Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 7 FRANTS JENSEN H igartil hava fimm fyri­tøkur játtað til­ samans 1,98 milliónir krónur til covid-19 átak­ið, sum Granskingarráðið skip­ar fyri. Stuðulin frá fyritøkunum skal leggjast afturat tí einu millión­ini, sum Gransk­ingar­ nevndin hevur sett av frá Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Til­ saman eru tí nú nærum 3 milliónir krónur tøkar til at stuðla koronatengdum gransk­ ingar­verkætlanum, sum Gransk­ ingar­ráðið umsitur.  Fyritøkur stuðla Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið: Poul Michelsen samtakið 500.000 krónur, Bank Nordik 1.000.000 krónur, Tjaldur 30.000 krón­ur, Articon 250.000 krónur og Mest 200.000 krónur. Wilhelm E. Petersen, for­ maður í granskingarnevndini, er fegin um dygga stuðulin. – Stuðulin frá vinnuni ger sera stóran mun í arbeiðinum at kortleggja og granska korona ávirkanina í Før­oyum og avleiðingarnar á sam­felagið nú og frameftir. Hetta gevur okkum munandi betri møgu­ leika at stuðla nógv fleiri verk­ ætlanum, enn tað vit høvdu møguleika at seta av til gransk­ ing í korona relateraðum viður­skiftum, sigur Wilhelm E. Petersen á heimasíðuni hjá Gransk­ingarráðnum. Meiri peningur Tað er eisini annar peningur kom­in inn til gransking av covid-19 í Føroyum. Millum annað hevur Felagið Nóta­skip játtað eina millión til kann­ingina av myrkatølum, sum Pál Weihe stendur á odda fyri. – Tað er eisini onkur fyritøka, ið vil vera ónevnd, ið hevur stuðlað, umframt at stuðul eisini er komin frá útlandinum, sigur Pál Weihe. Tað eru eisini aðrar fyritøkur, ið umhugsa at stuðla korona- gransking í Føroyum, og tí kann tøka upphæddin til korona- gransk­ing vaksa, skrivar Gransk­ ingar­ráðið. FRANTS@SOSIALURIN.FO Fimm milliónir at nýta til korona-gransking Fleiri føroyskar fyritøkur hava játtað pening til gransking av koronavirusinum. Ein millión frá Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum, og meira enn tríggjar milliónir frá fyritøkum og øðrum. Tilsamans eru millum fýra og fimm milliónir at granska fyri FRANTS JENSEN S jálvt um vit í Føroyum eru heimsmeistarar í mun til fólkatalið at gera nógvar covid-19 kann­ingar í Føroyum, so kunnu tað tó vera myrkatøl. Tað vil siga, at fólk hava havt sjúkuna, uttan at tey vita av tí. Tað er hetta, sum Pál Weihe saman við øðrum fer at kanna. Skriv verður sent til 1.500 til­vildarliga valdar føroyingar, og ein blóðroynd skal takast av teimum. Kanningar skulu síðani gerast, um tað er andevni móti korona í blóðinum. – Vit mangla at fáa loyvini upp á pláss, men so skjótt tað er komið, fara vit í gongd. Um blóðroyndirnar verða gjørdar á sjúkrahúsum ella aðrastaðni er ikki heilt greitt enn. Men eg vænti at um ein mánað, so skuldu vit fingið úrslitini, sigur Pál Weihe. Úrslitini skulu staðfesta, um fólk hava havt smittuna, uttan at vita tað. – Úrslitini kunnu vísa, hvønn veg tað gongur við smittu­ni, um tað gongur upp ella niður. Men tey kunnu eisini hjálpa okkum at gera til­mæli, um landið skal latast spaku­liga ella skjótari upp aftur, sigur Pál Weihe. Hann ætlar eisini at gera somu kanning umaftur tríggj­ ar mánaðar seinni. Tá skulu eisini 1500 fólk kannast. – Tá ið vit hava gjørt sein­ nu kanningina, kunnu vit sam­ an­bera tølini og síggja, hvønn veg tað gongur, og tað kann eisini hjálpa okkum við at gera tilmæli, sigur Pál Weihe. FRANTS@SOSIALURIN.FO Myrkatølini skulu finnast – Vit fara og taka blóðroyndir av 1500 tilvildarliga valdum føroyingum og vita, um tey hava andevni móti korona. Tríggjar mánaðir seinni fara vit at gera somu kanning umaftur. Tað skal avdúka, um vit hava myrkatøl í Føroyum, sigur Pál Weihe FRANTS JENSEN U m tað verður upp til Pál Weihe, lækna og granskara, so vera eingir festivalar og summar­stevnur í summar. – Vit eiga at vera sera varin, tá ið vit lata upp aftur, og serliga við­víkjandi tiltøkum, ið savna nógv fólk saman á einum lítlum øki. Vit eiga at lata upp aftur í smáum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað vera nakrar stórar stevnur í summar. Tað er sera vandamikið, tá ið vit hugsa um smittuvandan, og tí mæla vit frá, at stórir eins og smáir festivalar og stevnur verða hildnir í summar, sigur hann. Hann væntar heldur ikki, at náttarlívið kann lata upp aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina ella tíðliga í heyst. – Eg havi ta vón, at um góða gongdin heldur á yvir summarið, so hava vit eitt næstan vanligt samfelag aftur, tá ið summarið er av, sigur hann. Bíða við ellisheimum Yvirlæknin er eisini varin, tá ið hann verður spurdur, um sam­ býli og ellisheim skulu lata upp aftur fyri vitjandi. – Vit skulu vera sera varin, tá ið vit lata upp. Og vit mugu lata upp í smáum. Eg haldi, at vit skulu bíða, til vit koma út í mai, áðrenn vit taka støðu, um vit kunnu lata ellisheim og sambýli upp varisliga. Vit mugu fyrst síggja, hvussu støðan verður tá, sig­ur hann. Stóra avbjóðingin verður, tá ið landamørkini lata upp aftur. – Trupulleikar kunnu koma, tá ið landamørkini lata upp aft­ ur. Tí er tað sera týðandi, at øll, sum koma úr útlandinum, fara bein­leiðis í sóttarhaldi í 14 dagar, sigur hann. FRANTS@SOSIALURIN.FO Ongir festivalar ella stevnur í summar – Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað vera nakrar stórar stevnur í summar, har fólk í stórum tali fara at standa tætt saman. Tað er sera vandamikið, tá ið vit hugsa um smittuvandan, og tí mæla vit frá, at stórir eins og smáir festivalar og stevnur verða hildnir í summar, sigur Pál Weihe, yvirlækni