hósdagur 2. apríl 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
38
Merkisdagar
Brúdleyp
Vit hava valt at ganga
saman í hjúnaband tann
04.04.20
Vígslan verður í Nerija
á Skála, Skálavegur 220,
kl.13:30. Eftir vígsluna
verður móttøka. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúðarhús verður dagin
eftir, 05.04.20, í Brekkutún
5, í Hoyvík kl.17-22. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Tað hevði glett okkum
at sæð familju, vinir og
kenningar, og hátíðarhildið
hesar dagar saman við
tykkum, sum vit byrja
okkara ferð saman sum
hjún.
Vinaliga heilsan Dina J.
Bech & Evald Norðberg
ARBEIÐI
Mála húsið?
Vit átaka okkum alt uttandura
málaraarbeiði og arbeiða um alt
landi. Skriva ella ring til okkara
á malarin.fo@hotmail.com og fá
eitt óbindandi tilboð.
253766
BÝLI Í FØROYUM
Íbúð ynskist
Húsini vit búgva í eru seld so
dótttir mín og eg leita eftir íbúð í
Tórshavn sum skjótast, havi fast
arbeiði og gjaldi til tíðina.
510654
BÝLI UTTANLANDS
Business ibúð á Islands Brygge
Business ibúð á Islands Brygge -
Amager til til stutttíðar leigu, tó
minst 5 dagar. Áhugaði skrive til
hytta2020@gmail.com
INNBÚGV
Møblar til sølu vegna flyting -
alt til eitt heilt heim
Antik møblar, hvítvørur,
spísiborð, stólar og nógv annað
til sølu, vegna flyting. Um
tit hava áhuga fyri at síggja
møblarnar, kunnu tit ringja +45
52589598. Teir standa í Porkeri,
Skiparavegur 9. Verður selt
samlað fyri 20.000 kr.
+45 52589598
YMISKT
Vit sóknast eftur at keypa
Listaverk av:
Ruth Smith Janus Kamban
Elinborg Lützen Keramik eftur
Salto ella Arne Bang. Sendi
boð ella myndir til: vlb@vlb.
fo Góður prísur verður givin fyri
rætta verkið
213536
LÝSINGARTORG
Góðu tit øll
Vit fara at giftast tann 30.
apríl.
Vígslan verður í Eiðis kirkju
klokkan 16.00.
Aftaná eru øll hjartaliga
vælkomin til ein
drekkamunn og køkur
heima hjá okkum á
Seyðagøtu 3, frá kl. 17.00 til
kl. 19.00.
Seinni verður døgurði fyri
foreldrum og systkjum við
familju.
Tað hevði glett okkum, um
tit vildu komi at deilt løtuna
saman við okkum.
Elin & Jógvan
Gullbrúdleyp
Leygardagin 9. mai hava vit
verið gift í 50 ár
Tað hevði glett okkum
at sæð familju, vinir og
kenningar at hátíðarhildið
dagin saman við okkum
Leygardagin 9. mai kl 18:00 í
Bygdarhúsinium í Leirvík
Vinarliga sigi frá á 218301-
218710 innan 24.04 2020
Brúdleyp
Um Gud vil og vit hava
heilsuna, so verður vígslan
í Nerija á Skála 4.apríl
kl.13:00.
Vegna umstøðurnar við
Covit-19, verður Nerija
bara opið fyri teimum allar
nærmastu. Vígslan verður
tó streamað á netinum á
Facebook og Youtube.
Vit ynskja at bjóða tær/
tykkum at vera við til hesa
stóru løtu umvegis netið,
sum vit geva hvørjum
øðrum okkara ja fyri lívið.
Youtube: Vakurleiki.
fo, leinkja: https://www.
youtube.com/vakurleikifo/
Facebook: Dina Jensdóttir
Bech, leinkja: https://www.
facebook.com/DinaJBech
Móttøka, veitslan og
brúðarhús/opið hús, verður
flutt til eitt annað dato.
Nærri kunning kemur
seinni.
Tað hevði glett okkum at
hátíðarhildið hendan dagin
saman við tær heimanífrá,
sum vit byrja okkara ferð
saman sum hjún.
Vinarliga heilsan,
Dina & Evald
Gullbrúdleyp
Leygardagin 9. mai hava vit
verið gift í 50 ár.
Tað hevði glett okkum
at sæð familju ,vinir og
kenningar at hátíðarhildið
dagin saman við okkum
leygardagin 9. mai kl 18:00 í
Bygdarhúsinum í Leirvík.
Vinarliga sigi frá á 218301-
218710 innan 24.04.2020
Zacharias & Sanna
Davidsen
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
KUNNGERÐ
um broyting av Býarplaninum
fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars
2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar
býráð á fundi 27/6-19, 28/11-19 og 26/3-20
hevur samtykt broytingarnar í býarplaninum
fyri Runavíkar kommunu.
•
Umleið 950 m2 av E1-økinum við vegin
Geilin í Lamba, verður broytt til B10-
bústaðarøki.
•
Umleið 2.900 m2 av C24-øki á
Hórheiðum á Skála, verður broytt til
B21- bústaðarøki.
•
Umleið 2.800 m2 av E1-økinum á
matr. nr. 44a, millum Glyvraveg og
undir Gørðum, verður broytt til B6-
bústaðarøki.
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á
býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini.
Av tí at alt virksemi á kommunuskrivstovuni í
løtuni er umvegis telefon og teldupost, ber til
at venda sær til skrivstovuna við at skriva ella
ringja og fáa útflýggja tilfar.
Telefonin svarar mánadag – fríggjadag
kl. 9.00-16.00 og fríggjadag kl. 9.00-15.00
Tlf. nr. 417000. Teldupost: runavik@runavik.fo
frá 6. apríl til 25. mai 2020.
Broytingarnar síggjast eisini á heimasíðuni
www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi
25. mai 2020.
Runavíkar býráð
PROKLAMA
- RÆTTING
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Anni Eilen Kati Hanny
Thomsen, Sjógøta 254, 800
Tvøroyri, fødd tann 16. juni
1948, deyð tann 25. oktober
2019, og eftirsitandi
hjúnarfelaga Pade Christian
Juul Thomsen, f. 31. mai
1947, verða við hesum biðin
um innan tann 21. august
2020 at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
Lucas Debesar gøta 8, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
390/2019, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 25. mars 2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Jón Karstin Poulsen,
Eirargarður 16B, 100
Tórshavn, føddur tann 4.
februar 1955, deyður tann
31. januar 2020, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Birita Sandberg
Samuelsen, Sókn Advokatar,
J. H. Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
45/2020, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 26. marts 2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Betty Vitalis,
Sjúkrahúsbrekka 1, 700
Klaksvík, fødd tann 29. januar
1925, deyð tann 1. mars
2020, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Leivur Martin
Just Vitalis, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Biritu Sandberg
Samuelsen, J.H.
Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
71/2020, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 30. mars 2020