hósdagur 16. apríl 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
10
Viðmerkingar
Dómadagur og týsdagur
Inger Smærup Sørensen,
Lív Maria Róadóttir Jæger
og Bergur Djurhuus Hansen
Rithøvundurin Anaïs Nin skrivaði
í sínum dagbókum, at um lukkan
var at vera fepurfrí, fór hon aldrin
at gerast lukkulig, tí, skrivaði hon,
hon var altíð plágað av fepuri –
fepuri eftir vitan, upplivingum og
skapan. Kanska er ein sannleiki í
hesum, at longsulin eftir skapan
og vitan er sum ein intensur hiti
innan í kroppinum, sum áhald
andi verður borin millum okkum
menniskju og víðari út í samfel
agið.
Í næstan eitt ár hava fimtan
listafólk luttikið í nýggju út
búgvingini í listaligum arbeiði á
Fróðskaparsetrinum. Tey mennast
og verða bjóðað av, og útbúgv
ingin verður til saman við teim
um. Einki er støðugt í einari lista
ligari útbúgving. Listin letur upp
fyri óendaligum møguleikum.
Ikki bara fyri nýggjum tonkum
og nýggjum listaligum avrikum,
men eisini fyri nýggjum undir
vísingarháttum og nýggjum sam
størvum millum granskingarøki –
og í longdini nýggjum fatanum av
samfelagi og veruleika.
Mitt í hesum fyrsta týdning
armikla árinum fyri útbúgvingina
hóttir Covid-19, og samfelagið
verður latið aftur. Vit verða
tvingaði aftur í tað einsemi og
ta stóru introversión, sum sam
bært siðvenju og søgum liggur
listafólkum nær. Úr Wroclaw í
Póllandi skrivar nobelvirðisløn
arvinnarin Olga Tokarchuk, at
sóttarhaldið er eitt andarhald
við nýggjum eygleiðingum, ein
kærkomin skái frá krøvum um
støðugt at vera til reiðar og til taks.
Listin verður fagnað eitt sindur
meiri enn vanligt. Fyri síni evni til
at fóðra sálina, perspektivera og
kanska – ikki minst – undirhalda.
Hvat skuldu vit gjørt uttan list
ina? Stórar og smáar søgur verða
sagdar og endursagdar. Apoka
lyptiskar sjónir og gerandisligar
hugleiðingar um wc-pappír. Um
somu tíð dómadagur og heilt
vanligur týsdagur. Lítla sótt
arhaldsreiðrið, hugnaligt og
óhugnaligt, (ó)heimligt sum eitt
lúnskt hittinorð, ein hálvlokað
vistfrøði við ósjónligum træðrum
út í heim. Og so ein merkiligur
nýfunnin samleiki sum møguligur
smittuberi og egnir tankar um
hóttafall. Alt verður breitt út í eitt
heimsumfatandi tilvit.
Undir hesum treytum heldur
útbúgvingin í listaligum arbeiði
fram. Granskandi arbeiðið við
listini er við til at menna, vátta og
ógilda hugsanir um listina og leik
lut hennara í samfelagnum, eisini
í einari tíð sum hesari. Listaliga
arbeiðið er ikki bara til, tað skal
lærast og kompromisleyst kritis
erast, í einingi og saman við øðr
um, aftur og aftur. Tað tykist sum
at skiftini millum tað, sum er nær,
og tað, sum er langt burturi, mill
um tað, sum er innaní, og so tað,
sum er uttaná og uttanfyri, end
urspegla arbeiðsháttin í útbúgv
ingini í listaligum arbeiði.
Innanfyri og uttanfyri
Útbúgvingin í listaligum arbeiði
snýr seg um at skapa, at fáa okk
urt at vera til, sum ikki var til
áðrenn. At bjóða vanum av, at tora
at avdúka veikleikar í avrikum
ella í einum sjálvum og at skapa
hóast mótgongd og kritikk. Hetta
er kjarnin. Studentarnir skulu
arbeiða við at skapa egin verk,
kanna tey, eksperimentera við
teimum og skapa tey av nýggjum.
Tey skulu lesa, lurta, kritisera, seta
spurning við tað, sum tey hava
skapt, óendaliga broyta, byrja
umaftur.
Men aftrat leitanini inn í egið
skapanarinstinkt er neyðugt
eisini at standa andlit til andlits
við heimin og veruleikan uttan
fyri privata tankan. At seta seg
inn í ein umheim av listaverkum,
tónleikverkum, bókmentum og
poesi, av filosofiskum tekstum
og listaástøðiligum greiningum. Tí
listin er altíð eitt samspæl millum
tað, sum er innan í okkum, og tað,
sum er uttan fyri okkum.
Á útbúgvingini verða ymiskar
listafatanir kannaðar, student
arnir fáa eitt útsýni yvir sam
tíðina og hyggja samstundis aft
ur í tíð fyri at skilja tey rák, sum
hava formað okkara modernaðu
fatan av list. Studentarnir verða
bjóðaðir av og eggjaðir til at hugsa
um, hvat eitt listaverk er og kann
vera, og hvussu sambandið millum
listaligt og akademiskt virksemi
letur upp ein heim við kritiskum
hugtøkum.
Men listaligt arbeiði verður ikki
Finska listakvinnan Terike Haapoja byggir í stóran mun sítt listaliga arbeiði á samstørv við vísindafólk. Við náttúruni
heldur enn menniskjanum í miðdepli hevur hon t.d. saman við søgufrøðingum endursagt heimssøguna, og saman
við lívfrøðingum hevur hon gjørt virkisætlanir fyri, hvussu broytingarnar í veðurlagnum kunnu tálmast.
Verkið Sun and Sea er eftir trý litavisk listafólk, tónaskaldið Lina Lapelytė, yrkjaran Vaiva
Grainytė og leikstjóran Rugilė Barzdžiukaitė. Hóast eingin av teimum fæst við myndlist,
vunnu tey summarið 2019 sannlíkt mest virdu virðislønina fyri myndlist, Gyltu Leyvina
í Venezia, fyri Sun and Sea. Verkið rakar einastandandi væl gerandisliga keðsemið - at
eta ís, vera dovin, gremja seg eitt lítið sindur – og um somu tíð tilvitanina, ið býr undir
gerandisdegnum, um eina jørð, sum er troytt, og at vit kanska nærkast undirgangi.