Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 9 Minkaðu inntøkurnar kosta landskassanum eina milljard Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina meting av, hvat koronakreppan fer at kosta føroyska landskassanum og føroyska samfelagnum ÁRNI GREGERSEN T að er umráðandi fyri Løgtingið og lands­ stýrið at vita, hvat korona­kreppan kostar før­oyska samfelagnum sum heild og serliga hvønn týdning hetta hevur fyri fíggjarlógina og lands­ kassan. Tí hevur fíggjarmálaráðið gjørt eitt upprit, har metingar verða gjørdar um, hvussu dýr korona­ krepp­an er fyri føroyska sam­ fel­agið. Sjálvt um neyv tøl verða brúkt í fleiri førum, so verður und­ ir­strikað í uppritinum, at óvissan er serstakliga stór í løtuni og tí er at hava atlit at hesum. At tað er dýrt kemur neyvan óvart á nakran. Fíggjarmálaráðið met­ir, at alt eftir hvussu langa tíð kreppan heldur á, so fer lands­ kassin at hava eitt hall uppá mill­ um 800 milljónir og 1,5 millj­ardir krón­ur. - Í stóran mun er eg samdur við tað, sum stendur í uppritinum. Ong­in ivi er um, at tað verður ein stór niðurgongd í búskapinum í ár, sigur Johnny í Grótinum, búskap­ ar­frøðingur. Hann sigur eisini, at í met­ing­ unum eru niðurgongdin í BTÚ sett til millum 3 og 10 prosent fyri í ár. - Hetta er sjálvandi eitt vítt spenni, men tað hongur saman við, at metingin er sett upp í tríggj­ ar myndir, sigur Johnny í Grót­in­ um. Minni inntøkur Bæði í metingunum og hjá tí, sum búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum vísir á, eru tað mangl­ andi inntøkurnar hjá land­inum, sum fara at ávirka búskapin mest – og serliga støðuna hjá lands­kass­ an­um. Longu nú er greitt, at feløg, har tað almenna eigur partapening, fara ikki at gjalda vinningsbýti í ár. Minni keyp og søla hava við sær, at mvg-gjaldið verður mun­ andi minni Matstovur og líkn­andi, handils­ vinnan, uppliv­ingar­vinn­an, flog-, flutn­ings- og ferðavinnan og onnur tænastuvinna eru ávirkað av, at samfelagið er farið niður í ferð. Fyritøkur í øðrum vinnum eru ávirkaðar óbeinleiðis. Tað kann vera fyritøkur, sum framleiða vørur og tænastur til vinnur, sum eru beinleiðis ávirkaðar. Í útgangsstøðu eru ongar or­ søkir at halda, at ein lítil og opin búskapur sum tann føroyski verður minni ávirkaður av støðuni við COVID-19, sammett við størri lond til dømis í Evropa. Vit útflyta matvørur til Evropa, USA, Russland, Kina og onnur lond. Minkar keypsorkan á hes­ um marknaðunum orsakað av ein­ari búskaparkreppu, fer hetta eisini at ávirka virðið á føroyska útflutninginum, og príslækkingar kunnu koma fyri. Hjálparpakkar Í fleiri londum, eins og í Føroyum, eru hjálparpakkar gjørdir, so vinnan ikki fer um koll beinan­ vegin. Endamálið er at tryggja, at tey arbeiðspláss, sum eru nú, eisini eru til, tá ið kreppan er yvirstaðin. - Eg haldi tó, at tað hevur tikið ov langa tíð her hjá okkum í mun til hvussu skjótt tað hevur gingið í øðrum londum, Har spentu tey eitt trygdarnet undir vinnuna ógvu­liga skjótt, sigur Johnny í Grót­inum. Klára mótgangin Hóast ágangurin á føroyska bú­ skap­in er ógvusligur, tí umframt mangl­andi inntøkur, so eru eisini nakr­ar útreiðslur, sum vaksa í sam­band við kreppuna. Fíggjarmálaráðið sigur tó heilt greitt, at heldur kreppan ikki á leingi, so eigur føroyski bú­skap­ur­ in at vera bjálvaður til at taka tey tøkini. Bæði land, kommunur og stovn­ar eru væl fyri eins og priv­ ata vinnulvið. Óvissan liggur í, at ongin veit, hvussu leingi koronakreppan fer at binda samfelagið niður. Høvuðsniðurstøður: • Óvissan er serstakliga stór í løtuni. Neyðugt er at hava atlit at hesum • Afturgongd verður sannlíkt í búskapinum í 2020 og møguliga eisini í 2021 • Búskapurin kann minka 3-10% í 2020, møguliga heldur minni í 2021 • Landskassin kann lættliga fáa hall á 800 mió. kr. og upp til 1,5 mia. kr. í 2020, og nakað minni í 2021 • Landið, samfelagið, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum Løgtin gið má hava okkurt at halda seg til fyri at kunna arbeiða og hyggja frameftir Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur Jørgen Niclassen, landsstýrismaður við fíuggjarmálum, hevur fingið fíggjarmálið at gera eitt upprit. Fíggjarmeting