Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 SOSIALURIN 36 23 VEN SJÁLVSUGGAN OG SAMKENSLU VIÐ TÆR SJÁLVUM Hvussu hevði tú verið ímóti einum vini, spyr sálar­frøð­ing­ ur­in. Til hesa venjingina skal tú brúka pappír og penn og síðani svara niðanfyristandandi spurn­ingunum Ímynda tær eina støðu, har ein av tímum góðu vinum hevur tað tørført – møguliga er tað okkurt, sum hevur við viðkomandi at gera, ella hevur vinurin tað ikki gott. Hvussu hevði tú tosað við vinin? Skriva niður, hvat tú vanliga gert, og hvat tú sigur. Legg til merkis hvat tónalag tú brúkar. Hugsa síðani um, hvussu tú ert ímóti tær sjálvum, tá tú hevur tað ringt ella hevur tað ringt við teg sjálvan. Skriva aftur niður, hvat tú vanliga gert, hvat tú sigur, og legg til merkis, hvat tónalag tú brúkar. Er nakar munur? Um so er spyr teg sjálvan, so hví tað er. Er nakar vandi í at vera ímóti tær sjálvum, sum tú ert ímóti vinum ella tínum kæru? BLØÐ EFTIR ÁNNI Hetta er ein venjing, sum hevur til endamáls at hjálpa tær at sleppa tonkum, ið geva angist. Endamálið er, at ikki identifisera seg so nógv við sínar tankar og geva teimum loyvi at flóta framvið sum bløð eftir eini á. Vit royna at skapa rúm millum teg og tínar tankar, soleiðis at til ber at eygleiða teir heldur enn at vera eitt við teir. Tínir tankar eru ikki tú. Teir eru eitt produkt av tínum heila. Tú kanst velja at skapa teir tankar, tú hevur hug til, og tú kanst velja, hvørjum tú trýrt ella ikki trýrt. Við tíðini hava tankarnir sum skapa angist fingið ov nógva uppmerksemi, og vit eru í størri mun farin at trúgva teimum. Lat okkum geva teimum frið, so at teir missa maktina. Hesir tankarnir steðga tær í at gera tað, tú ynskir. Slepp teimum leysum. Lat teir fara. Set tær fyri, at tú ert harri yvir, hvørjum tú heldur fokus á. Tú kanst gerast áskoðari til tankarnar heldur enn at vera fløkt/fløktur inn í teir. Set tær fyri, at nú fert tú at seta teg viðsíðurnar av tínum tonkum heldur enn at vera inni í teimum. Mindfulness kropsvenjing E itt stórt endamál við mind­fulness er at styrkja innlitið og sam­bandið við kroppin, so tú kanst leggja til merkis, hvussu stóra ávirk­an kroppurin kann hava á teg og títt sinnalag. Kropp­ urin eigur eisini ein auto-pilot. Kropp­urin kann saktans koma í ein óvana at vera spentur í ein­ um høgum tempo alla tíð­ina, greiðir Gurið Simonsen, sálar­ frøð­ingur, frá. Ert tú týpan, sum rennur allastaðni, hevur tú altíð knýttar akslar, hevur tú ofta ilt í búkinum, so er kropp­ urin møguliga altíð strongd­ur, greiðir Gurið Simon­sen frá. – Tað byrjaði uttan iva við tonk­um um, at tú hevði ringa tíð. Av tí sama fórt tú at spenna í kroppinum. Men við tíðini so hev­ur kroppurin lært, at soleiðis er tað fyri tað mesta, so eg kann líka so gott bara vera so alla tíð­ina. Tað vil siga. at kroppurin kon­stant sendir signalir til heila­n um, at tit eru stressað ella hava angist. Tað elvir til hugsanir, ið eru merktir av strongd/angist og ger, at tú spennir enn meir. Hetta er ein ónd ringrás, sum mind­ful­ness roynir at gera teg varan við. Við at føra eitt blítt, um­sorg­an­ar­fult fokus á kroppin har tú góð­tekur alt, sum tú leggur til merkis, so kanst tú bloyta kropp­in og enda hesi ringrásini, sigur hon. – Hendan venjingin hevur til enda­máls at styrkja títt samband við tínar sansir og tín kropp. Hon hevur eisini til endamáls at læra teg at góðtaka tín kropp, tíni kropsligi signalir/symptomir og sansir, akkurát sum teir eru. Ynskiligt er, at tú lærir at vera saman við tínum kroppi upp á ein meira játtandi máta. Minst til mind­fulness hugburðin. Um tú stríð­ist við angist ella strongd, so kann tað vera sera óbehageligt at fara inn í kroppin og vera saman við tínum óbehagi. Men har ligg­ur styrkin í mindfulness. Um tað er ov trupult at gera alla venj­ingina fyrstu ferð, ger tá so nógv, sum tú megnar, og royn so at gera eitt sindur meir hvønn dag, sigur Gurið Simonsen. – Tá tú verður játtandi mót­ veg­is tí, sum tú merkir, so missir tað kraftina. Heilin hevur ikki áhuga at fokusera upp á ting í tín­um kroppi, um tú játtar og góð­tekur. Heilin leitar jú altíð eftir trupulleikum. Heilin hevur til upp­gávu at halda teg trygga, tí er meinigsleyst hjá honum at leggja dent á tað neutrala ella posi­tiva, leggur hon aftrat. – Jú meira venjingar tú gert, jú fleiri nýggjar banar skapar tú í heilanum, har tú kemur burt­ ur frá tí gamla neiliga tanka­ mynstr­inum og heilin fer at fara á auto­pilot eitt nýtt stað. Eitt meira jaligt stað, meir núver­andi og róligt stað, sigur sálar­frøð­ing­ ur­in. PREI: Gurið Simonsen hevur gjørt eitt sjónband á Youtube til Mindfulness kropsvenjingar. Sjónbandið kann síggjast her: https://youtu.be/ CroRm76RmaI PREI: Gurið Simonsen hevur gjørt eitt sjónband á Youtube til venjingina "bløð eftir ánni". Sjónbandið kann síggjast her: https:// youtu.be/ E2Sdx9BZ9nQ LÍV & HEILSA