hósdagur 2. apríl 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
36
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
1.partur
Í
hesum døgum verður næst
an bara tosað um Corona,
og tað er eisini ógvuliga
skilligt.
Heimurin hevur verið plágað
aður av nógvum farsóttum. Ein
av teimum er spanska sjúka,
sum tók seg upp í 1918. Gongdin
við sjúkuni var upp og niður, og
tað var ikki fyrr enn fyrst í 1920-
unum, at tað kundi sigast, at
spanska sjúka var av. Men hon
varð fylgd av øðrum líknandi sótt
um, sum í Føroyum eisini blivu
kallaðar spanska sjúkan.
Tað er vist ikki skrivað nakað
serligt um sponsku sjúkuna í
Føroyum. Men vit fara at gera
eina roynd at lýsa nakað av
hennara søgu. Í hesum corina
tíðum ber illa til at sleppa til
keldur á almennum stovnum.
Men bløðini eru tøk á netinum.
Her eru nógvar greinir og stubbar
um sponsku sjúku.
Tað er áhugavert, at tey tiltøk,
sum tá vórðu tikin fyri at beina
fyri smittuni, eru ikki so ólík
teimum, sum verða nýtt í dag.
Tað er eisini nógv forvitnisligt,
sum kann finnast í bløðunum.
Eitt er, at tað varð skipað fyri
einum serligum sjúkrahúsi fyri
hesar sjúklingar.
Søgan um sponsku sjúku
Eitt tað mest forvitnisliga við
sponsku sjúku var, at hon hevði
einki við Spania at gera.
Hon byrjaði í USA fyrst í 1918
millum hermenn, sum skuldu til
Europa at luttaka í 1. heimsbar
daga.
Men tíðindi um sjúkuna
mátti av hesi orsøk dyljast sum
mansmorð, og bløðini í teimum
sameindu londum í heimsbar
daganum máttu einki nevna um
hesa sótt. Spania var ikki partur
av heimsbardaganum og hevði
ikki sama sensur. Tá ið spanski
kongurin fekk hesa sjúkuna fór
sponsku bløðini at skriva um
hana. Hetta var orsøkin til, at
sjúkan fekk navnið ”spanska
sjúkan”.
Spanska sjúkan gjørdist ein
hervilig sótt. Tað var sagt í USA,
at fólk kundu fara frísk niður í
undirgrundsjarnbreytina, og tey
komu deyð upp aftur. So ógvus
ligt var tað kortini ikki á okkara
leiðum. Sagt verður, at tilsam
ans doyðu 50 milliónir fólk av
sponsku sjúku
Hon kom eisini til Danmarkar.
Her kostaði hon 14.000 mannalív.
Har doyðu 36 sjúkrasystrar og
-næmingar, sum vóru smittað í
sínum arbeiði.
Tað verður sagt, at sjúkan kom
í bylgjum. Tað gjørdi hon eisini í
Føroyum. Fleiri ferðir varð hildið,
at tað var mestsum sloppið, men
tá kom sjúkan aftur.
Fimta hvørt fólk í
Havn fingið sjúkuna
Tað verður lítið og einki skrivað
í bløðunum í Føroyum fyrr enn
í oktober 1918. Tá varð sagt, at
sjúkan fyrstu ferð gjørdi um seg
her á landi í juli.
Dimmalætting skrivaði eisini í
oktober, at ”der er forefaldet 7.290
Tilfælde af den spanske Syge i
København i sidste uge. Hospit
alerne er overfyldt”.
Í Dimmalætting 16. november 1918
verður skrivað:
I den sidste Ugestid er der
forekommet talrige tilfælde af
”den spanske Syge” her i Byen.
Man kan vist nok regne med, at
mindst 1/5 af Indbyggerne har
været angrebne. I mange Hjem
har samtlige Beboere været syge
samtidig. Ved imødekommenhed
fra forskellige Borgere, der har
leveret Sengeklæder o.a. er Komm
unens Ejendom paa Skaale
trø, som Byraadet har stillet til
Dispositon, indrettet til midl
ertidigt Sygehus. Der er her plads
til 10 Patienter, og de haardest
angrebne er indlagt dels her og
dels paa Hospitalet. Fysikus Heer
up, der for tiden er den eneste
Læge her i Byen, har været an
greben af Sygdommen, men kan
nu igen foretage Sygebesøg.
Sygdommen kan i det hele taget
endnu ikke siges at have været
særligt ondartet; i nogle tilfælde
er der tilstødt Lungebetændelse
og enkelte har været hæftigt
angrebne heraf.
I Gaar har den spanske Syge
krævet det første Offer, idet en
ung Navigatør (Ole Norman
Norðberg) fra Suderø afgik ved
Døden som følge af denne Syg
dom
Ifølge Telegram til Dimmalætt
ing kan Epidemien i København
nu betegnes som delsvist over
staaet. Teatrene, de offentlige
Forlystelsesteder og en del Skoler
aabnedes atter i Forgaars.
Hetta skuldi vísa seg at vera
skeivt. Sjúkan stakk seg upp aftur
verri enn fyrr. Kanska varð latið
upp ov tíðliga.
Sjúkrahús í
Konradsbrekku
Tað hevur ikki verið serliga kent,
at tað var eitt sjúkrahús á Skála
trøð í sambandi við sponsku
sjúku. Tá var bara ”gamla hospital”
við ógvuliga avmarkaðum møgu
leikum. Tí var neyðugt at út
vega fleiri hølir. Hetta gjørdist
gamla yvirlærarahúsið ovast í
Gr. Kambansgøtu 21 næst við
Á-handilin í Sigmundargøtu,
sum upprunaliga var handil hjá
Andreas W. Restorff.
Her búðu fram til 1917 Frants
August Wilhelm Restorff, beiggi
A.W. Restorff. Hann var sonur
gamla Restorff. Hesin Frants var
pápabeiggi kenda bakaran við
sama navni.
Tá ið Frants doyði og konan,
Bina, fór av landinum, keypti
kommunan húsini, sum árið
eftir bleiv sjúkrahús. Í dag hevur
kommunan í leiguíbúðir hesum
húsinum.
Bara ein lækni í Havn
Tann 23. novembet 1918 hevði
Dimmalætting eina samrøðu við
Í hesum coronatíðum fara
vit 100 ár aftur í tíðina og
greiða frá sponsku sjúku. Tað
er ikki sørt, at støðan nú er
nakað tann sama sum tá.
SIÐSØGA
SPANSKA SJÚKAN 100 ÁR:
TÁ IÐ SJÚKRAHÚS
VAR Á SKÁLATRØÐ
Sjúkrahúsið á Skálatrøð, sum tað sær út í dag.
Gamla hospital, sum í 1924 varð avloyst av Dr. Alexandrines Hospital