Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 SOSIALURIN 36 13 Nánd søkir eftir frítíðaravloysarum frá 1. juni til 31. august 2020. Talan er um størv innan hesar fakbólkar: • Sjúkrarøktarfrøðingar • Heilsurøktarar • Heilsuhjálparar • Køks- og vaskifólk Um eingin við heilsufakligari útbúgving innan heilsuhjálparaøkið søkir, kunnu størvini setast av ófaklærdum. Til hesi størv skipar Nánd fyri upplæring. Til størvini í heimatænstuni og eldrasambýlinum Gøtubrá, er neyðugt at umsøkjarin hevur koyrikort til persónbil. Starvsøkið Heimatænasta, eldrasambýlir, dagtilhald fyri minnisveik. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum. Setanar- og lønarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Upplýsingar Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum skal sendast til nand@eystur.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan mikudagin 1 apríl kl. 12.00. Upplýsingar um virksemi hjá Nánd er á heimasíðuni www.eysturkommuna.fo, NÁND FRÍTÍÐARAVLOYSARAR