hósdagur 2. apríl 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
32
- Vit hava higartil verið heppin. Tey,
sum hava verið á korona-deildini, hava
eitt nú havt tørv á vætu og súrevni.
Fólk hava verið her millum tveir dagar
og eina viku, og hetta hava verið fólk
í seinnu hálvu av 30-árunum og upp
í endan av áttatiárunum. Eg føli, at
deildin er væl fyri, og vit hava eftir
mínum tykki eina góða tilbúgving, sigur
deildarleiðarin, Jóna Sigmundardóttir
VILMUND JACOBSEN
S
osialurin hevur vitjað á korona-
deildini, sum er skipað á B7 á
Landssjúkrahúsinum, og her hittu
vit deildarleiðaran, Jónu Sigmund
ardóttir og varaleiðaran, Randi Borðoy, ið
annars er varaleiðari á P50, sum er ambul
ant psykiatri.
Vanliga er B7 ein neurologisk deild, sum
eitt nú tekur sær av fólki við blóðtøppi í
heilanum ella heilabløðing, og tað er her,
at Jóna Sigmundardóttir er leiðari.
- Tá korona-trupulleikin eftir lítlari og
ongari tíð eisini kom tætt upp á okkum her
heima í Føroyum, tók sjúkrahúsleiðslan
eisini spurningin upp, hvussu vit innan
hýsis kundu skipa okkum best á Lands
sjúkrahúsinum. Neyðugt varð at finna út
av, hvar henda deild fysiskt skuldi verða,
og hvussu ein korona-deild kundi skipast.
Deildin umskipað
Jóna Sigmundardóttir sigur, at tá tað gjørd
ist greitt, at korona-deildin skuldi skipast á
B7, stóð henni eisini í boði at gerast leiðari
fyri deildini, og síðan skuldi finnast út av,
hvussu deildin skuldi mannast, og hvør
skuldi manna deildina.
- Teir sjúklingar, sum annars høvdu
komið á neurologisku deild, sum nú er kor
ona-deild, fara nú á B6 ella B8, og soleiðis
hevur B7 nú eina heilt aðra og øðrvísi
funktión, enn deildin hevði áður.
Deildarleiðarin vísir á, at tá korona-
deildin varð staðsett, skuldi sjálvsagt eisini
finnast út av, hvør skuldi arbeiða á deildini,
og her vórðu nøkur starvsfólk soldað frá av
ymiskum orsøkum.
- Hjá onkrum, sum áður var á B7, bar ikki
til at arbeiða, soleiðis sum vaktirnar nú eru
skipaðar, og hjá øðrum kundi talan vera um
aldur, heilsu ella barnsburð. Vit vóru 22
sjúkrarøktarfrøðingar á neurologisku deild
og tær, sum ikki eru her nú, eru partvís á
B6 og B8. Vit eru nú níggju eftir av 22, og
haraftrat hava vit fingið fólk av øðrum
deildum.
Fimm toymi
Jóna Sigmundardóttir sigur, at korona-
deildin er skipað í fimm toymi við fimm
sjúkrarøktarfrøðingum í hvørjum toymi,
og hvørt toymi arbeiðir í 12 tímar tvær
fylgjandi vaktir, og síðan hevur toymið frí
í nakrar dagar.
Aftrat toyminum eru so leiðari og vara
leiðari.
- At arbeiða á nýggju korona-deildini er
stórt inntriv í arbeiðslívið og privatlívið
hjá starvsfólkunum. Vikan er kanska ikki
vorðin longri hjá øllum, men tað veldst um,
hvussu arbeiðstíðin var frammanundan.
Umframt fylgjandi vaktirnar á 12 tímar,
arbeiða toymini eisini tvær vaktir á 12 tímar
annaðhvørt vikuskifti.
Deildarleiðarin vísir á, at toymini eru
skipað soleiðis fyri í best møguligan mun
at byrgja upp fyri smittuspjaðing, um illa
vildi til.
- Eingin, sum arbeiðir á korona-deildini,
kann býta um við aðra, og okkara fólk
skulu ikki arbeiða nakra aðrastaðni. Eisini
í privatlívinum eru tær skerdar, tí tær noyð
ast at taka øll neyðug fyrivarni í samband
við møguligan smittuvanda. Vit kunnu siga,
at okkara starvsfólk eru meira útsett enn
nakar annar við tað, at tey hava við korona-
sjúklingar at gera. Tað merkir, at hesi fólk
- umframt at vera til arbeiðis - eru heima við
hús, har eingin annar enn húsfólkini koma
á gátt, sigur hon.
Átta seingjarpláss
Jóna Sigmundardóttir vísir á, at á sjálvari
korona-deildini, sum er ein viðgerðardeild,
eru fýra stovur við plássi fyri tveimum
sjúklingum á hvørji stovu. Soleiðis eru átta
seingjarpláss á deildini.
- Umframt hesi átta plássini, hava vit
eisini trý pláss til fólk, sum koma, tí tey
hava sjúkutekin, sum benda á, at tey kunnu
hava korona-smittu. Hesi koma beint upp á
deildina, har tey verða kannað og viðgjørd
í mun til teirra tørv. Tey vera so á deildini,
Onkur sjúklingur h
Covid-19 er ikki áður staðfest í menniskjum. Hetta merkist
eisini á korona-deildini, har starvsfólk hava upplivað, at
sjúklingar eru óttafullir.