í samband við
fyrra pakkan var, at tey fáa
grundarupphæddina av fólka
pensjónini og úr samhaldsfasta,
sjálvt um tey arbeiða fulla tíð.
Nú eru tey so við í pakkanum.
Andstøðan hevur arbeitt
saman við landsstýrinum, men
tey halda kortini ikki, at tað
gongur nóg skjótt:
-Vit halda, at hetta arbeiðið
fór ov seint í gongd. Tað eigur
at kunna ganga skjótari, sigur
Høgni Hoydal, formaður í Tjóð
veldi.
Bæði Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi hava strongt á at fáa
gjørt broytingar, so útgjaldið til
tey almennu, sum eru send til
hús við fullari løn og tey, sum
arbeiða privat, fáa bert 20.000
krónur úr ALS-skipanini, verður
meira javnt.
Tað skal leggjast afturat,
at ein partur av teimum í al
mennum størvum, arbeiða
heimani frá.
Hendan bvroytingin er tó
neyvan ein partur av pakkanum,
sum verður lagdur fram í dag.
-Eg vóni, at hetta kann
leggjast fyri tingið leygardagin,
so vit fáa tað avgreitt áðrenn
vikuskiftið, sigur Báður á Steig
Nielsen, løgmaður.
KORONAPAKKI 2
ALMENNUR Í DAG
Tað hevur tikið eina viku at
semjast um koronapakka 2
ætlaður smærru fyritøkunum
Høgni Hoydal, formaður
í Tjóðveldi
Bárður á Steig Nielsen,
løgmaður