hósdagur 16. apríl 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
3
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur
Dagsskrá
Ognarfelag Tryggingartakaranna / Yviri við Strond 2 / Postsmoga 34 /
FO-110 Tórshavn / Tel 348 000 / trygging@betri.fo / www.betri.fo
Fundurin verður skipaður eftir tilmæli frá almenna myndugleikanum og
Skráseting Føroya um Covid -19. Limir við atkvøðurætti kunnu avgreiða
fundin við brævatkvøðu.
1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært
roknskapinum, verður nýtt
3. Val av nevndarlimum
4. Val av grannskoðarum
5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera:
I. Innkomin mál frá umboðsráðnum
a. Um minstukrøv til reglugerð fyri Umboðsráðið o.a. (§8, stk. 4 og stk. 5)
b. Um møguleika at velja talgilt til Umboðsráðsval (§11)
c.
Um nær Umboðsráðið skipar seg (§15, stk.2)
d. Um sama rætt til upplýsingar frá nevndini, sum partaeigarar í partafeløgum hava (§20, stk. 5 og 6)
Aðalfundurin verður stýrdur av einum av nevndini valdum fundarstjóra.
Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í
felagnum. Allir limir hava rætt til at møta á aðalfundinum og taka orðið, men hava ikki atkvøðurætt.
Atkvøðurætt hava limirnir í Umboðsráðnum.
Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 2 dagar frammanundan aðalfundi-
num skrivliga boða høvuðsskrivstovuni frá luttøku. Fundurin verður skipaður samsvarandi tilmælunum frá
almenna myndugleikanum um Covid-19.
Boðast kann eisini frá luttøku á teldupostadressuni: trygging@betri.fo
Tórshavn, 14. apríl 2020
Nevndin
Boðað verður til ársaðalfundar í
Ognarfelag Tryggingartakaranna mikudagin
29. apríl 2020 kl. 17.00 á Hotel Hafnia