hósdagur 16. apríl 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
4
Drotning Margreta
80 ára gomul
ANNIKA KUNOY IM
16. apríl 2020 varð hennara há
tign Margreta II drotning 80 ára
gomul. Margreta drotning varð
fødd á Amalienborg 12. apríl
1949 og foreldrini vóru Fríðrik
krúnprinsur og Ingrid Krún
prinsessa.
Vanligt er, at fólk á føðingar
degnum hjá drotningini savnast
í slotsgarðinum í Amalienborg
og veitra til føðingardagsbarnið,
men tað ber sjálvsagt ikki til
í ár vegna samfelagsstøðuna
koronakreppan eisini hevur
sett danska samfelagið í. 12. mars
avlýsti drotningin øll planløgdu
føðingardagstiltøkini, sum vóru
sett á skrá av kongahúsinum.
– Danmark og heimssamfeløg
ini eru í eini keðiligari støðu. Vit
hava øll eina serliga ábyrgd fyri
hvørjum øðrum og saman geva
okkara íkast til, at Danmark
kemur væl ígjøgnum stóru av
bjóðingarnar, sum landið skal
ígjøgnum. Eg vil tí heita á, at
vit øll fylgja leiðbeiningunum,
sum myndugleikarnir koma
við og ansa eftir hvørjum
øðrum, segði drotning Margreta
millum annað um aktuellu
koronakreppuna,
tá
av
lýsingarnar vórðu framdar.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Eingin skotkvøða
Tað er gomul siðvenja, at skot
kvøða á 21 skot verður latin, tá
ein kongaligt barn verður føtt.
Men tá drotning Margreta varð
borðin í heim, var Danmark
undir týskari herseting, og tí
var ikki ráðiligt at skotini vóru
latin. Ístaðin varð flaggað á
fullari stong. Dagin eftir stóð
at lesa í Kristeligt Dagblad, at
skotkvøðan var avlýst vegna
serligar umstøður, men ístaðin
vórðu fløggini reist um allan
býin og á fleiri av havsins
skipum.
Íslendskt navn
Drotningin var fyrstu fýra
árini av lívitíð síni eisini
prinsessa í Íslandi. Hetta
sæst aftur í triða av fýra
nøvnum hennara: Margrethe
Alexandrine Þórhildur Ingrid.
Palli Pumm
Ein av yndis barnabókunum
hjá drotning Margretu er
søgan um Palla Pumm
Føroyavitjanir
Fyrstu ferð drotningin upplivdi
Føroyar var í 1959, tá drotningin
sum ungur trónuarvingi vitjaði
land okkara við foreldrum
og systrum sínum. Seinasta
Føroyavitjanin var í 2016, tá
hon var á vitjan í Suðuroy,
Sandoy og í Havn.
Grønlandsvitjanir
Drotningin vitjaði Grønland
fyri fyrstu ferð í 1960, tá hon
var 20 ára gomul. Seinasta
Grønlandsvitjanin var í 2015,
tá hon saman við Henrik
prinsi
vitjaði
Norður-
og
Vesturgrønland
við
kongaskipinum Dannebrog í
tvær vikur.
Møtti Elvis
Í 1960 hitti Elvis tær tríggjar
norðurlendsku prinsessurnar
Margretu úr Danmark, Astrid
úr Noregi og Margretu úr
Svøríki, sum vitjaðu USA, tá
ein nýggj flogruta lat upp til
USA úr Danmark
Havt 17 hundar
Fyrsti hundurin hjá hennara
hátign og Henrik prinsi var
Souris, sum livdi í níggju ár.
Síðani hava tey havt 16 hundar,
har teir flestu hava verið
gravhundar. Hundurin, sum
drotningin hevur nú eitur Tilia.
Tosar fimm mál
Drotning Margreta tosar fimm
mál, og hesi eru danskt, enskt,
franskt, svenskt og týskt.
Valdi sjálv rómaratalið
Tað var drotningin sjálv, sum
valdi at brúka rómaratalið
II eftir heitið og navn sítt.
Hetta varð gjørt sum ein
viðurkenning av Margretu 1.,
sum ikki formelt var drotning,
men sum røktu uppgávuna
praktiskt.
Jólakeyp í London
Hvørt ár í desember mánað
vitjar drotning Margreta í
London, har hon eisini keypir
inn til jóla.
Málar páskaregg
Á páskum málar drotningin
páskaregg, sum verða sett
fram á Marselisborg slotti, har
drotning Margreta vanliga
hátíðarheldur páskirnar. Í ár
varð páskaferðin avlýst vegna
koronavirus.
Nýggjársrøður
Gjøgnum
árini
hevur
drotning Margreta hildið 48
nýggjársrøður.
Tvey í røðini at
gerast 80 ár
Í og við, at drotning Margreta
16 apríl 2020 fylti 80 ár, varð
hon eisini nummar tvey í røðini
av donskum ríkisstjórum, sum
hava fylt áttati. Tann fyrsti var
Christian 9., sum bleiv 88 ára
gamal.
Kreativ drotning
Hósdagar hevur drotningin
vanliga ikki kontórtíð. Dagurin
verður ístaðin nýttur til ymiskt
annað, sum drotningin tekst
við. Harímillum eru ofta
kreativar verkætlanir. Á
slottunum hevur drotningin
atelier, har hon arbeiðir við list.
(KELDA: KONGEHUSET.DK)
Stuttlig fakta úr lívi
drotning Margretu