Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 6 1. Myrkatøl Hetta er ein gransk­ing­ar­verk­ ætlan, har blóð­roynd verð­ur tikin av 1500 til­vild­ar­liga valdum føroy­ing­um fyri at vita, um tey hava andevni (anti­stoff) móti korona. Tríggj­ar mán­aðir seinni verður sama kann­ing gjørd umaftur. Gransk­ing­ar­v­ erkætlanin skal av­dúka, um vit hava myrkatøl í Før­oyum, tað vil siga, um tað eru før­oyingar, ið ikki vita av, at teir hava verið smittaðir av korona. 2. Finna eftirsjúkur ella eftirbrek Endamálið við gransk­ing­ar­ verk­ætlanini er at kanna øll tey, sum higartil hava fingið stað­fest koronasmittuna, um tey hava nakrar eftirsjúkur ella eftirbrek. Ætlanin er at tosa við øll (higartil 184), og spurt verður millum annað inn til smakkisansin, lukti­sans­in, um tey kanska hava tyngri við at anda eisini aftaná, at sjúkan er hæsað av. 3. Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir covid-19 átøkunum Fak­felagssamstarvið stendur fyri verkætlanini. Endamálið er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við covid-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálar­ heilsuna hjá løntakarum. Har­ um­framt verður varpað ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.  4. Framhald av kanning um heilsuna hjá eldri Hesini bólkur av fólkum hev­ ur verið kannaður fleiri ferðir áður. Kannað verður millum annað, hvussu hóttanin við covid-19 rakar tey gomlu. Tað eru tey í áttatiárunum, ið verða kannað. 5. Eru ymisk sløg av covid-19? Kannast skal, um tað eru fleiri sløg av koronavirus í Før­oy­um. Tað hava verið gitingar um, at tað til dømis eitt slag, ið spjaðir seg skjótt frá persón til persón og eitt annað, ið ikki spjað­ir seg skjótt. 6. Skráseta sjúkueyðkennini Hendan gransk­ing­ar­verk­ ætlan­in gongur út uppá at skrá­seta sjúkueyðkennini. Í Føroyum eru so nógv kannað, eisini við mildari sjúkutilgongd, so tað ber til at siga, hvussu gongdin er, eisini hjá teimum, ið hava upplivað eina milda sjúkutilgongd. 7. Framleiða andevni (antistoff) Í hesari verkætlanini skulu blóðroyndir av teimum, ið hava havt koronasmittuna, takast fleiri ferðir fyri at kanna, um tey framleiða andevni, og um hvussu leingi andevnini eru í kroppinum eftir smittuna. 8. Kanna lukti- og smakkissans Av tí at fleiri uppliva at missa lukti- og smakkisansin í samband við koronasmittuna, verða tey smittaðu, sum ynskja at vera við, kannað, um tey hava vanligan lukti- og smakki­ sans. Hetta verður endurtikið eina­ferð seinni, fyri at vita um hetta heldur á. 9. Frágreiðing um føroysk hagtøl Út frá teimum dáta, ið eru savnað í sambandi við covid-19, er ein frágreiðing gjørd millum annað um tey før­oysku vakstrartølini. Tað verð­ur síðani útgivið í eitt gransk­ingartíðarrit, har tað verður samanborið við tølini í 19 evropeiskum londum. 10. Heilsukanning hjá Fólkaheilsuráðnum Fólkaheilsuráðið fer at kanna, hvussu undantaksstøðan orsak­að av covid-19 ávirkar fólka­heilsuna í Føroyum. Kann­ing­in verður send út kom­andi dagarnar, og Fólka­ heilsu­ráð­ið biður fólk um hjálp til at svara spurningunum og har­við hjálpa verandi og fram­ tíðar­til­búgvingini í sambandi við líknandi kreppur. 11. Korona og samfelagsávirkan Erika Anne Hayfield, granskari á Fróðskaparsetrinum, hevur heitt á fólk um at skriva dagbók hesa tíðina, meðan korona­ smittan herjar. Hon hevur sett sær fyri at savna tilfar frá umleið 50 fólkum, sum kann brúkast sum grundarlag fyri gransking um tað, ið hendir í samfelagnum í løtuni. 12. Tryggja karmarnar fyri goymslu av blóði, vevnaðarroyndum og dátum í sambandi við covid-19. Ílegusavnið hevur fingið stuðul frá Novo Nordisk grunninum til covid-19 infrakervi. Talan er um verkætlan, sum skal trygga karmarnar fyri goymslu av blóði, vevnaðarroyndum og dátum í sambandi við covid-19. Um verkætlanirnar Allar hesar gransk­ingar­verk­ ætlan­ir­nar hava ikki fingið fígging enn, men arbeitt verður við at fáa pening til tess at gjøgnumføra tær. Møguliga eru aðrar verkætlanir í gongd eisini. 12 granskingarverkætlanir FRANTS JENSEN T að er ikki meir enn ein góð­ur mánaður síðani, at koronavirusið kom til Føroya, og alt sam­ felag­ið legðist lamið. Men longu nú – bara ein góð­ ur mánaður seinni – eru minst 12 før­oyskar gransk­ing­ar­verk­ ætlan­ir í gongd, har ymiskt við covid-19 verður kannað. – Vit vita so lítið um hetta virusið, og tí er neyðugt at kanna tað nærri. Og vit hava góðar møguleikar í Føroyum at gera kanningar og koma til góð úrslit, sigur Pál Weihe. Verkætlanarbólkur Talan er um nógvar ymiskar gransk­ing­arverkætlanir. Fleiri verk­ætlanir hava við sjúkuna og av­leiðingarnar av henni at gera, men talan er eisini um gransking í fólkaheilsuni sum heild og sam­felags­liga ávirkanin. Fleiri av gransk­ingar­verk­ ætlan­unum standa serfrøðingar á ymiskum stovnum í Føroyum aftan­fyri. Millum annað Pál Weihe, Maria Skaalum Petersen og Annika Helgadóttir Davidsen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Al­ mannaheilsu, læknarnir Shahin Gaini, Bjarni á Steig og Marnar Fríð­heim Kristiansen frá Lands­sjúkrahúsinum, Noomi Greger­sen, verkætlanarleiðari á Fargen, Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum, Marin Strøm frá Fróðskaparsetrinum og Debes H. Christiansen frá Heilsu­frøðiligu Starvstovuni. – Vit valdu at savna ein bólk av fólkum, sum hava fingist við og fáa við gransking, og so hava vit arbeitt saman við, hvat vit skulu fara undir at granska og at skriva umsóknir, sigur Pál Weihe. Kortleggja og finna heilivág Hann vísir á, at sum støðan er nú, so verður onnur gransking løgd til síðis, so at møguleiki verð­ur at granska í covid-19 – Tað hevur skund at koma í gongd og at fáa granska í covid-19. Í nøkrum førum bíða vit bara eftir at fáa loyvi frá vísindasiðsemisnevndini og dáta­eftirlitinum, so fara vit í gongd, sigur hann. Hann vísir á, at líknandi kann­ingar verða gjørdar í øðrum lond­um, men at tað er týdn­ing­ar­mikið at vit eisini gera okkara kanningar í Føroyum, sigur hann. – Vit hava fyrimunir við at vit eru eitt lítið land. Okkara úrslit kunnu samanberast við aðrar kanningar úti í heimi, og tað kann hjálpa til at kortleggja hetta virusið og eisini at finna heilivág móti tí, sigur Pál Weihe. Nógvar verkætlanir Fígging er longu komin til fleiri av granskingarverkætlanunum, og hann vónar, at fígging eisini kemur til tær verkætlanir, ið ikki hava fingið fígging enn. – Eg havi ongantíð upplivað áður, at so nógvar verkætlanir fara í gongd samstundis. Tú kanst siga tað soleiðis, at tey, sum eru granskingar, ikki hava upp­livað áður, at tað eru so nógvar áhugaverdar verk­ætlan­ ir at fara í gongd við, sigur Pál Weihe. Hann er eisini takksamur, at fleiri føroyskar fyritøkur stuðla. – Vit hava upplivað sera stóran vælvilja millum fólk at fara í gongd við at granska í hes­um evninum. Vit eru eisini takk­som, at fleiri fyritøkur hava stuðlað fíggjarliga og tí gera tað møgu­ligt at fara í gongd, sigur Pál Weihe. Kanna immunverjuna Samstundis eru tað bara nakrar fáar vikur síðani, at Pál Weihe og Deildini fyri Arbeiðs- og Al­ manna­heilsu fekk játtað 4,5 milliónir krónur frá National Institute of Health í USA, sum um­vegis Harvard Universitetið stuðlaði til at fremja eina gransk­ingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá ný­føddum børnum í Føroyum starvar. Verkætlanin varðar í fýra ár. Danska Umhvørvisstýrið hevur av peningi, sum er settur av til gransk­ingarverkætlanir í Arktis, játtað knappliga 1,8 milliónir til somu verkætlan. – Vit hava søkt fleiri ferðir, og nú tá ið koronakreppan byrjaði at gera um seg úti í heimi, hevði eg næstan mist vónina um at fáa hesar pengarnar. Vit eru glað, at vit nú endiliga kunnu fara í gongd við hesa verkætlanina eisini, sigur Pál Weihe. – Ongantíð fingið so nógvan pening til gransking áður Minst 12 føroyskar korona-granskingarverkætlanir eru farnar í gongd ella skulu í gongd í næstum. – Vit hava ongantíð upplivað áður, at so nógvar kanningar verða gjørdar samstundis, og heldur ikki hava vit nakrantíð fingið so nógvan pening so skjótt til vega, sigur Pál Weihe, yvirlækni og leiðari í Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Pál Weihe, yvirlækni og leiðari í Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu