Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 26 LÍV & HEILSA KANN EG FARA ÚT? KANN EG FARA TIL HANDILS? Ja, tað kanst tú gott. Ert tú frískur, ert tú ikki settur í sóttarhald, og hevur tú ikki fingið staðfest sjúkuna, so kanst tú fara út, og tú kanst fara til handils. Minst bara til at yvirhalda tey tilmæli, ið eru givin viðvíkjandi frástøðu og reinføri. Spritta teg væl, tak ikki alla familjuna til handils, men far inn ein í senn. SKÚLIN Í DANMARK ER STONGDUR. KANN EG KOMA HEIM TIL FØROYA Á PÁSKUM? Tilmælini siga, at tú skalt ikki koma heim, um tú bara skalt heim til páskir. Tú skalt í 14 daga sóttarhald, um tú kemur heim, og tá sóttarhaldið er av, skalt tú í grundini avstað aftur. Kemur tú til Danmarkar, kann tað vera, at tú skalt í sóttarhald. Kanna í øllum førum við myndugleikarnar áðrenn. Tað er eingin lóg, ið forðar tær í at koma heim, men vit mæla til, at tú verður verðandi har, tú ert. KANN EG FARA AT FERÐAST Í FØROYUM? Aftur her er eingin lóggáva, ið forðar fyri tí. Men nú eru komin nýggj tilmæli, ið siga at tú skalt royna at avmarka teg. Ikki fara út á útoyggj, og strandferðslan hevur fingið nýggjar reglur, har tilmælt verður, at tú fert ikki út á útoyggj á páskum. Halt teg í ró, til páskirnar eru av. MÍTT BARN BÝR UPP Á SKIFT HJÁ MÆR OG PÁPANUM/MAMMUNI. KANN BARNIÐ FARA AFTUR TIL PÁPAN/ MAMMUNA? Vit mæla til, at foreldrini tosa væl og virðiliga um, hvat tað besta er fyri barnið í hesum førinum. Tað er ymiskt frá heimi til heim, hvør kemur inn í heimini. Onkur hevur verið og ferðast, summi arbeiða í heilsuverkinum, so tað er trupult at koma við einum yvirskipaðum svari fyri hasum. Men familjufyrisitingin mælir til at tosa saman um, hvat er best fyri barnið. Er nakar ivi, er kanska best at avmarka, hvussu nógv børnini ferðast í millum familjurnar. Tað ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá familjufyrisitingini, sum hevur upplýsingar um hetta. VIT HAVA FÓLK Í VANDABÓLKI Í HÚSUNUM. HVUSSU FYRIHALDA VIT OKKUM TIL TEIRRA? Tú skalt altíð vera eyka varin. Er eingin í húsarhaldinum sjúkur, verður tað mett sum verandi vanligt. Tú skalt ikki taka onnur atlit enn tey, ið vit mæla til í sambandi við koronasmittu. Tú skalt halda frástøðu, tú skalt halda reinførið, hosta í ermuna og vaska væl. Vaska ves og køkin væl, og tú skalt vaska klæðir, seingjarlín og líknandni við hitanum, sum verður tilmældur á korona.fo. Hevur tú ein í húsarhaldinum, sum er í vandabólki, skalt tú kanska hugsa um ikki at fáa gestir á gátt. Roynið at halda tykkum so nógv sum til ber í sjálvbodnum sóttarhaldi.