hósdagur 2. apríl 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
22
AMBOÐ
MÓTI ANGIST
– Vit liva øll onkursvegna við
hesum óttanum um, at lívið er
stutt, tingini kunnu broytast,
og vit hava tørv á kontroll. Í
gerandisdegnum eru vit so
upptikin av gerandistingum,
at hesin óttin fer í bakgrundina.
Støðan, sum vit eru í nú broytir
gerandisdagin, og nógv av tí,
sum fylti hann er nú burtur.
Tað ger, at óttin hjá summum
kemur til sjóndar , sigur Gurið
Simonsen, sálarfrøðingur
um koronaangist, sum fleiri
stríðast við í hesum døgum.
Tí hevur hon her fleiri amboð
og venjingar, sum til ber at
gera fyri at basa óttanum
og angistini, ið kann taka
stýringina, fær hon loyvi til tað
Anda í fýrakant:
STEV 1: Finn eitt stað har tú
kanst sita í friði í 10-15 minuttir.
Set eina klokku ella telefon at
ringa eftir 10-15 minuttir.
STEV 2: Legg til merkis tín
andadrátt beint nú. Tel hvussu
nógv sekund tað tekur at anda
út og at anda inn uttan at broyta
andadráttin á nakran hátt.
STEV 3: Anda nú eitt sekund
longri inn og eitt sekund longri
út. Tað vil siga, at tú slakkar
andadráttin av bæði inn og út. Tá
hetta er vorðið behagiligt, so legg
eitt sekund aftrat innanding og
útanding. Um hetta gerst torført,
ella tú merkir, at tú ikki fært
nokk av luft, so er tað sikkurt tí,
tú ger hetta ov skjótt. Halt áfram
at slakka andadráttin av, til tú
andar so seint, sum gjørligt uttan
at tað er trupult ella óbehagiligt.
STEV 4: Royn síðani at vita,
hvussu tað kennist at steðga á
eftir hvørja innanding og hvørja
útanding. Royn ymiskt. Tú kanst
vita, hvussu tað kennist at
steðga á heilt stutt - kanska í eitt
sekund ella tíggju sekund. Um tú
hevur longri steðgir, so mást tú
uttan iva eisini anda longri inn
og út. Broyt tað, sum tað passar.
Hetta eitur fýrakants anding, tí
at upprunaliga var ætlanin, at
andingar og steðgir skuldu vera
líka lang, sum ein fýrakantur.
Tað er ikki neyðugt. Tað sum
hevur týdning er, at tú andar
færri ferðir per minutt.
Til ber eisini at visualisera/
ímynda sær at tú andar í ein
fýrakant. Tá er hendan venjingin
eisini distraherandi. Hon megnar
tá møguliga at avleiða tankarnar
enn betri.
– Eftir hesar tíggju minutt
irnar skuldi tú kent teg róliga/
róligan og kent minni angist.
Gransking hevur víst á, at fólk
sum gera hesa venjingina reglu
liga, minst tvær ferð um dagin,
merkja minni til ótta. Hendan
venjingin er góð at hava í ”lumm
anum”. Eingin nýtist at vita, at tú
gert hetta. Tað er als ikki neyðugt
at blunda, hóast tað kann hjálpa
tær at hugsavna teg at byrja við,
sigur Gurið Simonsen, sálar
frøðingur.
Hendan venjingin er ikki ein mindfulness
venjing. Hon er vanliga brúkt við
kognitivari terapi, tá ein arbeiðir við
angist ella strongd.
Venjingin hevur til endamáls at
avspenna heila og kropp við at miðvíst
spenna og sleppa í øllum vøddunum í
kroppinum.
Tá vit spenna og halda einum vødda
til fulnar í eitt bil - kanska 10 til 15 sekund
- og so sleppa, so gerst vøddin heilt
avslappaður og avspentur.
Royn í venjingini at sleppa rættuliga
knappliga, so tú merkir munin á
spenningi og avslapping væl. Royn og
far inn í kensluna av bleytheit og ró í
vøddanum eftir at tú hevur slept.
Vegleiðing:
1.
Legg ella set teg væl til rættis.
2.
Byrja í fótunum. Spenn báðar so
nógv tú kanst uttan at gera ov nógv
av, halt meðan tú telur róliga upp
í tíggju, ella til tú als ikki orkar at
halda meir. Tað er týdningarmikið,
at tú spennir nokk til at tú troyttast.
3.
Flyt so fokus upp til leggirnar og
ger tað sama. Síðani til endaparts
vøddarnar, armar, búk, akslar og at
enda spenn andlitsvøddarnar.
4.
Tað er gott at royna at halda
eitt mindfult fokus á har tú ert í
kroppinum. Tað kann gerast sera
avslappandi at gera hetta, um tú
loyvir tær sjálvum at fara heilt inn í
kensluna av ró, sum smeltar innyvir
vøddan eftir spenningina.
– Tá tú so hevur gjørt hetta, ert tú í einum
góðum róligum tilstandi, sum ger tað
nógv lættari at venja mindfulness. Tað
vil siga, at hendan avspennings metodan
kann brúkast bæði sum fyrireiking til
mentalu venjingina, sum mindfulness er,
og sum eitt tól í sær sjálvum, sigur Gurið
Simonsen, sálarfrøðingur.
ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO
VØDDA-AVSPENNING
Miðvís
LÍV & HEILSA