Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 SOSIALURIN 36 35 Tað er tú, sum tekur enda liga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg,sum starvast á Studna, men sum fyri tað mesta er í nýggju Vegleiðingarstovuni á Hoydalsvegi 1 (vegleiding@ uvs.fo), vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. HÁSKÚLAR Í FØROYUM 2020 Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Bachelor, master og hjánám Hvørt stig hevur síni egnu treytir fyri upptøku og sítt egna um­sóknarblað.  Títt fyrsta stig er at kanna, hvørja útbúgving tú ynskir at fara undir. Nærri kunning um ein­støku útbúgvingarnar finnur tú undir “Útbúgving”. - www. setur.fo/fo/utbugving Umsóknarbløð til bachelorútbúgvingar 2020 Gev gætur: Umsóknarfreistin til kvotu 2 er 15. apríl 2020  og umsóknarfreistin til kvotu 1 er 1. juli 2020! Setrið hevur talgilda um­ sóknar­skipan, ið verður brúkt til at søkja inn á bachelor­út­ búgv­ingar. Hana sleppur tú inn á her: https://upptoka.setur.fo Hevur tú ikki møguleika fyri at søkja talgilt, finnur tú eisini um­sóknarbløðini her: https://www.setur.fo/fo/ utbugving/upptoka-2020/ umsoknarblod/umsoknarblod- til-bachelor/ Setrið bjóðar út hesar útbúgvingar í 2020 BACHELOR (11) • Bachelor í føroyskum – mál og bókmentir • Bachelor í søgu – smátjóðir og altjóðagerð • Bachelor sum fólka­skúla­ lærari • Bachelor sum náms­frøð­ ingur • Bachelor í búskaparfrøði • Bachelor í lívfrøði • Bachelor í mýlalívsvísindum • Bachelor í KT-verkfrøði • Bachelor í sjúkrarøktarfrøði • Bachelor í politikki og umsiting • Bachelor í sosialvísindum og samfelagsplanlegging  HJÁNÁM (3) • Hjánám í føroyskum • Hjánám í søgu • Hjánám í samfelagsfrøði   MASTER (5) • Master í føroyskum máli og bókmentum • Master í politikki og um­ siting • Master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging • Master í søgu • Master í heilsuvísindum Setrið bjóðar útbúgvingar á ymiskum stigum: • Húsarhaldsskúli Føroya, Klaksvík • Føroya fólkaháskúli, Havn • Ítróttarháskúlin í Suðuroy, Vágur • Mat og mold­mentan­ar­ háskúlin, Sandur Húsarhaldsskúli Føroya - www.husarhaldsskulin.fo Ein modernaður og kreativur skúli! Ein innbjóðandi skúli, við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har tú sum sleppur at útfolda tíni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk. Her verður hugsað grønt, burðardygt og heilsugott. Sum næmingur lærir tú eina rúgvu um mat, um føroyska matmentan, um okkara tilfeingi, um kropp, heilsu og rørslu, alskins handarbeiði, so sum gera tíni egnu føroysku klæði, at seyma, glaslist, silvurarbeiði o.a. Hugnaligt - Herligt - Heimligt Eitt upplivilsi fyri lívið. Skeiðið er frá hálvan august til februar, 26 vikur. Einasta treyt er, at tú er 15 ár við skeiðsbyrjan. Føroya Fólkaháskúli - www.haskulin.fo Eitt hálvt ár fyri lívið Kom við á eina kreativa ferð, har skapandi listin er í hásæti. Vit borðreiða føroyska mentan á einum silvurfati. Vel millum tvær leiðir: 1.Myndlist og listahandverk Tekning og málningalist, foto, installatiónir, leir og annað listahandverk 2.Pallur og orð Sjónleikur, skriving, rødd og dansur Her fært tú rúmd at hugsavna teg um tað kreativa og at knýta vinabond fyri lívið. Saman fara vit hópin av útferðum til stovnar, søvn og út í náttúruna. Skeiðið er frá septembur til februar. Einasta treyt er, at tú er 16 ár við skeiðsbyrjan. Mat & mold­mentanar­ háskúlanum www.moldmentan.fo Hjartað í Mat & mold­mentan­ ar­háskúlanum slær fyri sjálvbjargni og burðar­dygg­ leika! Høvuðsæðrarnar eru matur, mold og mentan. Matmentan: At liva av teimum eplum tú sjálv hevur velt, tað er eitt. Men hvat um tú kundi hugsað tær okkurt annað enn epli? Nýbakað súrdeigg jbreyð við heimagjørdum rómaosti til dømis. Ella kanska eitt seiðaknetti ella fimm? Vit baka, súlta, súrga, salta, turka, flekja, roykja, fletta og mangt annað. Moldmentan: ”Av mold er tú komin, at mold skalt tú vera, úr mold skalt tú aftur rísa upp”... Men hvagani kemur moldin? Her læra vit alt um jørðildið! Tí um plantur skulu trívast má jørðildið eisini trívast. Vit læra um lívd, um ymisk sløg av tøðum, drening, ilting av jørð, og mangt annað. Vit seta niður, og læra um hvat skal til, fyri at ymsar plantur, blómur og grønmeti kunnu grógva væl. Vit skipa fyri alskins stuttum og longri háskúlaskeiðum, ið eru ætlað øllum vaksnum. Ítróttaháskúlanum í Suðuroy - www.his.fo Á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy fært tú møguleikan at bjóða tær sjálvum av, ítróttarliga og per­són­liga. Umframt upplivingar, venj­ ing og nýggja vitan um kropp, kost og tileggjan, fært tú eisini høvið at læra nýggj fólk at kenna og kanska tú eisini kennur teg sjálva/n enn betur eftir eitt háskúla uppihald í Suður­oy. So kom við, tað verður feitt! Vegna koronaumstøður er IELTS-royndin í Føroyum tann 9. mai 2020 avlýst. Meira fæst at vita við at venda sær til útbúgvingar­ leiðaran á spyrbara@ studni.fo eller á tlf. 555090 o o Háskúlar o o Føroyum í