hósdagur 2. apríl 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
20
LÍV & HEILSA
– Tað er stórur tørvur á sálar
røkt og at tosa við prest, sigur hon.
Avbjóðingin er tó hon, at Marj
un ikki kann hitta tey í sama rúmi,
ið hava serstakliga stóran tørv á
einum góðum orði. Tí ger hon
allar samrøður gjøgnum telefon
ella Facetime. Og samrøðurnar
eru nógvar.
– Serliga eru fólk bangin, og tey
eru stúrin um sína familju, gomlu
foreldur ella børnini, sum ikki
hava gott av at vera einsamøll ella,
sum heilsuliga eru í vandabólki,
sigur hon.
Tað tykist, sum er støðan trup
ul hjá mongum. Summi stúra
og onnur stríðast við familju
viðurskifti, sum tey ikki sleppa
undan, nú vit øll í so stóran mun
sum til ber skulu halda okkum
heima.
– Ein av trupulleikunum tykist
vera, at vit ikki eru so von við at
samskifta og samstarva sum
familja. Støðan gerts strongd, tá
øll familjan er heima, foreldrini
skulu hjálpa við skúlaarbeiði,
samstundis sum tey eisini sjálvi
skulu arbeiða heimaífrá, keypa
inn, gera mat, leggja børn og
alt annað. Tað verður lítil tíð til
ein sjálvan, og tað kann gerast
stressandi, sigur hon.
– Vanliga liva vit øll hvør sítt
lív við nógvum aktivitetum,
hóast vit liva undir sama taki
sum familja. At knappliga vera
saman alla tíðina hevur eisini
sínar avbjóðingar við sær, og teir
tankarnir ynskja fólk eisini at
lufta við prest, sigur hon.
– Og so eru tað tey, sum eru
farin hvør til sítt, og børnini, sum
tey eiga saman, fáa nú ikki ferðast
millum mammu og pápa sín, sum
tey vanliga gera, sigur hon frá.
Marjun Lómaklett undrast als
ikki á, at fólk ringja til prest, hó
ast tað eru fleiri aðrar ókeypis
tænastur í hesum døgum, sum
veita sálarhjálp til tey, ið stúra
ella hava spurningar viðvíkjandi
samfelagsstøðuni, sum hon er nú.
– Tey, sum ringja til prest ynskja
at fáa ta andaligu dimensjónina
við. Summi vilja hava eina bøn,
og summi vilja hava eitt prát ella
vegleiðing. Eg havi havt nógvar
pastoralar uppgávur alla ta tíðina,
eg havi virkað sum prestur, men
nú er tað eitt eyka lag av ótta, iva
og stúrni millum fólk, tí hetta
er ein heilsukreppa, har øll eru í
vanda, sigur hon álvarsliga.
– Eisini merki eg heilt tíðiliga, at
hetta eisini verður ein búskaparlig
kreppa í ymiskum løgum í sam
felagnum. Stúranin snýr seg eis
ini ítøkiliga um, hvussu man skal
klára seg, og fólk eru bangin fyri
at gerast arbeiðsleys, leggur hon
aftrat.
Hon greiðir víðari frá, at vit
menniskju eru sosialar verur,
ið eru skaptar til at vera saman
við øðrum menniskjum – kanska
serliga í krepputíðum.
– Vit hava havt góðar tíðir við
ov mikið av arbeiði til øll. Sjálvt
tá hava fólk kent, at eingin gevur
sær far um tey. Tey sum hava
kent seg einsamøll, áðrenn hesa
heilsukreppuna kunnu nú gerast
tung í huga, tí tey eru øll noydd
til at vera heima fyri at verja seg
sjálvi og hvønn annan. Tað kann
elva til tunglyndi, og summi hava
ikki pening til sálarliga hjalp, og
tí er tað flott, at samfelagið veitir
ókeypis hjálp á ymiskum økjum.
Kirkjan kann eisini bjóða nærveru,
forstáðilsi og ein sum lurtar, sigur
Marjum Lómaklett.
– Tað snýr seg um at vera
sædd, hoyrd og fáa virðing sum
menniskja. Tann fanstastiski
boðskapurin er, at vit altíð hava
ein at fara til. Tann vegurin varð
opnaður okkum, tá Jesus varð
sendur okkum til jarðar. Vit eru
sædd og elskað av Guði sjálvum.
Hann er hjá okkum, har sum vit
eru. Tað hevur hann lovað okkum.
Hann ber byrðuna saman við
okkum. Tað kunnu vit lættliga
gloyma, tá alt koyrir í fullari ferð
í samfelagnum, sigur prestur
avgjørd
Ansa eftir heiminum
Hendan kreppan, sum vit nú liva í,
hevur sett ferðina niður um allan
heimin. Trýstið á jørðina er sjálv
sagt minkað í tráð við, at fólk eru
meir heima.
– Hetta er ein spesiel tíð, og
kann eisini vera ein áminnig um,
at vit eru noydd til at seta ferðina
niður. Náttúran sjálv rópar var
skó. Nú minnir náttúran okkum
á, hvussu sárbær og lítil vit í veru
leikanum eru. Menniskjan kann
rættiliga nógv, men vit verða
dyggiliga mint á, at vit eru smáar
verur, sigur hon álvarsliga.
– Tað hevur verið so nógv
snakkað um, at vit mugu minka
um dálkingina av jørðini og ansa
eftir og verja skapanarverkið. Nú
hava vit fingið eina ávaring um,
at vit mugu taka hetta í álvara
og endurskoða, um jørðin tolir
tá ovurnýtslu, sum hevur verið
á sjógvi og á landi seinastu árini,
sigur hon.
– Er kósin hjá okkum røtt,
tá skapanarverkið suffar undir
mátanum, vit liva uppá, spyr
prestur og sigur, at álvarin er
undurstrikaður í, at hetta kostar
mannalív, og tí má mannaættin
taka annað skinn um bak og hugsa
um dygdargóðar loysnir, sum ikki
ræna jørðina fyri alt tilfeingið,
leggur hon aftrat.
– Hetta er eitt gallróp um, at vit
mugu rætta kósina. Bæði tá tað
snýr seg um at ansa eftir jørðini,
hvørjum øðrum og okkum sjálv
um. Hetta er, sum tá vit koyra
við fullari ferð í bili og hyggja at
blómunum, sum vit koyra fram
við. Tá vit steðga bilinum, so
síggja vit, hvørjar blómur eru har
– hvønn lit og skap tær hava, og
hvussu tær anga, sigur hon.
– Nei, vit fáa ikki givið hvørjum
øðrum klemmini, ið vit leingjast
eftir júst nú, og vit kunnu ikki
vera saman við okkara kæru, men
vit kunnu hugsa og viðurkenna
veruliga virði okkara, nú bilurin
koyrir í nógv niðursettari ferð,
sigur hon til endans.
Hóast tíðirnar skapa ein ótta og eina
óvissu, so er tað deiligt eisini at hava
fingið ein møguleika til at seta ferðina
niður og viðurkenna, at sjálvfylgjurnar
ikki eru sjálvfylgjur longur
Vanliga liva vit øll hvør sítt lív við
nógvum aktivitetum, hóast vit liva
undir sama taki sum familja. At
knappliga vera saman alla tíðina
hevur eisini sínar avbjóðingar
við sær, og teir tankarnir ynskja
fólk eisini at lufta við prest
Mynd: Amy Hansen