hósdagur 2. apríl 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
SOSIALURIN 36
10
Páskamorgun
Páskamorgun út úr sorgum,
út úr sorgum í ævir ber.
Fagnaðarroði, lív okkum boðið,
lív okkum boðið í lýsing er.
Páskamorgun út úr sorgum,
út úr sorgum í ævir ber.
Reis upp frægur frelsarmaður,
frelsarmaður í morgunsól.
Myrkursins grátur, Himinin kátur,
Himinin kátur ein lovsong ól.
Reis upp frægur frelsarmaður,
frelsarmaður í morgunsól.
Songur fagur, sáttarmaður,
sáttarmaður í dýrd og mátt.
Hann mátti bøta okkum at møta,
okkum at møta í Himni hátt.
Songur fagur, sáttarmaður,
sáttarmaður í dýrd og mátt.
Einglaliðið kom við friði,
kom við friði og lovsongsrødd,
bar hina høgu, signaðu kvøðu,
signaðu kvøðu til hjørtu mødd.
Einglaliðið kom við friði,
kom við friði og lovsongsrødd.
Lokin neyðin, deyður deyðin,
deyður deyðin í Paradís.
Grøvin hin tóma birti ein ljóma,
birti ein ljóma til Harrans prís.
Lokin neyðin, deyður deyðin,
deyður deyðin í Paradís.
So í skara upp vit fara,
upp vit fara úr grøv í ský!
Tungurnar loga, Harran vit skoða,
Harran vit skoða við ljóð so blíð.
So í skara upp vit fara,
upp vit fara úr grøv í ský!
N.F.S. Grundtvig. Árni av Reyni.
Lag: L.M. Lindeman.
Tað var navnframa danska skaldið Nikolai
Frederik Severin Grundtvig, sum í 1843
skrivaði henda víðagitna sálm við heitinum
Páskamorgun.
Tónaskaldið L.M. Lindeman skrivaði lagið.
Danir hava løgið nokk ongantíð sýnt tann ans
fyri hesum megnar sálmi, so sum tey í Noregi.
Sum skilst, er tað lagi Lindemans fyri at
takka, at brøðratjóð okkara í ein landnyrðing
tók sálmin til sín.
Nú ein dagin undan páskum heitti eg á
svág mín, Árna av Reyni, um at týða sálmin
til føroyskt. Árni segði mær, at hann longu
hevði týtt sálmin.
Gripin av sálminum fór Árni undi at týða
hann eftir páskir í fjør, í apríl 2019.
Vit rokna Grundtvig sum ein av teim, ið
setti á stovn donsku háskúlarørsluna. Hann
var móðurmálinum sannur vinur, søgukønur
og tjóðskaparliga sinnaður. Nýnorsku rørsluni
ein sannur stuðul.
Temað í sálminum fevnir um Jesu uppreisn
av deyðum, har sálmaskaldið nevnir Jesus við
hesum nøvnum: frelsarmaður og sáttarmaður,
umframt at nevna hann Harran.
Í týðing síni hevur Árni við bókstavrímum
sínum lagt seg tætt upp at upprunateksti
Grundtvigs í formi tess, eitt nú har sagt verður:
Lokin neyðin, deyður deyðin!
Bygnað og rím hevur Grundtvík lænt
frá sálminum hjá Brorson: ”Her vil ties, her
vil bies.” Ørindini hava veruliga bert fýra
reglur, men við at endurtaka tvær tær fyrstu
reglurnar verða tað seks reglur.
Lagið hjá Lindeman, sum sungið verður
til sálmin, er upprunaliga skrivað í 1864 til
Brorsons ”Her vil ties, her vil bies.” Nú verður
lagið bert tengt at sálminum hjá Grundtvig.
Danir syngja eitt lag hjá Thomas Laub til
sálmin Páskamorgun.
A.P. Berggreen eigur tað nú á døgum
vælumtókta lagið til “Her vil ties, her vil bies.”
Påskemorgen slukker sorgen hevur
gjøgnum langar tíðir verið fastur sálmur á
skránni í norskum kirkjum á páskadegi, men
sum áður sagt, so vann sálmurin ongantíð
frama í Danmark.
Í 1859 hevði Wilhelm Andreas Wexels
sálmin við í útgávuni Christelige Psalmer,
og Magnus Brostrup Landstad fekk hann
við í Kirkesalmeboken í 1869, tó við onkrum
málsligum broytingum.
Upprunaliga vóru 9 vers, men seinni er
sálmurin skerdur við trimum versum, so at
hann kann verða sungin, tá ið gudstænasta er.
Tey eru ikki hissini, sporini eftir Grundtvig.
Keldur:
Bibelen 2005
Norsk Salmebok 1985
Landstads reviderte salmebok 1960
Lars Aanestad
Anne Kristin Aasmundveit
Egil Elseth
P.E. Rynning
Tobias Salmelid
Hoyvík, tann 2. apríl 2020
Ólavur Jøkladal
Páskamorgun – Fagnaðarroði,
lív okkum boðið!
Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær,
bind tær tey um hálsin,
skriva tey á talvu hjarta tíns!
So skalt tú finna náði og fáa yndi,
í eygum Guds og manna.
Orðtøkini 3:3
Góðu mamma og babba!
Ein heilsan á tykkara Gullbrúdleypsdegi 4.
Apríl 2020. Vit høvdu av sonnum glett okkum
til at hátíðarhildið dagin saman við tykkum,
familju og vinum. Nógv var longu fyrireikað
og eftir var at fáa tað seinasta uppá pláss.
Hetta verður tó av ongum, nú tað ikki ber
til at savna nógv fólk og tí vilja vit senda
tykkum hesa heilsan.
Fyri 50 árum síðani, í 1970, vóru tit 24
og 22 ára gomul og í lívsins besta blóma -
glað og spent uppá lívið. Tit góvu hvørjum
øðrum hátíðarligt lyfti um kærleika og
trúfesti og gingu saman í hjúnaband. Tit
blivu vígd á gomlu politistøðini í Jónas
Broncks gøtu og veitslan bleiv hildin á Hotel
Hafnia. Forrætturin var av fyrstu føroysku
ælabogasílunum hjá Júst abba, sum vóru
ald í hyljunum í Skálafirði. Í 1970 fluttu tit
í nýggj hús í Tjarnardeild og hetta hevur í
stórum verið tykkara heimur. Babba sum
Havnardrongur, sonur Niels Vang úr Kaldbak
og Petru Johannu Thomsen, vanliga nevnd
Diddan, fødd í Skemmuni í Porkeri, føddur,
uppvaksin og búsitandi so at siga í Havn
alt sítt lív. Mamma sum Toftagenta, dóttir
Júst í Túni, av Toftum og Marina Elisabeth
Guttesen, vanliga nevnd Maja, úr Havn, men
sum flutti 17 ára gomul til Havnar at arbeiða,
her hon hevur verið síðani. Øll árini hava tey
verið væl umgird av góðum fólki – familju,
vinum og grannum.
Hesin heimurin, tit hava livað í, kann
tykjast at vera lítil. Men áhugi fyri
heimsviðurskiftum, samband við og vitjanir
við fólk mangastaðni úr heiminum og ferðir
til lond hava gjørt heimin stóran – og stóra
heimin lítlan. Tit hava havt pápa til skips,
beiggja í Venesuela, svigarindu úr India, son
við familju í Grønlandi, børn og ommu- og
abbabørn á ferð og útbúgving kring allan
heimin og harafturat handilssambond í
Danmark, Svøríki, Týsklandi og Onglandi.
Familjan er stór í báðar ættir og hon hevur
havt rúmt og gott pláss. Sum børn og ung
hava vit notið ómetaliga nógv gott av at
verið saman við okkara ommum og abbum
og ikki minst, systkinabørnum í Havn og á
Toftum. Nú vit sjálvi eru blivin vaksin og
hava fingið børn, síggja vit, at hetta ikki er
nøkur sjálvfylgja. Tað krevur, at ommur,
abbar, mammur og pápar seta seg sjálvi til
síðis og lata børnini fáa løtuna og dagin. Men
treyðugt so, so hava vit eisini funnið út av, at
tey ‘vaksnu’ hava notið hetta hóast knossið.
Tí hesar løtur og dagar eru rík og góð minni
í tíðarinnar skjótt rennandi á.
Vinaløgini eru bæði mong, góð og long.
Vinaløgini frá ungdóminum standa enn, og
í nú fleiri ár hava babba og hinir menninir
dámt so sera væl at sleppa við í ‘ungdóms’
bindiklubban – gott nokk nakað aftaná, at
konurnar eru møttar – ja, nógv er broytt hesi
árini. Grannakonurnar hava enn regluliga
bindiklubb, og er tað tekin um, at tær sita
væl um sátt.
Vit minnast øll væl aftur á okkara
barnaheim og grannalag. Fyrstu árini vóru
nógv børn. Vit spældu millum húsini, uppi
við Hoyvíkstjørn, yviri við Gálgastein,
uppi við veðurstøðina, niðri í fjøruni yvir
við Strond og allastaðni har ímillum.
Føðingardagar blivu hildnir og køkumenn
og -konur, køkuhús, -bilar og -bátar blivu
gjørdar og etnar. Tað er enn líka gott at koma
á gátt í Tjarnardeild. So hugnaligt at koma
inn í køkin, har mamma altíð eigur okkurt
at seta á borðið. Babba hevur okkurt at siga
frá ella biður okkum koma inn á kontórið,
har hann skal vísa okkum okkurt á telduni
- myndir ella onkra gamla upptøku, sum er
løgd inn á telduna. Eisini barnabørnini elska
at vera hjá tykkum. Tey rokast bæði inni og
úti í havanum og uppi í trøðunum. Tey spæla
og vera forkelað. Akkurát, sum tá vit vóru
børn og vitjaðu okkara ommu og abbar – tað
er ordiliga deiligt.
Tað kundi verið tikið so mangt annað fram
úr tykkara lívi, bæði tað sum framhaldandi
fyllir og tað sum fyrr hevur fylt nógv. Vit
kundu nevnt gudsóttanina og andaliga
samfelagið, sum altíð hevur verið ein
náttúruligur partur av lívinum hjá tykkum
ella handlin DADDAN, har ið tit arbeiddu so
væl saman í mong ár.
Nú tit hava fylgst í 50 ár og eru blivin 74 og
72 ára gomul – komin í seinra enda av lívinum
– hvat stendur tá eftir?
Orðtøkini 17:6 siga:
Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði
barnanna er fedrar teirra.
Tit eru so ómetaliga glað fyri øll tykkara
barnabørn. Tað síggja vit í ómakinum, tit
gera fyri at savna okkum og gera nógv fyri
at fáa pláss fyri øllum og hvussu tit fylgja væl
við hvussu tað gongur hjá øllum. Nú byrja
langommu- og abbabørnini eisini at fjálgast,
so næsta ættarlið er væl ávegis.
Vit halda at tit eru okkara prýði – vit eru
ómetaliga glað fyri tykkum! Vit ynskja at
rósa tykkum fyri alt tað, tit hava verið fyri
okkum og takka fyri tann góða uppvøksturin,
vit hava fingið. Tit hava dugað so væl at liva
saman – í álvara og gaman – og vit ynskja
tykkum mong góð ár afturat á lívsleiðini.
Hjartaliga tillukku!
Niels, Júst, Eva, Maria og Rebekka
við familju
Ein heilsan til gullbrúðarparið
Hannu og Johan Vang