hósdagur 16. apríl 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
8
FRANTS JENSEN
– Vit eru í eini serligari støðu, og
nú má tíðini nýtast til at granska
covid-19, sigur Marnar Fríðheim
Kristiansen, ið er ein av yngru
læknunum í Føroyum.
Í eitt ár hevur hann arbeitt
við einari phd-verkætlan innan
krabbamein, og hann skal eftir
ætlan brúka tvey ár afturat til
tað verkætlanina. Men júst nú
er tað covid-19, tað handlar um.
Brúk er nevniliga fyri nógv
um fólkum at granska her og
nú, nú so nógvar granskingar
verkætlanir skulu í gongd, og tí
verða tey fólk nýtt, sum kenna
til gransking og skjótt kunnu
koma í gongd. Sama støða er
úti í heimi.
– Hetta er spennandi arbeiði,
og vit í Føroyum kunnu eisini
gera mun bæði her heima og
uttanlands. Ongantíð áður
hevur verið so nógv granskað
innan eitt evni uppá so stutta
tíð. Tað ger meg eisini vónríkan,
at vit skjótt kunnu fáa betri við
gerð ella koppingarevni, sigur
Marnar Fríðheim Kristiansen.
Hann vónar við granskingini,
at tey kunnu fáa ítøkilig úrslit,
sum vónandi eisini kunnu gera
mun uttanlands.
– Vit hava ikki møguleika at
gera tær somu kanningar, sum
teir stóru granskingarstovnarnir
uttanlands kunnu gera, tí vit
hava ikki arbeiðsorkuna ella
pengarnar, tey hava, men vit
kunnu hinvegin kanna nøkur
øki, sum eingin annar kann
kanna ein væl og vit. Hetta
kunnu vit, tí at vit hava kannað
so nógv í Føroyum og vita so væl,
hvør er smittaður av hvørjum, at
vit kunnu kanna nøkur viður
skifti, sum onnur als ikki hava
møguleika at kanna. Tí haldi eg
eisini, at vit hava ábyrgd at fáa
hetta kannað, so at vit kunnu
miðla hesa vitan út til onnur
eisini, sigur Marnar Fríðheim
Kristiansen.
– Vit eru ógvuliga takksom,
at so nógv vilja stuðla undir
granskingina, tí tað er av alstór
um týdningi, at vit gera, hvat vit
kunnu fyri at fáa meira vitan um
evnið. Bæði til brúk her heima
og uttanlands, sigur hann.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
FRANTS JENSEN
Ein av granskingarverkætlan
unum, ið skulu gerast, er, um tað
eru fleiri sløg av koronavirus.
Tað eru ábendingar um tað, til
dømis eitt slag, ið spjaðir seg
skjótt frá persón til persón og
eitt annað, ið ikki spjaðir seg
skjótt. Tað skal nú granskast
nærri.
Debes H. Christiansen stend
ur á odda fyri hesi granskingar
verkætlanini
– Vit fara at kanna, um tað
eru ymiskir frábrigdi av korona.
Vit vita, at summi gerast meira
sjúk, meðan onnur ikki gerast so
sjúk av koronasmittuni. Vit ætla
millum annað at finna út av,
um summi frábrigdi eru meira
sjúkuelvandi enn onnur, sigur
Debes H Christiansen.
Hann vísir á, at neyðugt er at
finna fram til, hvussu virusið
virkar, so at til ber at finna kopp
ingarevni móti tí.
– Vit vóna at kanningarnar
kunnu hjálpa til, so at vit finna
fram til koppingarevni móti
covid-19. Líknandi kanningar
verða eisini gjørdar aðrastaðni
úti í heimi, og okkara úrslit
kunnu so samanberast við úrs
litini hjá øðrum, sigur hann.
Hann vónar eisini, at úrslitið
kann hjálpa til smittusporing
– Um tað til dømis vísir seg,
at tað eru tvey ymisk sløg av
covid-19, so kann tað eisini hjálpa
okkum at finna fram til kelduna,
haðani smittan er komin, Debes
H. Christiansen.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Vóna at finna koppingarevni
– Vit vóna við kanningunum bæði at finna fram til koppingarevni og at fáa hjálp til
smittusporing, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvstovuni
Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvstovuni
Spennandi
at granska
Marnar Fríðheim Kristiansen er
lækni og phd-granskari. Hann
byrjaði fyri einum ári síðani at
granska innan krabbamein. Men nú
er tann gransking fyribils steðgað,
og nú granskar hann í covid-19
Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og phd-granskari