hósdagur 16. apríl 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
12
ÁRNI GREGERSEN
-Eg veit ikki hvønn týdning
hetta heur fyri Sprotan, men
eg haldi, at hetta hevur stóran
týdning fyri føroyskt mál.
Hetta at føroyskt er farið út
um eingjagarðarnar og millum
onnur fólk – tað haldi eg er stórt.
Soleiðis sigur Jonhard
Mikkelsen, frá Sprotanum,
sum mikukvøldið fekk serligu
Vigdísarvirðislønina á heiðurs
løtu fyri Vígdis Finnbogardóttir
í Reykjavík .
Tað var í sambandi við 90 ára
føðingardag hennara mikudagin,
at hendan serliga málheiðursløn
varð latin á fyrsta sinni – og
hon fór til Jonhard Mikkelsen,
stjóra á Sprotanum, fyri tað
málarbeiðið, sum Jonhard
Mikkelsen og Sprotin hava
staðið fyri.
Vígdis Finnbogadóttir var for
seti Íslands frá 1980 til 1996, tá
hon valdi ikki at stilla uppaftur.
Jonhard Mikkelsen sigur, at
tað sum helst hevur ført til, at
orðabøkurnar eru farnar út um
landoddarnar er tann veruleiki,
at land og kommunur teknaðu
hald, soleiðis, at orðabøkurnar
eru atkomiligar hjá øllum.
-Hetta er eitt kvantilop,
sum vit als ikki fyrr hava sæð
á hesum øki, sigur Jonhard
Mikkelsen.
Fekk boðini herfyri
Hóast Jonhard Mikkelsen er
ovafarin yvir at hava fingið
hendan stóra heiðurin, so kom
tað heilt óvænta, tá ið hann
í byrjarnini av hesum mán
aðinum, fekk ein teldupost um,
hvat var í væntu.
-Tað var sjálvan 1.apríl at eg
fekk teldupostin, so eg helt tað
var onkur, sum spældi hund,
men so var ikki, fortelur Jonhard
Mikkelsen.
-Tað var ein ógvuliga álvars
ligur professari av lærda há
skulanum í Reykjavík, sum
ringdi til mín og seinni var sam
band gjøgnum aðalkonsulin í
Føroyum, so har var ikki spart
uppá nakað, sigur hann.
Nógvar útgávur
Sprotin er eitt føroyskt forlag,
sum higartil hevur givið einar
400 bøkur út.
Tað sum forlagið helst er best
kent fyri, eru tær ,ongu orða
bøkurnar, sum liggja á netinum
og sum forlagið gevur út.
-Tað munu liggja einar 20
orðabøkur á netinum í løtuni
og tær verða nógv brúktar.
Eini 60.000 brúkarar eru inni
og leitað hvønn mánaða, so vit
hava fleiri milljónir leitingar um
mánaðin.
Lítillátni vestmenningurin
heldur ikki, at hann hevur hetta
uppiborið.
-Eg haldi hetta er ov stórt. Tú
trýrt mær neyvan, tá ið eg sigi
tær, hvussu bilsin eg var, leggur
hann aftuat.
Jonhard Mikkelsen hevur
einar tvær ferðir verið saman
við fyrrverandi íslendska for
setanum á fundum.
-Eg kenni hana ikki, men eg
havi heilsað uppá hana einar
tvær ferðir tá ið vit hava verið á
fundi saman, so eg veit væl hvør
hon er, sigur málmaðurin í Vest
manna.
Umframt heiðurin so fylgdu
seks milljónir íslendskar krónur
við. Tað svarar til góðar 280.000
danskar krónur.
-Eg bleiv heilt tikin á bóli
Jonhard Mikkelsen fekk
heiðursgávu úr Íslandi fyri
málarbeiðið og útgávuvirksemi
hjá Sprotanum
Vígdis Finnbogadóttir var íslendskur forseti til
1996 og hevur mangan vitjað í Føroyum
Jonhard Mikkelsen er ovurfegin fyri íslendska heiðurin