Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 SOSIALURIN 36 33 til svarið upp á korona-royndina fyriliggur. Hava tey fingið staðfest korona-smittu, verður mett um, hvørt tey hava tørv á innlegging ella ei. Er ikki neyðugt við innlegging, verða fólk útskrivað og koyrd heim í sóttarhald, sigur Jóna Sig­mund­ar­ dótt­ir. Ein serdeild Sum nevnt í byrjanini, er Randi Borð­oy vara­leiðari á korona-deildini á Lands­sjúkra­ húsinum, og hon var ikki í iva, tá møgu­ leikin beyðst henni at taka við varaleið­ara­ starvinum á hesi serdeild. - Nei, hetta ræddi meg ikki, og eg vildi gjarna taka við hesi avbjóðing, sigur hon. Sjálv sigur Jóna Sigmundardóttir, at hon heldur ikki var í iva um møguleikan at standa á odda fyri korona-deildini. - Vit hava ofta havt sjúklingar á deildini við ymiskum infektiónum, og tað hevur ikki verið óvanligt at arbeiða við verjuútgerð. Munurin nú er, at vit arbeiða við verju alla tíðina, tí allir sjúklingar, sum koma her á seingjardeildina, hava korona-smittu. Deildarleiðarin vísir á, at korona-deildin hevur andingartól av ymiskum slagi, sum vanliga verða brúkt til sjúklingar við lungnatrupulleikum, men verður tað so­ leiðis, at korona-sjúklingar fáa tørv á respir­ atori, verða tey flutt á intensiva deild. Hevur gingið væl Jóna Sigmundardóttir heldur, at tað higartil hevur gingið væl hjá teimum á korona- deildini á Landssjúkrahúsinum. - Vit hava higartil havt fimm sjúklingar við korona-smittu á seingjardeildini. Har­ aftrat hava nógvir sjúklingar verið inn­ lagd­ir til kanningar fyri smittu. Hesir eru eftir avváttaða korona-smittu antin fluttir á aðra deild ella útskrivaðir. Hon heldur, at tey higartil hava verið heppin. - Tey, sum hava verið her á deildini, hava eitt nú havt tørv á vætu, súrevni og anti­bi­ ot­ika, og fólk hava verið her millum tveir dag­ar og eina viku. Hetta hava verið fólk í seinnu hálvu av 30-árunum og uppi í endan av áttatiárunum. Deildarleiðarin sigur, at fólk tíbetur ikki hava verið so illa sjúk, at neyðugt hevur verið at flyta tey á intensiva deild, og so­ leið­is hevur heldur eingin higartil verið í lívs­vanda. - Áðrenn tey komu, høvdu tey eitt nú havt leyst lív, og onkur hevur havt vaml og hevur spýð, sum kann gera, at tørvur er á vætu. Haraftrat hevur onkur havt vanligan lungnabruna. Jóna Sigmundardóttir vísir á, at soleiðis, sum tað hevur gingið higartil, hevur kor­ ona-deildin verið rímiliga væl mannað. - Vit eru fyrireikað upp á meira enn tað, sum hevur verið higartil, og tað skulu vit sjálv­sagt eisini vera, og arbeitt verður eisini við loysnum, sum skulu vera til at taka, um støðan broytist. Eg haldi, at korona-deildin er væl fyri, og vit hava eftir mínum tykki eina góða tilbúgving. Leypandi mannagongdir Á korona-deildini hava tey skipað neyð­ugu mannagongdirnar, sum skulu til á einari slíkari serdeild, og her hevur eisini smittu­ verjuserfrøðingur verið við í tí arbeiðnum. - Vit hava okkara tilbúgving, og hetta er ein tilbúgving sum sjálvsagt verður dagførd og tillagað leypandi. Vit taka eisini okkara atlit á deildini, tá ræður um at verja okkara starvsfólk. Vit sita ikki tætt saman, og vit minna hvørja aðra á mannagongdirnar. Tá kaffisteðgir eru, fara vit ikki allar til kaffi í senn, og reinførið er í allar mátar í hásæti - við vasking og spritting og við teirri vernd­ arútgerð, vit brúka. Soleiðis eru vit alla tíðina ógvuliga bevístar um alt, vit gera, og eingin fer inn á nakra stovu uttan vernd­ ar­útgerð. Jóna Sigmundardóttir sigur, at tá tær handfara sjúklingin inni á stovuni - ella í aðrar mátar eru honum nær - eru tær í fullum verndarbúna við bæði masku, brill­ um, hettu, kitli, longum ermum og handsk­ um. - Alt tekur longri tíð og er meira óar­beiðs­ ligt, og er sjúkrarøktarfrøðingur inni hjá sjúk­lingi og hevur brúk fyri onkrum, sum ikki er á stovuni - ja, so verður ringt ímillum, soleiðis at tingini verða sett til dyrnar á stov­uni. Tað er eisini rættiliga heitt at vera í full­um búna, leggur hon aftrat. Fólk eru bangin Korona-virus, covid-19, er ikki áður staðfest í menn­iskjum, og hetta merkist eisini á kor­ona-deildini á Landssjúkrahúsinum, har starvsfólk á deildini eisini hava sæð, at sjúk­lingar eru óttafullir. - Eg vil siga, at onkur, sum hevur verið her, hevur verið rættiliga bangin um, hvat út­fallið fór at vera, men tíbetur hevur alt tørnað væl út higartil, og fólk hava verið glað, tá tey eru sloppin frísk heimaftur. Jóna Sigmundardóttir sigur, at enn veit eingin, hvussu gongdin við korona-vir­us í Føroyum fer at verða, men nú hon hev­ ur hetta høvi, heitir hon inniliga á allar føroyingar um at taka øll neyðugt atlit. - Vit vita ikki, um hetta er toppurin - ella, um vit fara at renna okkum í ein ann­ an topp. Gera vit øll okkara besta, og taka øll neyðug atlit, kunnu vit bara vóna, at vit fara at ríða henda sjógvin av okkum, sig­ur deildarleiðarin á korona-deildini á Lands­ sjúkrahúsinum. hevur verið bangin Jóna Sigmundardóttir, leiðari og Rand Borðoy, varaleiðari á korona-deildini á Landssjúkrahúsinum - Tíbetur hevur eingin verið illa sjúkur, og soleiðis hevur heldur eingin verið í lívsvanda, sigur Jóna Sigmundardóttir