Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 11 til burtur úr reinari refleksión. Um­sóknir skulu skrivast, verk­ ætl­anir skulu fíggjast og gerast til veru­leika, og kollektiv samstørv skulu eydnast. Eisini hetta er part­ ur av útbúgvingini, sum alla tíð skal finna javnvágina millum tað skapandi, ástøðiliga og verkliga virksemi. Í hesi skiftandi vigan koma spurningarnir: Hví skulu vit fáast við list? Hvat drívur listina fram? Hvussu ávirkar listin tann heimin, vit liva í? Eigur listin at flyta seg yvir um ávís mørk?Og hvussu skal listin bera seg at í mun til fyribrigdi sum aktivisma, marknaðarkreftir, kapitalisma? Hetta eru spurningar, sum eru við til at menna kritisku grundanina um egið listaligt arbeiði. Einans listin Autonomi er eitt týdningamikið hugtak, tá tað ræður um skapandi virksemi. Fullkomna frælsið frá stovnum, strukturum og sam­ felag­s­kipanum – undir hesum eis­ini útbúgvingarstovnum og und­ir­vís­ingarskipanum – hevur týdn­ing. Men autonomi er ikki eitt einfalt hugtak. Listin og tey, sum skapa hana, eru fræls og hava tó samband við samfelagið. Kanska er hetta sambandið um at spreingj­ast við mótsetningum, spenn­ingum og konfliktum, men um­vegis hetta undarliga, fleir­dup­ ulta samspælið við umhvørvið dug­ir listin at vaksa. Tað kompleksa netið av ástøð­ um, ímyndanum og ymsum fat­an­ um av veruleika og list kann tykjast sum ágangur á tað grundleggjandi skapandi arbeiðið. Men tað hevur eitt endamál. Heldur enn at ala listafólk, sum øll hugsa eins, er endamálið við útbúgvingini at skapa eitt avbjóðandi umhvørvi, har kritiska avgerðin um, hvørjir hugsanarhættir skulu hálsfevnast, brúkast ella vrakast, liggur hjá listafólkinum sjálvum. Heldur enn at ovur-intellektualisera listina og vanrøkta instinktið, er tað upp til listafólkini at finna sína egnu serligu rødd og framhaldandi undrast, spyrja, kritisera, grund­ geva og skilja listalig val; bæði í egnum verkum og í verkum hjá øðrum. Hví, til dømis, brúkar listamaðurin Romeo Castellucci fleiri tons av beinmjøli í staðin fyri dansarar í uppseting sínari av ballettini Le Sacre du Printemps eftir Stravinsky? Hví skrivar Yahya Hassan sínar yrkingar við blokkbókstavum? Hvat gera sagn­ orðini í yrkingunum á Jóanesi Niel­sen? Hvussu verður náttúran brúkt, skapað og umskapað í nýggj­um norðurlendskum og føroyskum yrkingum? Hví hevur lista­fólkið Madame Nielsen brúkt ártíggjur uppá at týna sín borg­ ar­liga samleika gjøgnum eina røð av skiftandi persónleikum og nøvnum? Svarini eru ongantíð tilvildarlig og einføld, men tey eru til staðar í tilætlaðum, árvaknum valum. Nú Tað er har vit eru nú. Endamálið við útbúgvingini er tilvit og marg­ feldi og at skilja egna skapandi fram­leiðslu í størri samanhangi í listini og í heiminum. Í framtíðini er ætlanin, at útbúgvingin skal menna seg móti størri sam­størv­ um við onnur gransk­ing­arøki á Fróð­skap­ar­setr­in­um, og at útbúgvingin skal skapa gróðr­ arbotn fyri listakjaki, gera list­ina týðiligari í samfelagnum sam­ stundis sum samfelagið verð­ur speglað týðiligari í listini. Í hesi menning skal anarki ráða sam­ an við vitan og fakligum før­leik­ um, sum á tann hátt eisini skapa nýggjar møguleikar fyri út­búgv­ ing­ina. Útbúgvingin í listaligum ar­ beiði er týdningarmikil. Einans list­in dugir frítt og spælandi at rannsaka fortíðina, samtíðina og framtíðina, einans listin dugir at avdúka sambandið millum ein­stakling og samfelag, at lata hurð­ar upp í tað óatkomiliga og skapa sambond millum torfør hug­tøk, finna okkurt fast millum flót­andi heimsfatanir og etiskt ráðaloysi, einans listin dugir at fáa fram henda fepurkenda hitan í og millum menniskju. Og beint nú dugir listin at hjálpa okkum at skilja og orða, hví vit samstundis og í senn bæði uppliva eina virus innaní og eina alheimsfarsótt uttanfyri, hví hetta bæði upplivist óenda­liga stórt og óendaliga smátt, heilt nær og sera langt burt­ ur, og hví tað um somu tíð tyk­ist vera bæði dómadagur og heilt vanligur týsdagur. Útbúgvingin í listaligum arbeiði Listaútbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt sundur í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Endamálið er, at studentarnir ogna sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fáa ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og listalig avrik. Bergur Djurhuus Hansen er dekanur og prorektari á Fróðskaparsetri Føroya, Lív Maria Róadottir Jæger er útbúgvingarsamskipari og Inger Smærup Sørensen er virkandi útbúgvingarleiðari fyri Útbúgvingina í listaligum arbeiði.    Gregor Schneider hevur síðan hann var átjan ára gamal arbeitt við at umskapa heimið hjá foreldrunum til eitt ófrættakent verk, sum hann kallar Totes Haus Ur. Heimið er blivið ein apokalyptisk marra við loynigongdum, ljóðbjálvaðum rúmum, krúpirúmum, hurðum, sum ikki kunnu latast upp, og veggjum við ongum vindeygum. Tryggleikin í heiminum er blivin til óhugna og ótryggleika. Heimurin hevur trokað seg inn í heimið. Verkið eftir finska listafólkaparið Nabbteeri, Thinking of Invertebrates, frá 2017, er ein av rúgva av undarligum organismum, sum tykjast hava yvirtikið heimin. Heimurin verður alsamt meiri óstøðugur, ókendar organismur treingja inn í okkara tilveru. Vit eru til í heiminum saman við óteljandi fremmandum organismum, sum ikki bara ávirka okkum og ognartaka partar av okkara tilveru, men skapa hana. Tað er ikki ólíkt listaligari skapan og ikki ólíkt einari virus, sum skapar ein nýggjan veruleika.