hósdagur 2. apríl 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
24
LÍV & HEILSA
Oftast settu spurningar
til Koronalinjuna
Nú hevur almenna koronalinjan verið opin í góðar tríggjar vikur, og tað er TAKS,
ið tekur sær av at manna linjurnar. Vit hava spurt TAKS, hvørjir oftast spurdu
spurningarnir til linjuna eru, og hvussu tey svara teimum spurningunum
STEINAR PATURSSON
EG SKAL Í SÓTTARHALD.
HVAT SLEPPI EG?
Tað kemur an uppá, hvat sóttarhald tú skalt í. Talan er um trý ymisk sløg av
sóttarhaldi. Tað fyrsta er avbyrgin. Tá hevur tú sjálvur fingið smittuna, og tá
hevur tú fingið boð frá landslæknanum. Tá avbyrgir tú teg frá øllum. Tá tú ert
positivur fyri koronavirus, ert tú fyri teg sjálvan í 14 dagar. Tað kann gerast við
hús, men kanst tú ikki gera tað við hús, kemur heilsumálaráðið og hjálpir tær
við at finna eitt passandi stað. Tú fert ikki til arbeiðis, tú fert ikki út, tú fert ikki
ørindi, tú fert í grundini einki. Tú ert avbyrgdur. Tú mást ikki hav beinleiðis
samband við onnur fólk, heldur ikki tey, sum tú býrt saman við.
Eitt annað sóttarhald er, um tú hevur havt beinleiðis samband við ein persón,
sum hevur fingið staðfest koronavirus. Tá hevur landslæknin verið inni og
hugt eftir, hvør smittuketan hevur verið í sambandi við smittaða persónin, og
tá kemur landslæknin eisini og boðar tær frá. Í hesum førinum ert tú eisini
við hús, tú fert ikki til arbeiðis og ikki av matrikkulinum. Tú hevur heldur ikki
samband við onnur fólk - eiheldur tey, sum tú býrt saman við. Tað er í grundini
næstan tað sama sum at vera í sóttarhaldi, tá tú hevur fingið smittuna.
So er tað, sum eitur heimauppihald. Tað verður brúkt til teirra, ið hava verið
uttanlands, og sum koma heim til Føroya. Tá ert tú við hús, tú fert ikki til arbeiðis
og tú fert ikki ørindi, tú fært ikki vitjan og fer ikki av matrikkulin í 14 dagar. Tú
hevur ikki samband við tey, ið eru í vandabólki. Tað vil siga, eru fólk í tínum
húski, ið eru í vandabólkinum, so skalt tú ikki hava nakað samband við tey. Men
tú kanst vera saman við familjuni annars.
MAÐUR ELLA KONA
MÍN HEVUR VERIÐ Í
SAMBANDI VIÐ ONKRAN,
SUM HEVUR VERIÐ Í
SAMBANDI VIÐ EIN, IÐ
HEVUR FINGIÐ STAÐFEST
KORONASMITTU.
SKAL EG KANNAST?
Nei. Í fyrstu atløgu skalt tú ikki kannast. Um so er, at tú skalt kannast, so
setir landslæknin seg í samband við teg. Tá ger landslæknin eina greining av
teimum, ið smittaði hevur verið í sambandi við. Landslæknin hyggur eftir,
hvørjum smittaði hevur verið í sambandi við, og tey, ið skulu kannast, fáa boð
frá landslæknanum.
Framhald á síðu 26