Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 12 LÍV & HEILSA Ein trupul tíð hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum - Nú korona-støðan skapar órógv og óvissu, er kjatt-virksemið, sum Sinnisbati hevur, eisini økt munandi, og soleiðis hava nógvar kjatt-samrøður verið seinastu vikurnar, sigur Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata VILMUND JACOBSEN - Støðan við korona, sum Før­ oy­ar og allur heimurin eru í, er á fleiri økjum sera lík einar kreppu­støðu. Vit eru avmarkað í okkara vanliga frælsi, og støðan rak­ar okkum øll við tað, at skúl­ ar, stovnar og arbeiðspláss eru stongd, og gerandisdagurin við frítíðarítrivum er sera av­mark­ að­ur. Flestu halda seg innandura í sjálvbodnum sóttarhaldi, og øðrum er álagt at fara í sóttarhald. Tað sigur Róa Midjord, for­ kvinna í Sinnisbata. Hon vísir á, at hjá teimum flestu er hetta ein sera torfør tíð, har fleiri verða rakt, bæði fíggj­ arliga, kensluliga og sálarliga. - Summi fáa ikki gjørt sítt ar­ beiði, gingið í skúla, verið saman við vinfólkum og sínum kæru. Tað kann kennast einsamalt at vera inni, samstundis sum samfelagið er latið aftur. Tú kanst kenna teg ørkymlaðan og óttafullan, tí tú veitst ikki, hvat tú kanst vænta tær í nærmastu framtíð. Forkvinnan vísir á, at hjá fólki, sum stríðast við sinnisligar av­ bjóð­ingar, kann hetta vera ein eyka hørð tíð, bæði av óvissuni og tí, at vit í stóran mun eru avbyrgd í heim­inum. Sum tíðin líður, merkja vit, at fólk hava størri tørv á ein­ um práti og tosa ofta longur og oftari, enn tey plaga. Hetta er mill­um annað eisini nakað, tey upp­liva í sosialpsykiatriini. - Tey avvarðandi eiga ikki at taka viðgerðarábyrgd fyri sínum kæru, sum hava tað trupult sál­ar­ liga, men tað kann vera gott, um av­varðandi javnan kunna seg um, hvussu viðkomandi hevur tað. Róa Midjord sigur, at í slíkum tíð­um, sum vit í løtuni eru í, er vand­in fyri einsemi og at gerast verri fyri sinnisliga væl størri enn ann­ars. - Um avvaðrandi ikki býr sam­ an við tí sjúka, kann tað vera gott, um avvarðandi kunnu ringja til tann sjúka oftari enn vanligt. Eitt gott prát ella ein gongutúrur í nátt­úruni við frískari luft og góð­ ari frástøðu, er í sær sjálvum góð fyri sálarheilsuna. Forkvinnan hjá Sinnisbata sig­ur, at á heimasíðu felagsins - sinnisbati.fo - eru nøkur góð ráð um, hvussu fólk, sum hava sálar­ lig­ar avbjóðingar og onnur við, kunnu hjálpa sær sjálvum og øðr­ um í hesum døgum. - Her verður víst á nøkur ráð, sum okkara systirfelag - Sind í Dan­mark - hevur savnað, sigur Róa Midjord. Fleiri tilboð eru Í Føroyum eru í løtuni fleiri fel­ øg, sum veita ymisk tilboð í sam­ band við korona-kreppuna, og her eru eitt nú Sinnisbati við kjatt­-ráðgeving, Barnabati við tele­fon­linju fyri børn og ung, har fólk kunnu tosa við sálarfrøðing um sínar tankar, telefon hjá Bláa Krossi - Øll Hava Rætt til Góð Barna­ár - og endiliga er eis­ini Reyði Krossur, sum bjóðar sálar­ frøði­liga ráðgeving umvegis tele­ fon. Forkvinnan vísir á, at á heima­ síðuni hjá Sinnisbata er neyvari kunning um hesar tænastur. - Vit í Sinnisbata veita kjatt- ráð­geving, sum byrjaði longu á heysti í 2019. Vanliga hava vit nógv virksemi í oktober, tá hetta eisini er mánaðurin, har Altjóða Sál­arheilsudagur er. Róa Midjord sigur, at nú kor­ ona-støðan skapar órógv og óvissu, er kjatt-virksemið, sum Sinnis­bati hevur, eisini økt mun­ andi, og soleiðis hava eisini nógvar kjatt-samrøður verið seinastu vik­ ur­nar. - Flestu samrøður snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ym­iskum slag, og aðrar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálv­ morðs­tankar. Har aftrat uppliva vit, at vit fáa áheitanir frá fólki, sum eru stúrin um vinfólk og fam­ilju, har rúsnýtslan er økt, og fleiri uppliva øktan harskap í tí sam­bandi. Forkvinnan sigur, at tað, sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring korona, og hvussu fólk skulu og kunnu handfara støð­una. Tey stúra kanska fyri, at fram­tíð­ar­ætl­ an­ir fara í vaskið. - Tað, sum er felags fyri flestu kjatt-samrøður, er, at tey, sum skriva, hava tørv á onkrum sum lurtar, uggar og sum kann práta og ráðgeva í støðuni, sum hon er. Róa Midjord sigur, at fleiri dáma væl at hava møguleikan at samskrifta skrivliga og sam­stund­ is sleppa at vera dulnevnd. - Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið hjá Sinnisbata um hendi, og hetta eru fólk úr ym­iskum yrkisbólkum, sum hava drúgvar royndir í at ráðgeva í ym­ iskum viðuskiftum og lívs­um­støð­ um. Øll eru vælkomin Forkvinnan leggur aftrat, at fólk kunnu venda sær til felagið við øllum sløgum av fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. - Eru spurningar, sum ráðgevin ikki kann svara, verða fólk víst til onnur tilboð, sum kunnu veita røttu vegleiðing og hjálp. Arbeitt verð­ur út frá galdandi reglum um tagn­aðarskyldu og øll, sum venda sær til felagið, eru dulnevnd. Øll - og í øllum aldri - eru vælkomin at skriva til Sinnisbata, leggur Róa Midjord aftrat. Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata