hósdagur 16. apríl 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
17. APRÍL 2020
Gott at landsstýrið ikki bestemmar alt
Ein vøkstur upp á 8 prosent samanborið við
mars í fjør
Enn síggjast avleiðingarnar av koronafar
sóttini í samlaðu lønarútgjaldingunum, og í
mars mánaði vórðu útgoldnar knappar 880
milliónir krónur í lønum.
Tað sigur Hagstovan í dag og vísir á, at tal
an er um vøkstur á góð 8 prosent í mun til
mars mánaða í fjør, tá lønarútgjaldingarnar
vóru um 820 milliónir krónur.
Sambært tølunum hjá Hagstovuni for
vinna menn framvegis munandi meira enn
kvinnur. Samlaðu útgjaldingarnar til menn
vóru í mars mánaði 573 milliónir krónur, með
an lønargjaldingarnar til kvinnur vóru 303
milliónir. Hetta merkir samstundis eisini, at
samanborið við mars í fjør fingu menn 10 pro
sent meira í sín part, meðan kvinnurnar fingu
2,8 prosent.
Størstu lønarútgjaldingarnar eru í vinnu
greinabólkinum almenn o.o tænasta, meðan
lønarútgjaldingarnar í privatu tænastuvinnu
num eru næststørstar.
Í privatu tænastuvinnunum er mars mán
aður í ár heldur lakari í mun til gongdina í
vinnugreinabólkinum annars, sigur Hag
stovan og vísir á, at tað er serliga innan "hand
il og umvæling" og "gistihús og matstovuvirki"
at niðurgongdin sæst best.
800 mió í lønum
MARSMÁNAÐI
Tey settu seg í
vanda í vanda fyri
at hjálpa
Siðsøga síða 38-39
Dómadagur
týsdagin
Viðmerking
Síða 10-11
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Tað er ófólkaligt og óvirðiilgt
av fakfelagsleiðarum at koma
við lønarkrøvum um ískoyti,
áðrenn almenn og privat
starvsfólk eru javnsett soleiðis,
at øll fáa sama rætt til lønar
endurgjald fyri mist arbeiði
Mikudagin boðaði formaðurin í Pedag
ogfelagnum frá, at nú pedagogar skulu
aftur til arbeiðis, so skulu tey hava
ískoyti oman á lønina, tí tey seta seg
sjálvan í vanda.
Tað var sum vera man ikki tikið væl
upp millum manna – millum fólk, sum eru
koyrd heim frá sínum arbeiði við skerdari
løn og summi við ongari løn.
Tí skurrar í tað oyrunum, at ávísur
starvsbólkur tá tí almenna skal sýna so lít
ið samfelagssinni, at tey vilja gera sær
dælt av støðuni. Helst verður tú forkelað
ur, tá tú situr flógvum almennum starvi,
vardur bæði ímóti hesum og hasum.
Starvsfólk í privatu vinnuni hava ikki
hesa bjálving. Har er veruleikin kaldur og
kontantur. Tí nísta tey ikki so illa í hesum
døgum, tá tey verða send til hús við skerd
ari løn ella ongari løn, tí at løgmaður og
Landsstýrið hava lukkað landið. Hvørki
privatir arbeiðsgevarar og so slett ikki
starvsfólk í privatari vinnu hava havt
nakra sum helst ávirkan á støðuna og
vinnuloysið, sum er úrslitið av hesum
stongsli.
Løgmaður og landsstýrismaðurin í
vinnumálum halda heldur ikki at fólk í
privatu vinnuni skulu forkelast so nógv,
sum fólk í almennum starvi. Tað nívir
landsstýrismannin i vinnumálum, at Løg
tingið hækkaði ískoytisgjaldi frá ALS úr
17.500 til 20.000 kr fyri heimsend fólk.
Politikararnir eru bangnir fyri, at fólk í
privatari vinnu fáa for nógv, hóast tey so
langt burturfrá fáa tann lønarmiss aftur,
sum tey høvdu fingið, um tey starvaðust
hjá tí almenna. Ella rættari: So var eingin
lønarmissur. Tí tað almenna sendir fólk
heim við fullari løn, hóast tey ikki arbeiða.
Hví skal privata vinnan ikki eisini senda
fólk heim við fullari løn?
Tað er ófólkaligt og óvirðiilgt av fak
felagsleiðarum at koma við lønarkrøvum
ískoyti, áðrenn almenn og privat starvs
fólk eru javnsett soleiðis, at øll fáa sama
rætt til lønarendurgjald fyri mist arbeiði.
Fá heldur javnrætt millum
almenn og privat starvsfólk
Tað tykist ikki vera við góðum vilja frá
landsstýrinum, at fólk fáa upp til 20.000
kr í lønarískoyt frá ALS, og at hjálpar
pakki II skal hjálpa flestu fyritøkum.
Fleiri ferðir hava vit hoyrt landsstýr
ismannin í vinnumálum gramt seg um,
at hann hevði bara ætlað, at fólk í mesta
lagi skuldu kunna fáa 17.500 kr í lønarí
skoyti, og at størri fyritøkur slett ikki
skuldu fáa pengar úr hjálparpakka II.
Tí kunnu vit fegnast um, at tað kort
ini ikki er landsstýrið, sum bestemmar,
hvørjar lógir verða samtykar í Løgtingi
num. Framsøgumenninir hjá Sambands
flokkinum og Fólkaflokkinum, Johan
Dahl og Christian Andreasen, søgdu
undir viðgerðini av hjálparpakka II, at
neyðugt var at hjálpa størri fyritøkum
eisini, og tí var hjálparpakkin tillagaður
soleiðis. Men enn eru kunngerðir ikki
gjørdar, og tí vita vit als ikki, hvussu
hann fer at virka, og hvussu hann fer at
gagna vinnuni.
Men sum heild sakna vit greiðari boð
frá landsstýrinum og ein sterkari vilja at
hjálpa vinnuni, sum er í svárastu neyð.
Tað tykist, sum landsstýrið skal dragast
við hárinum fyri yvirhøvur at hjálpa
nakað. Var tað ikki fyri ALS, so var kata
strofan fullkomin.
Fleiri vinnurekandi kenna seg slept
upp á fjall eftir at tey sjálvboðin hava
lagt at kalla alt virksemið niður eftir á
heitan frá landsstýrinum. Ynskiligt var
við greiðari útmeldingum, og at lands
stýrið sýndi sama vilja, sum vit síggja
stjórnir í grannalondum sýna sprerdu
vinnuni.
Ja tað kostar nógv, og tað verður eitt
risastórt undirskot á fíggjarlógini. Men
tað nyttar lítið, at vit eftir koronakrepp
una vakna aftur til eitt samfelag, sum er
á ørmundarhúsi, tí so nógv arbeiðspláss
eru farin fyri skeytið. Vit skulu hava alt
samfelagið upp aftur at koyra eftir hetta
nosið. Tí krevur tað dirvi og vilja frá pol
itikarum veruliga at spenna eitt trygdar
net undir alt vinnuvirksemi á landi – eis
ini tað privata. Tað kann ikki vera rætt,
at landsstýrið bara hugsar um starvs
fólkini hjá tí almenna, sum fáa fulla løn
uttan at fara til arbeiðis.
Tað er so hamrandi órættvíst, at fólk í
privatu vinnuni skulu sendast heim
uttan at fáa fult lønarendurgjald, eins og
hjá tí almenna – og at tey enntá skulu
liva undir søðugari hóttan um, stórur
partur av vinnuni fer av knóranum, um
Landsstýrið ikki tekur um endan og
tryggjar alla vinnu í Føroyum.
Er tú væl bjálvaður í almennum starv er
kanska ilt at siggja veruliga órættan í
samfelagnum